mikudagur 20. desember 2006síða 17
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 246 - 20. desember 2006
17
tíðindi
Jóannes Eidesgaard
metir, at eitt fakligt
kunningararbeiði um
ES er neyðugt. Hann
ávarar um, at vit
gjøgnum Danmark
fara upp í ES, eins
og Áland fór upp í
gjøgnum Finnland
POLITIKKUR
Theodor E. D. Olsen
HYPERLINK ”mailto:
theodor@sosialurin.fo”
theodor@sosialurin.fo
- Tað sum eyðkennir ES-
debattina er, at vit ikki
hava havt nakra veruliga
marknaðardebatt.
Hetta
fyllir lítið í kjakinum, sig
ur
Jóannes
Eidesgaard
í viðmerking til ta fesku
kanningina, sum staðfestir
ein meiriluta fyri føroyskum
ES-limaskapi.
Hann
leggur
serliga
merki til, at næstan ein
fjórðingur ikki sigur seg
hava nakra meining um
hendan spurning, og heldur
tí, at her krevst okkurt
munadygt.
- Her er eitt politiskt
arbeiði, sum skal gerast fyri
at ávirka tann fjórðingin,
sum enn ikki hevur tikið
støðu, tí slíkir spurningar
skulu viðgerast á einum
tryggum fakligum grund
arlagi.
- Kanningin ber brá av,
at tað fakliga grundarlagið
skal styrkjast, men um
hendan kanningin setir
kjak í gongd, er endamálið
rokkið, sigur løgmaður,
ið leggur afturat, at hetta
málið ikki er so einfalt.
Missa rættindi
og tamarhaldið
á fiskivinnuni
- Hesin spurningurin kann
býtast í tvey. Fyri tað fyrsta
missa vit tamarhaldið á
fiskivinnuni, um portugisar,
spalniólar ella bretar koma
hendanvegin at fiska, sig
ur Jóannes Eidesgaard,
sum heldur, at hóast vit
eisini sleppa at fiska í ES-
sjógvi, so koma at stýra
okkara fiskivinnu, og at tað
verður ES, sum kemur at
samráðast fyri okkum um
fiskirættindi.
- Fyri tað næsta er tað
tann ríkisrættarliga støðan.
Vit eru partur av Danmark.
Vit sóu, at tá Áland fór
upp í sum partur av finska
ríkinum, fingu tey onga
ávirkan, heldur Jóannes
Eidesgaard.
Spurdur, um hann hev
ur nakra viðmerking til, at
Hergeir Nielsen úr Tjóð
veldisflokkinum gevur hon
um skyldina fyri, at fólkið
er ørkymlað av vantandi
uttanríkispolitiskum úrslit
um hjá løgmanni, sigur
Jóannes Eidesgaard speisk
liga, at hendan útsøgnin
undrar hann ikki, tí Hergeir
Nielsen hevði givið honum
skuldina fyri tað vánaliga
veðrið, um hann kundi.
- Hergeir Nielsen tosar
ímóti betri vitan, sigur
Jóannes Eidesgaard, og
vísir á, at hann metir, at
tað ongantíð er hent so
nógv á uttanríkispolitiska
økinum sum nú, og nevnir
m.a., at kannað verður um
møguleiki er fyri EFTA-
limaskapi, og at samstarvið
við ES er styrkt.
Hergeir Nielsen,
framsøgufólk Tjóð
veldisfloksins í uttan
ríkismálum, gevur
løgmanni skuldina
fyri, at ein meiriluti
er fyri at lima Føroyar
inn í ES
POLITIKKUR
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
- Tað ljóðar ørkymlandi, at
ein meiriluti av fólkinum
hevur ta støðuna til hetta
stóra mál, sum ein meiriluti
í Løgtinginum ikki hev
ur. Tað
sigur
Hergeir
Nielsen,
framsøgufólk
Tjóðveldisfloksins í uttan
ríkismálum, nú kanningin
í Sosialinum staðfestir, at
ein meiriluti av føroyingum
sigur seg vera fyri ES-
limaskapi.
Hergeir Nielsen vísir á,
at flokkur hansara á sinni
reisti málið um EFTA-
limaskap, sum tingið feldi.
Ístaðin varð heitt á uttan
landsnevndina um at kanna
samstarv við EFTA.
- Einki er tó hent, og tí
er fólkið kanska ørkymlað,
tí tað spyrst einki burtur
úr hjá løgmanni á tí utt
anríkispolitiska
økinum,
sigur Hergeir Nielsen, sum
sigur seg vera prinsipielt
ímóti ES-limaskapi.
- Eg vil ávara staðiliga
ímóti, at fara upp í ES sum
landslutur í Danmark, tí so
missa vit øll rættindi.
Løgmaður:
Kanningin góð
fyri kjakið
Hergeir: Fólkið ørkymlað
av løgmanni
Meira um
kanningina
á næstu síðu
- Kanningin ber brá av, at tað fakliga grundarlagið skal styrkjast, men um hendan kanningin
setir kjak í gongd, er endamálið rokkið, sigur løgmaður
- Fólkið er ørkymlað, sigur Hergeir Nielsen