Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-20, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. desember 2006síða 9

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 246 - 20. desember 2006 9 tíðindi Excenterslípari 200 watt Einans 198 Multimaskina 135watt. Nógv eyka tilhoyr. Einans 198 Rystipussari 280watt Einans 198 Á Hjalla · Tel 31 54 15 Jólagávuhugskot frá DAMOR Skrúvumaskina 3,6v Nógv eyka tilhoyr Sera lítil og handug Einans 298 umaskina 3,6v tilhoyr g handug ns 298 Rættiliga fitt av fólki var komið saman, tá Flemming og bólkur hansara í gjárkvøldið bjóðaðu til konsert í Miðlahúsinum í Vágsbotni Konsert Orð & myndir: Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Tá Flemming og bólkurin hansara í gjárkvøldið skipaðu fyri tiltakið í Miðlahúsinum, var talan um meira enn bert eina vanliga konsert. Til­takið var eitt bland av film- og myndaframvísing hjá Flemmingi, tónleiki og frásøgnum, serliga frá­søgn­ um um lívið hjá Flemmingi millum Achéindianararnar. Tónleikurin er rættiliga føroyskur í tí. Hetta eyðkenda slagið av bygdasligum blandi av blús, kontri og fólka rokki, sum veruliga rakar føroysku fólkasálina mitt í hjarta. Tó skal sigast, at hesin tónleikur vanliga ikki altíð hevur so góðar treytir. Ofta er hann illa spældur og sungin, men við einum bólki við nøkrum av okkara bestu tónleikarum, gav Flemming hesum tónleikinum veingir og skapti eina serliga, hugna­ liga og fyrst og fremst erliga tónleikaløtu. Fólk tyktist at hugna sær, og hølini vóru á tremur við hugna hesa løtuna. Við sær hevði Flemming tón­leik­ar­ ar­nir, ið eisini eru á fløguni hjá honum. M.a. sonin og gittarúrmælingin Benjamin Petersen. Á trummum var Brandur Jacobsen, á bassi Arnold Ludvig, á trompet Ólavur Olsen og á tangentum Gunnar Guttesen. Eisini vóru tveir gestatónleikarar, ið fóru á pallin í summum løgum. Regin Jacobsen á harmoniku og frálíka Guðrið Hansen, ið sang saman við Flemming. Røddin hjá Guðr­ ið var sum vant ein sonn frægd at hoyra. Tónleikurin, ið tey spældu var løgini av fløguni hjá Flemming, Knúsandi Løgur. Hetta er eitt sindur hilla-di- hey, men nakað av tí besta hilla-di-heynum, ið er gjørt í Føroyum. Ætlanin var upprunaliga, at fløgan hjá Sic skuldi liggja undir jólatrænum hjá øllum málmselskandi føroyingum, men hetta varð av ongum, limirnir í bólkinum vænta, at hon kemur út í januar. Men fyri at øll tey, ið elska tunga tónleikin hjá bólkinum ikki skulu hava eini heilt turrislig jól, so hevur Sic lagt enn eina smakksroynd uppá fløguna á Myspace síðu sína. Talan er um lagið Reach Inside, til ber heilt ókeypis at hoyra lagið á HYPERLINK „http://www. myspace.com/sicsix6“ \t „_ blank“ http://www.myspace. com/sicsix6 nud Sic gevur fjepparum sínum jólagávu Hugni við Flemming í Miðlahúsinum Røddin hjá Guðrið Hansen var sum vant frálík Flemming vísti myndir og filmar á løriftinum aftan fyri seg, meðan hann spældi og sang um upplivingarnar millum Acheindianarar