mikudagur 20. desember 2006síða 8
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 246 - 20. desember 2006
Einans nakrar fáar
dagar eftir, at tað varð
almannakunngjørt,
at FaroeJet fór í
gjaldssteðg, arbeiða
gomlu starvsfólkini
í FaroeJet við at
stovna eitt nýtt
flogfelag. - Alt ber
til, um vit fáa kapital
og ein vegvísara,
sigur Oddmar á
Høgabóli, fyrrverandi
flogskipari á FaroeJet
NÝTT FLOGFELAG
Heini S. Kristiansen
Heinik@sosialurin.fo
Knút Lutzen, nevndarfor
maður í FaroeJet, segði í
Degi & Viku í gjár, at tað
fer at verða seinur dagur,
áðrenn nakar háttaði sær
undir at stovna eitt nýtt
flogfelag í Føroyum, um
kappingarfortreytirnar ikki
broytast. Tað sær tó út til,
at tað møguliga verður
stovnað eitt nýtt flogfelag í
nærmastu framtíð. Oddmar
á Høgabóli, fyrr verandi
flogskipari hjá FaroeJet,
sigur, at starvsfólkini í
FaroeJet sera fegin vilja
vera við til at stovnað eitt
nýtt felag.
– Alt ber til, um vit fáa
kapital og ein vegvísara,
sigur Oddmar.
Gjaldssteðgurin
kom óvart á
Oddmar sigur seg hava 36
starvsfólk, sum starvaðust
hjá FaroeJet, aftanfyri seg.
Oddmar var sjálvur flog
skipari umborð á Sóljuni
hjá FaroeJet.
Hann sigur, at tað kom
sera óvart á tey øll, tá ið tað
varð kunngjørt, at FaroeJet
fór í gjaldssteðg.
– Tað hevur riggað sera
væl í luftini, og vit hava
havt eina góða tænastu.
Tað manglaðu ikki nógv í
til at raksturin skuldi mala
runt. Tí gjørdust vit sera
bilsin, tá ið vit hoyrdu
um gjaldssteðgin, sigur
Oddmar.
Á skriviborðinum
Ætlanir eru nú um at útvega
kapital til eitt nýtt flogfelag.
Sigast má, at ætlaninar
eru enn sera óítøkiligar.
Tað er so stutt síðani, at
starvsfólkini
frættu,
at
FaroeJet var farið í søguna.
Tí er hendan nýggja ætlanin
ikki komin longur enn til
skriviborðið.
– Vit vóru 36 fólk knýtt at
FaroeJet. Ikki øll arbeiddu
fulla tíð. Vit hava eitt gott
orð á okkum, og vit hava
førleikan til at reka eitt
flogfar. Okkum manglar
bara neyðuga kapitalin og
eitt flogfar, sigur Oddmar.
Hann hevur góðar vónir
um, at tað fer at bera til
at útvega kapital til eitt
møguligt nýtt flogfelag.
– Tað er ongantíð lætt at
byrja nakað. Tað var eisini
trupult at byrja FaroeJet.
Men um vit fáa peningin,
eri eg vísur í, at tað kann
bera seg. Okkum manglar
ein leiðara, sum hevur skil
fyri sølu. Hesin skal skaffa
okkum neyðuga kapitalin,
sigur Oddmar.
Væntar stuðul
Fólkini vilja fegin flúgva,
og tey vóna, at nýggja
flogfelagið verður veruleiki.
Oddmar væntar eisini, at
starvsfólkini stuðla hesa
ætlanina, hóast hann onga
vissu hevur fyri tí.
– Sum eg havi skilt, eru
fólk áhugað í hesum. Vit
vilja fegin flúgva. Vit hava
tað, sum verður kallað fyri
human
resources,
men
okkum væntar kapital og
leiðslu. Vit hava onkran
persón í hyggju, men eg vil
ikki nevna nakað navn. Tað
verður nú í næstum, at vit
fara at ringja runt til fólk.
Eg vænti, at vit fara eitt
síggja okkurt áðrenn alt ov
leingi, sigur Oddmar.
Hóast hetta einans líkist
tankaspæli í løtuni, so kann
tað tó knappliga gerast
veruleiki.
– Tað gekk eitt ár frá
vit fingu hugskotið um
FaroeJet, til flogfarið fór á
flog, sigur Oddmar.
Flúgva ikki í Føroyum
Hann væntar, at nýggja
flogfelagið fer serliga at
leggja seg eftir rutuflugving
uttanfyri
landoddarnar.
Møguliga eisini frakt.
– Tað er torført at
kappast í Føroyum. Vit
mugu bara hyggja eftir
veruleikanum og staðfesta,
at møguleikarnir eru helst
betri aðrastaðni. Tó vilja vit
fegin í framtíðini flúgva til
Føroya, sigur Oddmar, sum
væntar, at tað verður stórur
áhugi fyri at arbeiða hjá
hesum felagnum.
– Tað eru starvsfólkini,
sum starvaðust hjá Faroe
Jet, og tað eru eisini nógvar
flogternur, sum búgva í
Danmark. Tað er ikki vist,
hvar høvuðsstøðin skal
vera. Tað er ikki vist, at hon
verður í Føroyum, sigur
Oddmar.
– Allir møguleikar eru
opnir. Alt ber til, um vit fáa
ein vegvísara, sigur Oddmar
á Høgabóli at enda.
Nýtt føroyskt flogfelag á veg
Hetta sigur Oddmar
á Høgabóli, sum
arbeiðir við at útvega
stuðul og kapital til
eitt nýtt flogfelag.
– Um vit høvdu havt
eina góða leiðslu, sum
dugdi at selja okkara
vøru, hevði tað 100
% vist gingið, sigur
Oddmar um sína tíð í
FaroeJet
NÝTT FLOGFELAG
Heini S. Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
– Vit høvdu eina góða tæn
astu í luftini, men fólkini
á jørðini gjørdu ov nógvar
feilir. Millum annað við
mátanum, tey valdu at
selja ferðaseðlarnar. Vit
høvdu eina góða vøru, men
leiðslan dugdi ikki at selja
hana. Eg trúgvi, at nevndin
hevur valt leiðsluna eftir
bestu sannføring, men tað
vóru bara ikki røttu per
sónarnir, sigur Oddmar.
Hann gevur tó ikki ein
ans leiðsluni skuldina fyri
at FaroeJet mátti gevast.
Kappingarneytin (Atlants
flog, blaðm.) hevur eisini
gjørt sítt.
– Tað er sera torført
at kappast í Føroyum
móti
einum
almennum
flogfelag. Tað tóktist, sum
at kappingarneytin bara
vildi hava okkum burtur.
Áðrenn FaroeJet byrjaði at
flúgva, flugu teir 3 ferðir
til Keypmannahavnar. Tá
ið vit komu í flúgving, fór
kappingarneytin at flúgva
4 ferðir, sigur Oddmar.
Hevði borið seg
við aðrari leiðslu
Tó heldur Oddmar, at Faroe
Jet hevði ikki farið í søguna,
um leiðslan var ein onnur.
– Um vit høvdu havt eina
góða leiðslu, sum dugdi at
selja okkara vøru, hevði
tað 100 % vist gingið. Vit
høvdu eina sera góða tæn
astu í luftini, og kundarnir
vóru sera væl nøgdir. Leiðsl
an fekk nógv góð ráð, men
tey vildu ikki lurta eftir.
Kanska skuldi tey havt valt
fólk við størr i royndum
innan stýring og sølu, sigur
hann.
Fyrrverandi flogskipari hjá FaroeJet:
- FaroeJet hevði borið
seg við aðrari leiðslu
– Alt ber til,
um vit fáa
kapital og
ein vegvísara,
sigur
Oddmar á
Høgabóli
- Um vit høvdu havt eina góða leiðslu, sum dugdi at selja okkara vøru, hevði tað 100 % vist gingið, sigur Oddmar á Høgabóli