mikudagur 20. desember 2006síða 14
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 246 - 20. desember 2006
tíðindi
Rúsuroyndir
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Nógv ymisk sløg av fiski
reiðskapi hava verið brúkt
upp ígjøgnum tíðirnar. At
kasta nót og at fiska við
húki er elligamalt, men
trolið, sum vit kenna tað í
dag, hevur ikki stórt meira
enn 100 ár á baki.
Ein reiðskapur, sum er
rættiliga gamal,men sum
bert verður brúktur til ávís
fiskasløg og krabbadýr, er
rúsa. Rúsa er tiltalandi sum
fiskireiðskapur, tí hon er
umhvørvisvinarlig, er lítið
orkukrevjandi og kann taka
fiskin livandi.
Ikki vælegnaðar
– Tær rúsur, sum vit kenna,
hava tó ikki riggað serliga
væl til okkara fiskasløg og
hava tí verið lítið brúktar hjá
okkum. Royndir eru gjørdar
í 2005 og halda fram í 2006
fyri at tillaga eina rúsu, so
hon kann brúkast at veiða
eitt nú tosk og hýsu.
Í grein á heimasíðuni
hjá Fiskirannsóknarstovuni
greiðir Bjarti Thomsen, fiski
frøðingur og verkfrøðingur,
frá tí arbeiði, sum gjørt er á
hesum øki.
Hann sigur, at norðmenn í
longri tíð hava roynt at funnið
fram til eina rúsu, sum kann
fiska rundan fisk.
– Tað síðsta, sum teir
eru komnir fram til, er ein
sonevnd “to-kammer-tejne”,
sum teir rópa hesa rúsuna.
Hendan hevur tvey rúm - eitt
niðara, sum hevur inngongd
í báðum endum og eitt ovara,
sum ger, at verri er hjá fiski
at finna útaftur.
Bjarti sigur, at norsku
royndirnar vísa, at 6-7 tílíkar
rúsur fiska umleið tað sama
sum ein línustampur.
Samstarv við
norðmenn
– Samstarv er við norsku
granskararnar, og føroysku
royndirnar byrjaðu við hesi
rúsuni.
Hann vísir á, at við undir
sjóvarkamera hevur verið
eygleitt, hvussu fiskur ber
seg at í mun til rúsuna, og
komið er fram til fleiri veik
leikar við eini tílíkari rúsu.
– Fyrst og fremst er tað
avgerandi, hvønn veg rúsan
vendir í mun til streym,
meðan hon stendur á botni.
Fiskurin leitar altíð beint
upp móti streyminum og
fram móti agninum. Um
inngongdin ikki peikar
undan streyminum, finnur
fiskurin ikki inn í rúsuna,
sigur fiskifrøðingurin.
Hann sigur, at rúsan,
sum hevur verið roynd, er
heldur ikki nóg stútt og fall
tí partvíst saman, tá ið rákið
harðnaði.
– Fyri at loysa hesar fyrstu
trupulleikarnar, varð ein
nýggj rúsa gjørd, sum var
leys av botni. Annar endin var
festur í lodd, sum lá á botni
og hin endin, har inngongdin
var, soleiðis at rúsan kundi
snara undan streyminum.
Hendan rúsan varð eisini
gjørd heldur lægri fyri ikki at
fella saman, tá streymur er.
Bjarti Thomsen sigur, at
á sløttum botni er eingin
trupulleiki at fáa rúsuna at
venda sær undan streym
inum, men er óslætt og
grítutur botnur, er skjótt,
at rúsan kemur føst og ikki
sleppur runt.
– Ein rúsa, sum er leys
av botni, er eisini óstill í
sjónum og kann møguliga
fáa fisk at verða meira varn
an at nærkast. Ætlanin er
tí at gera eina rúsu, sum
stendur stútt á botni, men
har fiskur sleppur inn frá
øllum síðum.
Agn sum fiskar
Fiskifrøðingurin sigur, at
ein veikleiki við øllum
fiskireiðskapi, sum brúkar
agn at lokka fiskin við, er,
at útgjaringin frá agninum
minkar rættiliga skjótt.
– Eitt nú minkar lukturin
frá einum makrelagni niður
í helvt eftir einum tíma og
niður í ein triðing eftir tveim
um tímum. Roynt hevur tí
verið at funnið fram til eitt
agn, sum gjarar út í eitt
longri tíðarbil. Ein háttur
er at brúka tiðningartíðina á
frystum agni til at leingja um
útgjaringina. Smátt sundur
skorið ella malið agn hevur
verður latið í ein bjálvaðan
húsa og fryst.
Áhugaverdar royndir vi
Bjarti Thomsen, fiskifrøðingur og verkfrøðingur, hevur
gjørt royndir og skrivað frágreiðing um veiði við rúsu,
sum er umhvørvisvinarligur og lítið orkukrevjandi
fiskireiðskapur. – Royndir eru gjørdar fyri at menna eina
rúsu, sum kann brúkast til okkara vanligu fiskasløg. Undir
sjóvarmyndir av, hvussu fiskur ber seg at, geva ábendingar
um, at rúsa kann tillagast, so hon betur kann veiða eitt nú
tosk og hýsu, sigur hann
– Rúsa er tiltalandi fiskireiðskapur, men enn er
eingin rúsa, sum er nóg góð til eitt nú tosk og
hýsu, sigur fiskifrøðingurin
Manskór jólakonsert
Í annaðkvøld, hóskvøldið, hevur Tórshavnar Manskór
jólakonsert í Múllers Pakkhúsi í Havn. Á skránni eru nakrir
av teimum sangunum, sum kórið hevur vant í sambandi
við 20 ára hátíðarhaldið hjá kórinum, sum verður í
Norðurlandahúsinum 3. februar næsta ár. Manskórið sigur,
at á konsertini í Múllers Pakkhúsi fáa fólk høvi at lata
jólastákið liggja eina løtu og heldur njóta góðan sang og
tónleik. Konsertin hóskvøldið verður kl. 20.
Sleppur ikki so
Kári P. Højgaard boðaði fyrr í vikuni Løgtinginum
frá, at hann vil sleppa frá sum formaður og limur í
landsstýrismálanevndini. Formansstarvinum sleppur hann úr
á næsta fundinum hjá nevndini, men tað er Løgtingið, sum ger
av, um hann skal sleppa úr nevndini. Landsstýrismálanevndin
skipar seg sjálv, og tí verður annar av hinum báðum limunum
formaður. Teir eru Kjartan Joensen úr Fólkaflokkinum og
Karsten Hansen, uttanflokkatingmaður