Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-20, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. desember 2006síða 7

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 246 - 20. desember 2006 7 tíðindi Skattur og stjórnarskipan Hvat er skattur, og fløkist valdsbýtið, um løgtingið skal velja nevndina í Lands­ bankanum? Í tí nýggja Jóla­álitinum um nýggja stjórnarskipan eru fleiri kritiskar viðmerkingar, og m.o. er Bárður Nielsen ein teirra, sum setir spurnartekn við ymisk fíggjarlig viðurskifti í upp­ skotinum til stjórnarskipan POLITIKKUR Theodor E. D. Olsen theodor@sosialurin.fo Mánadagin varð álitið um nýggja stjórnarskipanarlóg handað løgmanni. Talan er um tað sokallaða Jólaálitið, sum er uppskot um, hvussu Føroyar kunnu stjórnast í framtíðini, sagt verður m.a. í álitinum, at “henda stjórn­ arskipan er fram um lóg­ ir”. Eitt sindur av kjaki hevur longu staðist av hesi orðing, og í Jólaálitinum eru eisini fleiri minnilutavið­merk­ ingar, sum kritiskt viðgera uppskotið til nýggja stjórn­ arskipan. Tríggjar av hes­ um viðmerkingum vórðu umrøddar í blaðnum í gjár. Ein annar av hesum við­ merkjarum er Bárður Niel­ sen, landsstýrismaður í fíggjarmálum og nevnd­ar­ limur í Stjórnarskipanar­ nevndini. Eins og Jóannes Eides­ gaard, løgmaður, staðfestir Bárður Nielsen m.a., at fløkjur í valdsbýtinum millum løgting og lands­ stýri kunnu standast av hesi nýggju stjórnar­skip­ anini. “Í uppskotinum eru ásetingar sum eru ivasamar í mun til valdstríbýtið í galdandi grundlóg. Stað­ festast kann ikki um ætlan­ in er, at Grundlógin skal verða galdandi saman við Stjórnarskipanini”, metir Bárður Nielsen. Hvat er skattur? Eisini eftirlýsir fíggjar­ málaráðharrin allýsingar ella definitiónir av hug­ tøkum. M.a. allýsingar av skatti, har hann t.d. sipar til § 65 í uppskotinum til stjórnarskipan, sum sigur, at eingin skattur skal líkn­ ast á uttan við lóg. Tó kunnu kommunur líkna skatt á við heimild í lóg. Hetta fer ikki aftur við borðinum hjá Bárði Niel­ sen: “Tað er neyðugt, at ein greið viðtøka fæst av hugtakinum skatti og meg­ in­regluni um, at eingin skattur skal líknast á uttan við lóg. Her verður t.d. hugsað um gjald til ALS og sjúkrakassar. Skattur kann ikki líknast á við afturvirkni. – Hvat skilst við orðinum líkna í mun til álagdur í § 41 í SSL, tað kann gerast ein trupulleiki við týdningum, sum hann verður nýttur í dag í skattahøpi. Tá hevði t.d. ikki verið møguligt at broytt líkningina hjá per­ sóni sum ikki hevur givið alla inntøku upp. Merkir skattur bæði beinleiðis og óbeinleiðis skattur?”, spyr fíggjarmálaráðharrin. Landsbankin Í § 72 stk. 2 í uppskotinum til stjórnarskipan stendur m.a., at løgtingið triðja hvørt eftir tilmæli frá løgmanni skal velja nevnd Landsbankans. Enn eina­ ferð metir Bárður Nielsen, at fløkja er komin í valds­ býtið millum løgting og landsstýri. “Her verður mett at verða í stríð við tríbýtta valdsbýtið, eftirsum løgtingið partvís fær fyri­ sitingarligan myndugleika yvir málsøkjum, sum ikki verða latin landsstýrinum. Eisini verður spurningur reistur, um Landsbankin, sum virksemi ella stovnur, eigur at verða ásettur í lógini. Hvørji fíggjar- og búskaparmál verður hugs­ að um, at Landsbankin skal umsita?”, skrivar Bárð­ ur Nielsen. JVC STEREO anlegg við DVD Spælir DivX og DivX ultra. 2 x 60 W rms. USB inngangur á frontinum Einans 2.498 JVC boomblastari 2 x 10 W hátalarir + 2 x 20 W super woofer. Spælir fl øgur við Mp3. Innbygdan guitar for- sterkara. Radio við 30 stationum. Fjarstýring. Einans 2.498 THOMSON ghettoblastari Spælir fl øgur við mp3. Radio tunara (digitalur). LCD skíggja. 2 x 10 W. Fjarstýring Einans 698 Á Hjalla · Tel 31 54 15 Jólagávuhugskot frá DAMOR Einans 698 AMITECH 30” fl atskermur Upploysn 1280 x 720. Scart og component inngang Fótur sum kann snærast Einans 6.998 Í uppskotinum til stjórnarskipan eru ásetingar, sum eru ivasamar í mun til valdstríbýtið í galdandi grundlóg, heldur Bárður Nielsen Tórshavnar Manskór jólakonsert í Müllers Pakkhúsi KONSERT Í annaðkvøld, hóskvøldið 21. desember, kl. 20.00 verður hugnalig jólakon­ sert við Tórshavnar Mans­ kóri í Müllers Pakkhúsi. Sungnir verða m. a. onkrir av sangunum, sum kórið hevur vant í sambandi við 20. ára hátíðarhaldið hjá kórinum, sum verður í Norðurlandahúsinum 3. februar 2007. Ætlanin við tiltakinum er, at fólk kunnu taka sær ein steðg í øllum jóla­ turninum, lata frið falla á seg og njóta góðan sang og tónleik í hugnaligum jóla­ umhvørvi. Aftan á konsertina bjóðar Manskórið kakao/kaffi og holukøkur. Tiltakið kostar 100 kr.