Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-20, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. desember 2006síða 6

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 246 - 20. desember 2006 tíðindi Arbeiðið at gera un­dir­sjó­var­tunn il í Sandoy skal byrja bein­an­vegin næsta ár, held­ur minn ilutin í fígg­jarnevndini. Teir vil­ja hava Løgtingið at seta 30 millión ir av til en­da­málið Undirsjóvartunnil Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Arbeiðið at gera undir­sjó­ var­tun­nil í Sandoynna, skal byr­ja beinanvegin. Tað heldur minnilutin í fíggjarnevndini hjá fígg­jar­ nevn­di­ni. Páll á Reynatúgvu úr Tjóð­ veld­is­flokk­in­um, sigur, at min­ni­lut­in í fíggjarnevndini hev­ur mælt til at gera fleiri íløgur, sumv fara at ge­ra samfelagið bíligari í long­ di­ni. Ein av hesum íløgunum er undirsjóvartunnilin í Sand­oyn­na. Tí mæla Páll á Reyna­ túg­vu, Kári P. Højgaard og Karsten Hansen til, at Løg­ ting­ið longu næsta ár setir 30 milliónir av til tunnilin. Harafturat eigur lands­stýr­ ið at leggja verklagslóg fyri Løg­tingið longu áðrenn 1. mars. Tað vildi verið eitt sam­ferðs­lu­ligt nýbrot av teim­um heilt stóru, tí tað hevði bundið tey veikastu øk­ini, Sandoy, Skúvoy og Suðuroy, tættari at mið­stað­ ar­øki­num. Samstundis mælir min­ni­ lut­in til, at sjey milliónir verða settar av til tunnils til Dals. Men skotið verður eisini upp, at tað skal verða ó­keyp­ is at ferðast við Strand­ferð­ lu­ni. Haraftirat vil minnilutin seta 7,5 milliónir av til eftirskúla í Hvalba, um­framt at sjey milliónir verða settar til havnagerð í Skú­v­oy og í Svínoy. - Yvirhøvur hava vit eisini lagt dent á at styrkja út­jað­ar­ an, sigur Páll á Reyna­túg­ vu. Men umframt hetta, mæla vit eisini til at fylgja PISA til­mæl­in­um og vilja tí hava fimm milliónir afturat til fólk­a­skúl­an og tær skulu brúk­ast til 1.-3. flokk. Vit mæla eisini til at sera Ky­otu sáttmálan í verk og at styrkja tjóðpallin. - Vit mæla eisini til at strika skattalættan, men at læk­ka donsku ríkiveitingina at kalla tilsvarandi, leggur Páll á Reynatúgvu afturat. Tilsamans gevur fígg­jar­ lóg­in hjá minnilutanum mill­i­ón­ir í avlopi, men tá er ikki roknað við ym­sum ser­ inn­tøk­um, eitt nú inntøkum frá ein­skil­jing­um. Meirilutin í fígg­jar­nevn­di­ ni hevur roknað við 74 mill­ i­ó­num í avlopi, umframt ser­inn­tøkunum. Verða útreiðslurnar til Smyril og Teistan umroknaðir til pen­ gar yvir 20 ár, kunn u tær betala eina íløgu upp á 2,5 milliardir. Tí er spurningurin um vit hava ráð at lata vera við at gera undir­ sjó­var­tunlarnar, sigur An­finn Kallsberg Undirsjóvartunlar Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Ætlanin at gera un­di­r­sjó­var­ tun­lar til Sandoyar og Suð­ ur­oy­ar, koma alsamt eitt stig nærri. Og nú Løgtingið fer at við­gerða fíggjarlógina fyri næsta ár, kann staðfestast, at nú er aftur eitt stig tikið fram ímóti føstum sambandi til Sandoyar- og serliga til Su­ð­ur­oy­ar. Tað hevur leingi ligið í kortunum, at farið verður und­ir tunnil til Sands í allar­næs­tu framtíð, helst í 2008. Men nú heldur meirilutin í fíggjarnevndini, at lands­ stýr­ið eigur at fara undir eina samlaða verkætlan fyri ferðasambandið til Sand­oy­ar, Hest, Suðuroy og Skúvoy. Men her heldur meirilutin, sum er samgonguflokkarnir, at landsstýrið eigur at hug­ sað um eina alternativa fígg­ ing, har serliga rak­stra­r­kost­ nað­ur­in til Strandferðsluna verð­ur kapitaliseraður, tvs, um­rokn­að­ur til pengavirði. Tí verður mælt til, at landsstýrið ger eitt út­grein­ ing­ar­ar­bei­ði fyri at meta um eina alternativa farleið til Sandoyar og Suðuroyar Kunnu fíggja 2,5 mill­i­ar­ d­ir Víst verður á, at næsta ár er æt­lan­in at sigla fleiri túrar við Smy­r­li og til­sam­ans verða út­reiðs­ lur­­nar til siglingina hjá Strandferðsluna til Sand­oy­ a­r, Skúvoyar og Suðuroyar, 88,1 milliónir. - Sleppa vit undan hesi útreiðsluni og gera hana til eina íløgu í undir­sjó­var­ tun­lar ístaðin, klárar tað at forrenta eina íløgu upp á 2,5 milliardir, tey næstu 20 árini, sigur Anfinn Kalls­ berg. Hann sigur, at fyri hesa upphæddina ber til at gera fast samband til tær syðru oyggjarnar. - Vit kunnu eisini ímynda okk­um, at um 20 ár skulu vit hava ein nýggjan Smyril. Anfinn Kallsberg sigur, at tað kostar einar 55.000 krón­ur fyri kilometurin at gera ein undirsjóvartunnil. - Sostatt ber til at gera und­ir­sjó­var­tunnil úr Sandoy til Suðuroy fyri eina góða milli­ard og hetta er ikki stórt meiri enn raksturin av Smyr­li í góð 10 ár. Tó at eitt sindur kemur innaftur í inn­tøk­um. - Tí er tað ein spurningur, um vit hava ráð at lata vera at gera undirsjóvartunlarnar til Suðurøkið í Føroyum, sig­ur formaðurin í Fígg­jar­ nevn­di­ni. Hann vísir eisini á, at har undirsjóvartunlar eru gjørd­ ir, varð talan um rutur hjá Strand­ferð­slu­ni, sum góvu av­lop. So mikið størri verður vin­n­ing­urin, tá ið vit hugsa um, at til Sandoy, Skúvoyar, og serliga til Suðuroyar, er tal­an um rutur, ið geva stórt hall og sum landskassin lon­ gu nú brúkar slakar 90 milli­ ón­ir til, hvørt einasta ár, hóast nakað kortini kemur inn­aft­ur í ferðaseðlum. Hann staðfestir, at tølini eru eitt sindur leyðsliga mett. Men hann heldur, at per­ spek­tiv­ini eru løtt at fáa eyga á og tað er hendan bólt­in, vit spæla út nú, og í hesum visjónstíðum sakar tað onki at lufta tankan, legg­ur hann afturat. Hann sigur eisini, at hetta er eitt mál, sum er ikki sørt umrøtt í samgonguni. Annars mælir minnilutin til, at arbeitt verður fram í­mó­ti a bjóða Sand­oy­ar­tunn­ il­in út í 2008. -Undirsjóvartunlarnir skulu javntsetast við tunlarnar á landi og tí skal lands­kass­in yvirtaka út­reiðs­lur hjá undir­sjó­var­ tun­lu­num, hel­dur meirilutin í fígg­jar­ nevn­d­ini Undirsjóvartunlar Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Landið eigur at yvirtaka ein part av útreiðslunum hjá teimum báðum undir­sjó­var­ tun­lu­num í Føroyum. Tað heldur meirilutin í fígg­jar­nevn­d­ini, sum eru sam­gon­gu­flok­ka­rnir. Fíggjarnevndin er liðug at viðgera fíggjarlógina fyri næsta ár og nú skal so Løgtingið taka endaliga støðu. Tann viðgerðin byrjar í morgin árini, men enn ber ikki til at siga, hvussu drúgv, viðgerðin verður. Flyta útreiðslur Ein niðurstøða, sum meiri­ lut­in í fíggjarnevndini er kom­in til, at Landskassin eig­ur at átaka sær tað, sum tað kostar at reka teir báðar un­dir­sjó­var­tun­larnar. Og meirilutin heldur eisini, at landsstýrismaðurin í vinnumálum eigur at syrgja fyri, at hesar út­reiðs­ lur verða fluttar frá undir­sjó­ var­tun­lunum, yvir í lands­ kass­an. Vágatunnilin kostar 2,6 milliónir í rakstri um árið og Vágatunnilin kost­ar 3,1 millión í rakstri. Sos­tatt kosta báðir un­dir­sjó­var­tun­ lar­nir 5,7 milliónir í rakstri um ári. Her er talan um allan vanligan rakstur, umframt streym­nýt­slu­na hjá tun­lun­ um. Anfinn Kallsberg, for­ mað­ur í fíggjarnevndini sig­ ur, at hetta eigur at verða gjørt fyri at javntseta undir­ sjó­var­tun­lar­nar við allar hin­ar tunlarnar í landinum. - Sum støðan er nú, hava tun­nils­fel­øg­ini ábyrgdina av rakstrinum, eisini av vegunum til og frá tun­lu­ num. - Tað merkir, at tað eru tey, sum koyra ígjøgnum tun­lar­nar, sum betala hen­ dan kostnaðin. Hinvegin betalir lands­ kass­in alt, sum tað kostar at reka allar hinar tunlarnar í land­in­um og tann streymin, sum tunlarnir brúka. Tí halda vit at tað er rætt, at allir tunlar verða javnt­ settir, so at tað almenna be­tal­ir tað, sum tað kostar at reka allar tunlarnar. Anfinn Kallsberg vís­ir eisini á, at tá ið tun­lar­nir eru betaltir, fella teir til landskassan, sum tá átekur sæar allan raks­trar­kost­nað­ in. Harafturat arbeiðir sam­ gon­gan við ætlanum um undirsjóvartunlar til Sand­ oy­ar og Suðuroyar. Men teir fara neyvan at gjalda nevni­vert, hvørki til rakstur ella til rentur og avdrátt og tí kemur tað mesta av hes­ um útreiðslum at liggja í lands­kass­anum. - Tað, sum vit gera nú, er partvíst at taka hetta upp á forskot, leggur hann aftur­ at. Anfinn Kallsberg sigur, at her er talan um so lítlar upp­ hædd­ir, at tað fer neyvan at ávirka prísin at koyra í­gjøg­ num tunlarnar. Skulu fara undir tunn il til Sandoy beinanvegin Landið betala útreiðslur hjá undirsjóvar­ tunlunum Undirsjóvartunlar til Sandoy og Suðuroy komnir eitt stig nærri