mikudagur 20. desember 2006síða 18
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 246 - 20. desember 2006
tíðindi
Føroyska fólkið
er í tvíningum, tá
støða skal takast til
sokallaðar etiskar
spurningar. Tað vísir
nýggj veljarakanning
hjá Fynd
Veljarakanning
Heini í Skorini
heini@sosialurin.fo
400 føroyingar svaraðu í
seinastu viku spurningum
í sambandi við stóra velj
arakanning hjá Fynd. Partur
av
hesi
veljarakanning
snúði seg um sokallaðar
etiskar spurningar sum t.
d. fosturtøka, støða teirra
samkyndu, rúsdrekkalóg
gávan, sambandið millum
stat og kirkju og orðingarnar
um kristindómin í útkasti
til nýggja føroyska stjórn
arskipan.
Og endaligu tølini gera
greitt, at føroyska fólkið
er í tvíningum í sambandi
við slíkar spurningar (sí
spurningar og úrslit niðast
á síðuni). Veljarakanningin
avdúkar, at slíkir spurningar
kloyva tjóðina í tvey. Onku
staðni hómast ein støddar
munur millum ja-sigarar
og nei-sigarar til ymsu
spurningarnar, men í heila
tikið er trupult at fáa eyga
á markantar meirilutar og
minnilutar. Í øllum fimm
spurningum, Fynd setti før
oyska veljaranum, er talan
tvørturímóti um tveir javnar
bólkar, sum býta seg kring
miðjuna.
Spurningarnir
Fimm spurningar vórðu
orðaðir í sambandi við júst
henda partin av kanningini.
Í spurninginum um at skoyta
“kynsliga orientering” uppí
grein 266b í revsilógini,
sum varð samtykt í tinginum
fríggjadagin, svarar helvtin
av teimum spurdu nei,
meðan 38 prosent siga ja.
Viðvíkjandi spurninginum
um, hvørt fosturtøka skal
vera lóglig fram til 12. viku
ella ikki, liggja partarnir
stavn um stavn, meðan um
10 prosent siga seg ikki vita.
Síðani ynskir ein hampiligur
meiriluti á 57 prosent, at rús
drekka skal kunna keypast í
matvøruhandlum, og í fjórða
spurninginum er sera javnt
í spurninginum um, hvørt
orðingin um kristindóm í
grein 11 í útkasti til nýggja
føroyska
stjórnarskipan
skal standa har ella ikki.
Í seinasta spurninginum,
sum snýr seg um relatiónir
nar millum løgting og fólka
kirkju, eftir at fólkakirkjan
er yvirtikin, er ein lítil
meiriluti á 48 prosent ímóti
at privatisera fólkakirkjuna,
sum t. d. Svøríki gjørdi í
2000, sum norska stjórnin
nú er farin í holt við, og
sum dúgliga verður kjakast
um í Danmark.
Tvíningar
Niðurstøðan til henda partin
av kanningini hjá Fynd tyk
ist vera, at sonevndir etiskir
spurningar býta føroyska
fólkið í tvey. Og tað ger
tað trupult hjá politisku
flokkunum at taka slíkar
spurningar upp sum floks
mál. Bæði løgmaður og
andstøðuleiðari hava ann
ars rørt fram undir, at slíkir
spurningar møguliga áttu at
verið viðgjørdir sum floks
mál undir komandi lands
fundum, men kanningin
bendir á, at tað kann koma
at kosta dýrt at taka støðu til
slíkar spurningar, t. d. í eini
stevnuskrá. Flestu føroysku
flokkarnir hava nevniliga
ikki havt ta siðvenju at
organisera seg í mun til
slíkar spurningar áður.
Stóri spenningurin er so,
hvussu politisku flokkarnir
fara at fyrihalda seg til slíkar
spurningar í framtíðini, og í
hvønn mun spurningar um
m. a. fosturtøku, rúsdrekka,
fólkakirkju, samkynd o.s.fr.
fara at mynda eitt komandi
valstríð um eitt lítið ár.
Skal »kynslig orientering« skoytast upp í grein 266b
í revsilógini?
Ja
182
38,72%
Nei
236
50,21%
Veit ikki/vil ikki svara
38
8,09%
Ógreitt
14
2,98%
Tilsamans
470
100,00%
Skal frí fosturtøka verða lóglig fram til 12. viku?
Tal
Prosent
Ja
199
42,34
Nei
206
43,83
Veit ikki/vil ikki svara
52
11,06
Ógreitt
13
2,77
Tilsamans
470
100,00%
Skal tað bera til at keypa alkohol í matvøruhandlunum?
Tal
Prosent
Ja
270
57,45
Nei
190
40,43
Veit ikki/vil ikki svara
8
1,70
Ógreitt
2
0,43
Tilsamans
470
100,00%
Í útkasti til nýggja stjórnarskipan stendur, at »Løgtingið
kann veita kristnitrúnni serligar sømdir, tó uttan at gera
seg inn á aðrar fatanir«. Skal tílík orðing við í nýggja
stjórnarskipan?
Tal
Prosent
Ja
165
35,11
Nei
206
43,83
Veit ikki/vil ikki svara
93
19,79
Ógreitt
6
1,28
Tilsamans
470
100,00%
Fólkakirkjan erí dag partur av statinum, Skal henda
støða verða galdandi eftir at løgtingið ehvur yvirtikið
fólkakirkjuna?
Tal
Prosent
Ja
229
48,72
Nei
178
37,87
Veit ikki/vil ikki svara
61
12,98
Ógreitt
2
0,43
Tilsamans
470
100,00%
Etiskir spurningar
kloyva tjóðina
- Fiskivinnan er
ein so stórur og
týðandi partur av
okkara samfelag, at
avgerðarrætturin á
fiskivinnuøkinum
ikki kann sleppast
av hondum í einum
møguligum ES-
limaskapi, sigur
Bjørn Kalsø, lands
stýrismaður í fiskiv
innumálum
Føroyar og ES
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Skulu Føroyar umfatast av
limaskapi í ES?
Soleiðis ljóðar ein av
spurningunum í spurnar
kanningini, sum Fynd júst
hevur gjørt.
Úrslitið av svarunum, sum
tey spurdu hava givið, er
søguligt á tann hátt, at hetta
er fyrstu ferð nakrantíð, at
ein meiriluti av teimum,
sum svara ja ella nei, eru
fyri ES-limaskapi.
40% taka undir við, at
Føroyar gerast limur í ES,
meðan 36,5% siga nei til
limaskap.
Havast skal í huga, at út
við ein fjórðingur av teim
um spurdu vita ikki – ella
eru í iva um føroyskan ES-
limaskap.
Eingin ”útsøla”
Tað er eingin loyna, at ein
teirra, sum hevur verið heitur
talsmaður fyri einum nærri
føroyskum tilknýti til ES
– fyri ikki at siga beinleiðis
ES-limaskapi - er formaður
Sambandsfloksins, Kaj Leo
Johannesen, sum eisini er
vinnulívsmaður.
Tá ið okkara fiskimála
ráðharri,
Bjørn
Kalsø,
eisini er sambandsmaður,
hava vit spurt hann, hvat
hann heldur um úrslitið
av kanningini, sum Fynd
hevur gjørt.
Bjørn leggur dent á, at
Sambandsflokkurin onga
felags niðurstøðu hevur um
møguligan føroyskan ES-
limaskap.
- Hetta er eitt ógvuliga
viðbrekið mál, serliga við
atliti til okkara fiskivinnu,
sum er so stórur og avger
andi partur av okkara lívs
grundarlagi.
Bjørn Kalsø heldur, at
kanningin hjá Fynd skal tak
ast við varsemi og fyrivarni,
tá ið ein so stórur partur av
teimum spurdu, eru í iva.
Landsstýrismaðurin er
avgjørt ikki fyri, at føroy
ingar fara at ofra stýringina
av fiskivinnupolitikkinum í
einum limaskapi við ES.
- Avgerðarrætturin á fiski
vinnuøkinum ikki kann
sleppast av hondum, leggur
hann dent á.
Hann vísir á, at tá ið
formaður Sambandsflok
sins hevur tosað um nærri
tilknýti til ES – og møgu
ligan ES-limaskap - hev
ur eisini verið víst á, at
Føroyar sum tjóð mugu
taka fyrivarni fyri fiski
vinnupolitikkinum
og
umsitingini av tilfeinginum
í havinum.
Samstarv úteftir
- Sjálvandi eiga Føroyar
eins og onnur lond at hava
samstarv út í heimin, men
samstundis mugu vit á fiski
vinnuøkinum hava okkara
serstøðu í huga.
Bjørn Kalsø heldur, at
føroyingar eiga at hyggja
at, hvat okkara grannatjóðir
– og tá serliga Ísland og
Noregi – gera á hesum øki.
- Eg meini í hvussu
er ikki, at tað hevði ver
ið rætt av okkum at givið
burtur stýringina á fiski
vinnuøkinum, tá ið fiski
vinnan hevur so ómetaliga
stóran týdning fyri okkara
samfelag, leggur lands
stýrismaðurin dent á.
Hann ásannar hinvegin, at
tað ikki er nøkur gongd leið
hjá føroyingum at ”lukka
okkum úti” frá altjóða sam
starvi.
- Men skulu vit hava eitt
nærri tilknýti til ES, mugu
vit vita púra greitt, hvussu
f iskivinnupolitikkurin
”figurerar” í øllum hesum
spælinum, sum hann tekur
til.
Handilsavtalan
Bjørn Kalsø heldur, at tað,
sum føroyingum eigur at
liggja fremst í huganum,
er, at okkara handilsavtala
við ES verður so góð, sum
yvirhøvur tilber.
- Í Tinganesi verður stórt
arbeiði gjørt til tess at betra
um okkara atgongd til ES,
og í hesum arbeiði verður
eisini strembað eftir, at
vit fáa í lag eina avtalu,
sum líkist fríhandli millum
Føroyar og ES.
Landsstýrismaðurin sig
ur, at tá ið tosað verður um
føroyskan ES-limaskap, er
talan um heilt onnur við
urskifti enn bert eina hand
ilsavtalu, tí tá hongur so
ógvuliga nógv annað uppi
í hesum.
- Eg eri avgjørt ikki fyri,
at vit geva avgerðarrættin á
fiskivinnuøkinum frá okk
um, leggur Bjørn Kalsø enn
einaferð dent á.
Bjørn Kalsø, landsstýrismaður:
Avgerðarrætturin
varðveitast á før-
oyskum hondum
– Skulu vit hava eitt nærri tilknýti til ES, mugu vit vita púra greitt, hvussu fiskivinnupolitikkurin
”figurerar” í øllum hesum spælinum, sum landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Bjørn Kalsø,
tekur til. Her situr hann í práti við norska fiskimálaráðharran
Mynd: Vilmund Jacobsen