Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-20, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. desember 2006síða 5

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 246 - 20. desember 2006 5 tíðindi Sethúsasølan skiftir nú høli og flytir yvir um Tórsgøtu og nakrar metrar oman eftir til Frants Restorff. Hetta tí, at Føroya Banki skal brúka hølini til teirra nýggja felag. Eitt felag, sum verður ein beinleiðis kappingarneyti hjá Sethúsasøluni VINNA Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Sethúsasølan hevur í mong ár hildið til í hølunum í Tórsgøtu nummar 16. Frá fyrsta januar verður støðan ein onnur. Føroya Banki eigur hús­ ini, men nú er leigu­sátt­ málin, sum Sethúsasølan hevur havt við bankan út­ gingin. Tí flytur Sethúsa­ sølan í næstum oman í hølini har Frants Restorff áður hevur hildið til, men sum hava staðið tóm síðani bakaríið stongdi tann 18. august í ár, eftir at P/F Vørður hjá Justinussen- monnunum keypti alt baksturvirksemið har. Óttast ikki kappingina Hannelena Mittún er eigari av Sethúsasøluni. Hon fegnast um, at tey kunnu flyta í so góð og ljós høli og óttast ikki kappingina, hennara fyrrverandi sam­ starvsfelagið nú gevur teimum. – Nei vit óttast ikki kappingina, vit nú fáa. Tað merkir bara, at vit mugu spíla okkum enn meiri út, staðfestir Hannelena Mit­ tún, nú hon í næstum skal til at kappast við sín gamla samstarvsfelaga. Bankin vildi keypa Sethúsasøluna Sosialurin hevur skilt, at Føroya Banki bjóðaði seg til at keypa Sethúsasøluna, men at tiboðið, sum teir góvu, var alt ov lágt. Hetta váttar Hannelena Mittún. – Nei, vit tóku ikki av tilboðnum frá bankanum. Í staðin fara vit nú at virka púra leys av Føroya Banka, og tað síggja vit ein fyrimun í, sigur Hannelena Mittún, stjóri og eigari av Sethúsasøluni. Sethúsasølan óttast ikki kapping Føroya Banki hevur stovnað nýtt bústaðarmeklarafelag, ið ætlandi skal verða besta bústaðar­ meklara­felagið í landinum VINNA Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Føroya Banki hevur stovn­ að nýtt bústaðarmeklara­ felag, ið kallast SKYN. Stovnandi aðalfundur í partafelagnum var 17. nov­ ember 2006. SKYN letur upp í februar 2007, og verður tað í hølunum har Sethúsasølan áður hevur hildið til. Settur stjóri er Torgun Davidsen, sum er útbúgvin húsameklari. Í tíðindaskrivi boðar Føroya Banki frá, at nýggja felagið fer at vera sjónligt á øllum deildum bankans kring landið, har við­ skiftafólkini verða kunnað um, hvørjar ognir SKYN hevur til sølu. Ognirnar fara at umfata sethús, vinnu­bygningar og grund­ økir. – Vit hava sett okkum fyri at gerast besta bú­­stað­ armeklarafelagið í landi­ num og halda okkum hava neyðugu fortreytirnar til tess. Føroya Banki hevur sera royndar privat­kunda­ ráðgevarar, sum vit á SKYN fara at samstarva tætt við, sigur Torgun David­sen, stjóri á SKYN. Í tíðindaskrivinum frá bankanum verður sagt, at SKYN er eitt úrslit av vakstrarstrategi bankans frá juni 2005, sum miðar eftir at fáa Føroya Banka at vaksa á øllum trimum høvuðsvirkisøkjunum, privat, vinna og íløgur. SKYN fer at stuðla upp undir serliga privatøkið og vinnuøkið. Fyrr í ár stovnaði Føroya Banki framtaksfelagið Løkir og nýggja corporate finance-deild, ið stendur fyri keypi og sølu av fyritøkum. Fakta: »Skyn« er fornt norrønt orð, ið merkir vitan, lærdómur og skynsemi. Nevnd og stjórn í Skyn. Frá vinstru hava vit Johnny í Grótinum, nevndarlim, Janus Petersen, nevndarformann, Torgun Davidsen, stjóri í Skyn og Súna Schwartz Jacobsen, nevndarlim Føroya Banki fer undir bústaðarmekling Hannelena Mittún uttanfyri gamla bakaríið, har tey í framtíðini skulu halda til Mynd: Álvur Haraldsen Inni ynskir SKYN vælkomnum Inni ræðist á ongan hátt, ta kapping SKYN nú fer at geva teimum á bústaðar­meklingar­ markn­aðinum. Tvørtur ímóti bjóða teir nýggja felagnum vælkomnum. – Hetta staðfestir bara tað, at tað vit fóru undir í 1998 var rætt at gera, sigur Jónsvein Mortensen VINNA Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo – Nei, hatta hava vit onki ímóti, og vit ræðast als ikki ta kapping, ið hetta felagið kann koma at geva okkum, sigur Jónsvein Mortensen, stjóri í P/F Inni, tá vit spyrja hann, um hann óttast kappingina frá nýggja bústaðarmeklarafelagnum, SKYN. – Vit kunnu bara bjóða teimum vælkomnum á mark­naðinum og frøast um, at teir eisini síggja tað rætta í at gera slíkt. Hetta er jú ein staðfesting av, at tað, vit fóru undir í 1998 var rætt at gera, sigur Jón­ svein Mortensen. Stjórin í Inni sigur, at tað ikki kemur óvart á hann, at Føroya Banki nú fer undir tílíkt virksemi. Tvørtur­ ímóti undrast hann á, at Føroya Banki ikki er komin við tilboðnum áður. Men metir stjórin í Inni, at pláss er fyri einum bú­ staðarmeklarafelag aftrat? – Tað er greitt, at hetta fer at eta av hjá onkrum, tí tað er ein avmarkaður marknaður vit hava við at gera, sigur Jónsvein Mort­ ensen, sum kortini ikki óttast nýggja kappingar­ neytan. Fyri júst tveimum vikum síðani var ein oljuleki í Vági. Tá vóru allir instansir settir inn, soleiðis at tað slapst undan eini møguligari umhvørvisvanlukku, men framvegis í dag arbeiða fólk við at taka upp eftir oljulekan UMHVØRVIÐ Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Vágur: 6. desember var ein stórur oljuleki í Vági. Ein tangabátur pumpaði olju upp í ein av stóru tangunum, sum SEV hevur á Oyrunum á syðra armi á Vágsfirði. Men ólukkutíð vóru menn ikki varugir við, at tangin lak í botni­num. Men fólk bóru skjótt at, allir instansir vórðu settir inn og soleiðis slapst undan eini møguligari um­­hvørvisvanlukku í Vági. – Tá bleiv tað bjargað skjótt og væl, staðfestir Guð­mund Jacobsen, bruna­ umsjónarmaður í Vágs Kommunu. Men nakað av olju lá eftir og ger tað framvegis. Hesum hevur Guðmund Jacobsen síðani havt eftirlit við, soleiðis at oljan ikki fer víðari – Nakað av olju liggur innan fyri tangagarðin. Har liggur hon trygt og gott, og fer ongan veg, greiðir Guðmund Jacobsen frá. Her hava eisini bilar verið og grabbað oljuna burtur, sum síðani er flutt til IRF í Leivík, har hon verður brend. Guðmund Jacobsen sigur víðari, at nakað av olju er sokkið niður í jørðina og at tey ikki heilt vita, hvussu nógva olju her er talan um. Hinvegin afturvísir hann, at henda, sum er farin niður í jørðina, seinni kann leka út á fjørðin og gera skaða har. Tí sambært Guðmund Jacobsen sleppur oljan ikki longur niður enn eitt vist, tí eitt slag av trygdarnetið forðar hesum. Men hvussu er so við oljuni uttan fyri tanga­ garðin? – Ja, uttan fyri tanga­ garðin er eitt øki upp á einar hundrað metrar, og sum hevur eina hædd upp á ein metur, har flóð og fjøra arbeiðir, ið ikki er heilt reint enn. Her vildi grovasta loysnin verið at grava alt grótið burtur. Men so standa vit við spurningi­ num, hvat vit skulu gera við grótið. Besta loysnin vildi sjálvandi verið, at onkurs­ vegna kunna vaska alla oljuna vekk, men vit arbeiða við málinum alla tíðina, sigur Guðmund Jacobsen. Hann dugir ikki heilt at meta um, nær alt upptakið eftir lekan í Vági er liðugt, men vísir á, at allir partar tosa saman alla tíðina – bæði kommuna, IRF og SEV. Taka framvegis upp eftir oljulekan