mikudagur 20. desember 2006síða 10
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 246 - 20. desember 2006
Mánadagin varð endaliga álitið frá Stjórnarskipanar
nevndini handað løgmanni í Tinganesi. Greitt er, at tað
liggjar nógvir arbeiðstímar og eitt sera stórt arbeiði undir
hesum álitinum. Mangt áhugavert er í álitinum, sum givið
fer at fáa nógva umrøðu í bæði fjølmiðlunum og í tí
politisku skipanini annars. Vit á blaðnum vilja í hvussu
gera okkara til, at álitið fær ta umrøðu tað eigur og annars
at leggja upp til eitt breitt alment orðaskifti um teir
mongu so týðandi spurningarnar, sum nomið verður við í
álitinum, sum viðvíkja okkara framtíð sum tjóð.
Álitið um nýggju stjórnarskipanina er sera áhugavert,
og tað er týdningarmikið, at eitt so týðandi stig
sum nýggj stjórnarskipan verður viðgjørt seriøst og
krittiskt. Í sjónvarpinum í gjár sá tað tó út til, at kjakið
druknaði í partapolitikki. Tað vil so altíð gerast partur
av orðaskiftinum, hinvegin er hetta málið so stórt og
so grundleggjandi fyri okkum øll, at tað er at vóna, at
allir flokkar lyfta seg upp um tað oftani lítið gevandi
flokspolitiska keglið.
Vert er eisini at leggja til merkis alt fyri eitt, at tað í
Jólaálitinum eru nakrar minnilutaviðmerkingar, sum eru
krittiskar móti ymiskum punktum. Ein av greinunum,
sum heilt givið fer at fáa nógva umrøðu, og sum m.a.
Jóannes Eidesgaard, løgmaður hevur funnist at, er, har tað
verður skotið upp, at løgmansembætið kann umskipast
við tinglóg.
Hetta er sera óheppið fyri lógararbeiðið sigur løgmaður
við Sosialin í gjár. Hann vísir á, tað, sum verður skrivað
løgmansembætið, at tað kann umskipast við tinglóg. Tað
ber ikki til, tí hetta er í andsøgn við grundarlagið fyri
stjórnarskipanarsmíðinum, tí hugsanin er, at grundleggjandi
broytingar krevja broytingar í stjórnarskipanini. Tað er
sera løgið, og í stríð við andan í teirri nýggju skipanini,
at staðfestingarrætturin hjá løgmanni kann flytast til
tingformannin við tinglóg. Staðfestingarrætturin er ein so
týdningarmikil og grundleggjandi heimild hjá útinnandi
valdinum, at tað er ikki rætt at taka hesa heimild frá
løgmanni, og kann tað, sambært uppskotinum, fremjast
við broyting í tinglóg (sí § 59, stk. 3). Staðfestingarrættin
skal løgmaður hava, og skulu broytingar fara fram
hesum viðvíkjandi, skal henda grundleggjandi broytingin
fremjast við broyting av stjórnarskipanini sigur løgmaður
í viðmerkingini.
Vit síggja tí longu nú, at her er talan um ein rættiliga
principiellan spurning um valdsbýtið millum løgting og
landsstýri, sum Bárður Nielsen eisini vísir á. Høgni Hoydal
sigur í minnilutaviðmerking seg vera heitan fyri einum
møguligum forsetaembæti, men ávarar ímóti, at løgmaður
skal hava heimild til at seta landið í undantaksstøðu.
Kaj Leo Johannesen vil hava stjórnarskipanina at vera
undir donsku grundlógini og heimastýrislógini. Men í
uppskotinum stendur, at „henda stjórnarskipan er fram
um lógir.”
Ein minniluti í serfrøðingabólkinum við m.a. Jóannesi
Hansen, samfelagsfrøðingi, mælir m.a. til, at tingið skal
góðkenna uppskot til landsstýrismenn. Bólkurin mælir
eisini frá, at løgmaður skal staðfesta lógir, tá hann einki
lóggávuvald hevur. Her nógv at tríva í, og tað fara eisini
vit at gera komandi tíðina.
Sosialurin
Endaligt álit um
stjórnarskipan
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi
– meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan
verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum
innsendum greinum – annars verða tær ikki
prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki
at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum
ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar
– greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn,
verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um
pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa
tilfarið umvegis teldupost ella á diskli.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Bjarta Joensen bjarta@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo
Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Kykmyndir:
Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1330
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðslan
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
SAMBAND
eirikur lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Mín mál
setningur
Tann seinasta mánaðin
havi eg regluliga við
greinastubbum og í kring
varpi viðgjørt evnir, ið
avgjørt treingja til at
strammast upp.
Evnini eru hesi:
Sáttmálin skal
haldast
Munandi hægri
pensjón
Avrokning til tíðina
Betri arbeiðsum
hvørvi
Betri tryggingar
viðurskiftir
Stabilar sáttmálar
Útgjald frá Als.
Betri tænastu frá
F. F.
Eitt viðkomandi
F. F.-blað
Valið skuldi verið einfalt.
Eg fari tí at biðja allar
sjómenn krossa seðilin,
meðan hann enn liggur
á køksborðinum, og fáa
hann í postkassan, áðr
enn hann verður gloymd
ur.
Nýggj tíð skal koma.
Dan R.
Petersen
Fyri nakað síðan samtykti
Løgtingið at útlendsk sam
tøk ella einstaklingar ikki
skulu eiga meirilutan í
fyritøkum í føroysku fiski
vinnuni. Nú skuldi ein trú
at alt var so sára væl. Tá
Løgtingið hevur samtykt
eina lóg so sleppur væl
eingin væl frá at bróta
lógina? Hetta skuldi verið
greitt. Og eitt ting, sum
hevur virðing fyri sær
sjálvum og sum ynskir, at
onnur hava virðing fyri tí,
skipar væl saktans skipa
fyri at so er!
Nú hendi so tað, sum
vit øll vita, at onkur er
so “formastiligur” at hann
brýtur hesa lógina! “Big
time” enntá. Og vit áttu at
hildið okkum um høvdið
og sagt: Nú verður heilt
galið. Hatta fær álvarsligar
avleiðingar. Nú rulla høvd
– nú verða fiskirættindi inn
drigin aftur – nógvir pengar
mistir – stór skandala.
– Men gakk. Helst er tað
gamla søgan, at har vóru
ov nógvir pengar uppi í,
ov stór makt og politisk
ávirkan var galdandi. Vina-
og kenningapolitikkur eis
ini, væl saktans.
Tað var ein nevnd hjá
Løgtinginum, sum avdúk
aði at her var okkurt spinn
andi galið. Vit høvdu altso
frá hægsta stað fingið stað
fest at lógin var brotin!
Restin skuldi so bara verið
procedura, ella vanligur
arbeiðsháttur: Tann seki
verður funnin og verður
“behørliga” straffaður. Her
er tað at øll vanlig procedura
heldur upp og vrøvlið kem
ur inn. Málið verður lagt
fyri tingið. Løgtingið fær
at vita frá einum av sínum
egnu nevndum at ein av
teirra egnu lógum er brotin.
So verður farið fram so
sum lógin skrivar? Eg
meini løgtingið eigur væl
ikki at gera mannamun?
“Eingin” eigur at sleppa
væl frá at bróta løgtingsins
lógir? – ella hvat? Kortini
hendir tað fantastiska, at
bara ein tinglimur heldur, at
soleiðis eigur at vera. Onkur
sigur at hesin tinglimurin
hevur fingið missálit á seg
sjálvan. Eg haldi ikki tað
vera logiskan hugsanarhátt.
Hesin tinglimurin er tann
einasti, sum IKKI hevur
fingið missálit. Tað hava
tvørtur ímóti ALLIR hinir.
Í hesum málinum hava vit
tíverri 31 vrøvlhøvd á tingi
og eitt skilafólk. Tað er mín
niðurstøða.
Nú eri eg ikki løgfrøð
ingur, men mær vitandi er
tað nakað sum eitur fyridømi
innanfyri rættarskipanina.
Hereftir vildi eg hildið, at
ein og hvør frítt kann bróta
løgtingsins lógir vísandi
til áðurnevnda fyridømi?
Løgtingið hevur jú sjálvt
sagt, at tað er í lagi at
bróta lógina! Tað skal
onga avleiðing hava (bara
nóg nógvir pengar eru inn
blandaðir – væl saktans
– og kennskapurin er í
lagið)? Eg meini – hvat skal
fiskimálaráðharrin gera við
tann næsta, sum selur skip
og føroysk fiskirættindi til
útlendskan kapital? Er tað
lógina hann skal umsita
eftir? Ella eru tað onnur
fyrilit? Vit onnur standa
spyrjandi...
Nei – Kári Højgaard
hevur ikki fingið missálit á
seg í hesum málinum. Tað
hava hini 31 – givið sær
sjálvum!
“Med lov skal land
byggest”,
verður
sagt.
Hvussu skal ein byggja
land, tá tingið sjálvt heldur,
at tað er í lagið at bróta
lógina? Tað verður stuttligt
at síggja hvussu tey greiða
seg úr hesi fløkjuni (tey
enn einaferð) hava vavt seg
inni í. Eg kundi dulnevnt
meg “Spurin”, men eg seti
av prinsippi altíð mítt navn
undir. Eg ynski løgtings
limum góðan bata og góð
jól.
Vrøvlting ella Løgting?
Sonni
Jacobsen