Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-20, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. desember 2006síða 15

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 246 - 20. desember 2006 15 tíðindi ið rúsu til tosk og hýsu Her hevur tað víst seg, sigurt fiskifrøðingurin, at allur dagurin gongur, áðrenn alt agnið er tiðnað. Hann sigur, at fleiri royndir verða gjørdar fyri meira neyvt at stýra tiðningini av agninum og tømingini av húsanum. Aðrir hættir – Á undirsjóvarmyndunum, sum eru tiknar í samband við royndirnar, sæst fiskur ofta sveima tætt við inngongdina á rúsuni, men av einhvørjari orsøk hveppir hann seg við at royna at koma inn.Tað er tí eyðsýnt, at nógv meira fiskur kemur til rúsuna enn tann nøgd, sum fæst í henni. Bjarti Thomsen sigur, at fyrireikingar tí eru gjørdar til at gera rúsuna meira “intelligenta” ella “aktiva”, sum hann tekur til. – Hugsast kann, at ein skipan kann setast á rúsuna, sum staðfestir, tá ein fiskur er tætt við inngongdina og sum síðan flytur ein arm út, ið tekur fiskin inn í rús­ una. Vandin er tó, at ein tílík rúsa verður ov saman­ sett ella kompliserað og kostnaðarmikil. Ljós og ljóð Hann sigur, at fiskur eisini kann ávirkast av øðrum “stim­ uli”, eitt nú ljósi og ljóði. – Í samband við kanningar av koralløkjum hevur kamera­ útgerð við ljósi verið brúkt. Á fleiri av hesum upptøkum sæst rættiliga fitt av fiski, upsa og toski, sum fylgir aftan á ljósinum, tá tað sveimar fram eftir botninum. Eisini eru ábendingar um, at fiskur bæði kann lokkast og rekast við ávísum ljóði. Bjarti Thomsen sigur, at fyrireikingar tí eru gjørdar at royna, hvussu ljóð og ljós møguliga kunnu brúkast til at lokka og/ella stýra fiski í samband við veiði við rúsu. Niðurstøða At enda í frágreiðingini, held­ ur fiskifrøðingurin, at rúsa er tiltalandi fiski­reiðskapur. – Men enn er eingin rúsa, sum er nóg góð til eitt nú tosk og hýsu. Hann sigur í niðurstøðuni, at fyribilsúrslitini frá mið­ vísum royndum geva ábend­ ingar um, at fleiri tiltøk kunnu gera eina rúsu betur egnaða til veiði eftir toski og hýsu. Um onkur situr inni við royndum ella góðum hug­ skotum um, hvussu ein rúsa kann gerast betur egnað til veiði av rundum fiski, hevði fiskifrøðingurin verið fegin, um fólk lótu hann frætta. Royndirnar, sum Bjarti Thomsen, fiskifrøðingur og verkfrøðingur, hevur gjørt við rúsu eftir eitt nú toski og hýsu eru áhugaverdar, men enn er ikki komið á mál Mynd: Vilmund Jacobsen Rúsa er ein rættiliga gamal og tiltalandi fiskireiðskapur. Hon er umhvørvisvinarlig, er lítið orkukrevjandi og tekur krabbadýr og fisk livandi Umhugsa kaðal Íslendingar kanna nú, um grundarlag er fyri at leggja ein nýggjan samskiftiskaðal millum Ísland, Føroyar og Bretland. Ráðharrin í samskiftismálum, Sturla Bøðvarsson, legði málið fyri stjórnina í Reykjavík í gjár. Sum er eru tveir sjókaðalar millum Ísland, Føroyar og Bretland. Tað eru Cantat-3 og Farice, sum føroysku telefeløgini eru við í, men sambært einum arbeiðsbólki er tað ikki nóg mikið við teimum báðum kaðalunum. Koranin jólagáva Nógvir danir kunnu vænta at fáa ta muslimsku koranina í jólagávu í ár. Danska útvarpið veit at siga, at hendan seinasta mánaðin hava bókhandlarnir selt umleið 5.000 eintøk av koranini, og tað er óvanliga nógv. Jørgen Bæk Simonsen, lektari á lærda háskúlanum í Keypmannahavn, heldur, at nógvir danir vilja sleppa at lesa koranina, so teir betur kunnu skilja muslimar og teirra hugsunarhátt og taka lut í orðaskifti við teir.