mikudagur 20. desember 2006síða 16
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 246 - 20. desember 2006
tíðindi
Fyri fyrstu ferð
ber til at staðfesta,
at ein mieriluti av
føroyingum tekur
undir við føroyskum
ES-limaskapi. Í eini
nýggari kanning
svara 40 %, at tey
eru fyri limaskapi,
og 36,5 % eru ímóti.
Tað eru serliga fólk
í Suðurstreymoy og
Suðuroy, sum eru
fyri. Fiskimenn vilja
harafturímóti ikki
upp í ES
KANNING
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
Tað kundi ljóða sum ein
jólagáva til sambandsfólk.
Og tað er tað kanska
eisini. Fyri fyrstu ferð
nakrantíð, staðfestir ein
meiningakanning, at ein
meiriluti av føroyingum
tekur undir við limaskapi
í Evropiska Samveldinum.
Spurningurin
var,
um
Føroyar skulu umfatast av
limaskapi í ES?
Kanningin, sum Fynd
hevur gjørt fyri Sosialin,
vísir, at 40 % av teimum
spurdu siga seg taka undir
við ES-limaskapi, og 36,5
% siga seg vera ímóti. Tó
siga 23,4% ella nærum ein
fjórðingur seg ikki vita,
hvat tey skulu halda um
hetta málið.
Heilt aftur til spurnar
kanningar miðskeiðis í
áttatiárunum hevur meiri
lutin av teimum spurdu
sagt seg vilja staðið uttan
fyri ES.
Í tí fyrstu kanningini í
1984 taldust tey bara 5
%, ið ynsktu limaskap í
táverandi EF. Hetta var 11
ár eftir, at Danmark við
forsætisráðharranum Jens
Otto Krag á odda var vorðið
limur í 1973.
Tíggju ár í seinni - í 1994,
tá kreppan rakti meint, og
røddir innan fiskasølu og
alivinnu tosaðu jaliga um
ES - sá myndin øðrvísi út.
Nú var nærum ein fjórð
ingur av føroyingum fyri
limaskapi, og umleið helvt
in ímóti.
At
Norðurlond
sum
Noreg, Svøríki og Finnland
í hesum tíðarskeiði søktu
um limaskap, og tey bæði
síðstnevndu tóku av, var
kanska ein av orsøkunum
til, at parturin av føroy
ingum, ið var fyri limaskapi
gjørdist næstan eins stórur í
1994, sum tey, ið ivaðuðst
og beinleiðis søgdu nei.
Eftir hetta minkaði skarin
aftur av teimum, sum vildu
gerast limir í ES, og seinni
komu eisini onnur mál av
øðrum
ríkisrættarligum
slagi á breddan, m.a. full
veldismálið, sum samgong
urnar frá 1998 til 2004
arbeiddu við.
Hvør heldur hvat?
Nú er so aftur vent í holuni,
og fyri fyrstu ferð sigur ein
meiriluti av føroyingum seg
vera fyri ES-limaskapi.
Tað er serliga í Suður
streymoy og partvíst í Suð
uroy, at fólk siga seg vera
fyri limaskapi í ES. Í restini
av landinum er framvegis
meiriluti ímóti. Hetta kann
eisini samsvara væl við,
at jú longri útbúgving tey
spurdu hava, jú jaligari eru
tey mótvegis ES. Undan
tøkini eru teir yngstu velj
ararnir og pensjónistar,
sum burturav svara jaliga.
Hinvegin eru fiskimenn
ikki so hugaðir fyri ES-
limaskapi.
Í byrjanini av nítiárunum
var greiður meiriluti ímill
um veljararnar hjá øllum
flokkum uttan Sambands
flokkinum ímóti limaskapi.
Har broyttist støðan við
einum skarvslopi, eftir at
flokkurin á einum landsfundi
hevði samtykt at vera fyri
limaskapi. Men nú tykist
henda støða eisini at hava
rinið við í øðrum flokkum.
Hjá øllum flokkum uttan
Tjóðveldisflokkinum
og
Miðflokkinum er í dag
meiriluti fyri liamskapi.
Sambært tí nýggju kann
ingini er eisini ein ruddi
ligur meiriluti fyri lima
skapi millum veljarar Javn
aðarfloksins, sum annars
plagdu at vera hart ímóti.
Millum kvinnurnar, ið
vanliga vóru hart ímóti ES,
eru somuleiðis rembingar.
Í dag er ein meiriluti av
kvinnunum fyri, og hann
er eins stórur og hjá monn
unum. Tær kvinnur, ið
siga nei, eru væl færri
enn menninir, meðan ein
triðingur av kvinnunum
ikki hava nakra støðu til
spurningin.
Vilja varðveita
ognarviðurskifti
í fiskivinnuni
So kann ein spyrja, hvussu
eftirfarandi ein slík kanning
er. Tølini eru ivaleyst eins
álítandi og tey frá undan
farnum kanningum. Í so
máta endurspegla tey ein
opnari hugburð mótvegis
ES. Ikki minst samanborið
við tølini úr sjeytiárunum,
tá felagsskapurin kallaðist
EEC, mangan fekk eitt
ringt orð á seg í almenna
orðaskiftinum.
Eisini
samsvara
tey
nýggju tølini væl við eitt
rák, ið eisini er at síggja
aðrastaðni, eitt nú í Íslandi.
Hinvegin kann tað tykj
ast sum ein andsøgn í
hesi nýggju kanningini, at
mong teirra, ið eru fyri ES-
limaskapi, eisini eru ímóti,
at útlendingar skulu eiga í
føroysku fiskivinnuni.
Mong eru harafturat fyri
at veita vinnuni studning,
og mong eru fyri almennari
verju ímóti útlendskari
kapping.
Við einum slíkum kanning
arúrsliti koma eisini fleiri
aðrir spurningar undan
kavi. T.d. um meirilutin
hevði hildið, tá treytirnar
fyri einum limaskapi komu
á borðið, ella um talan
skuldi verið um limaskap
gjøgnum danska ríkið ella
um sjálvstøðugan limaskap
við fullveldi.
Spurd, um tey taka und
ir føroyskum EFTA-lima
skapi, svara 58,6 % av
teimum spurdu ja, 10,5 %
svara nei, og 30,9 % vita
ikki.
Meiriluti fyri ES-limaskapi
fyri fyrstu ferð
Ongantíð hava fólk verið so jalig mótvegis ES sum nú