mikudagur 20. desember 2006síða 13
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 246 - 20. desember 2006
13
Jóhan Martin Johannesen andaðist á Eysturoyar
Røktar- og ellisheimi mánadagin 18. desember,
81 ára gamal. Kistan fer av Røktarheiminum í
Runavík í dag kl. 18.00. Jarðarferðin verður úr
Fríðrikskirkjuni hósdagin kl. 13.00. Sungið verður
úr sálmabókini. Tey, ið vilja minnast Jóhan Martin,
kunna lata eina gávu til Tofta Ítróttafelag; konta í
peningastovnunum.
Hjarnar Johannesen, Vestmanna, sonur Sofus
og Kirstin (Kjúrtin), andaðist mánadagin 18.
desember, 4 ára gamal. Jarðarferðin verður kunn
gjørd seinni
Andlát og jarðarferðir
Dagurin í morgin
21. desember. Tummasarmessa. Lærusveinurin sum fekk navnið hin vantrúni. Halgisøgan sigur, at hann boðaði
evangeliið í Indiu, og har er í hvussu so er eitt tummasarkirkjulið, sum hann sigst at hava stovnað.
Ja, í ár eru jólini annarleiðis hjá
okkum. Tey seinastu árini er familjan
vaksin soleiðis, at vit hava verið ein
meira við borið á jólum, á hvørjum
ári. Tað hevur verið so hugnaligt, men
í ár mangla tit trý, ja tit halda ikki jól
hjá okkum í ár sum tit plagdu, men tit
halda jól í himlinum í ár, og soleiðis
verður tað frá nú av.
Fyrst fórt tú mamma - tað var so
tungt og hart, frá einari løtu til aðra
so vart tú vekk. Tú sum altíð vart
har fyri okkum, altíð i góðum lag
og skemtilig, og altíð klár við einum
góðum bita, líka mikið nær vit komu
og hvussu nógv vit vóru, so var altíð
nokk av mati, og øllum góðum.
Babba - tað var so tungt hjá tær, at
vera sjúkur og missa tín besta stuðul,
tað orkaði tú ikki at bera. Tú legði
árarnar inn tann dagin mamma fór.
“Á sum eg sakni mammu tykkara,”
tað segði tú ofta, teir fáu dagarnir vit
høvdu teg eftir her, har vit systkin
royndu at hjálpa og vera um teg, alt
sum vit kundu. Men bert ein mánað
seinni, so fórt tú eisini, tú visti at tú
fórt, tað segði tú við okkum á sjúkra
húsinum tað seinasta kvøldið vit vóru
og vitjaðu teg. Vit vildu hava at tú
bleivst her. Tú vildi bara sleppa til
mammu.
Og góði Jákup Petur, tú fórt so
tveir mánaðar seinni. Tað var og er
so óveruligt fyri mær at tú ert farin.
Tú komst sum eitt ljós og lýsti upp
hjá okkum, men mest hjá Mary og
Marnu, nú tað hevði verið so trist hjá
teimum. Tú vart so góður við tær, og
tókst tær so væl av Marnu og bleivst
hennara pápi, hon elskaði teg og tú
hana frá fyrsta degi av. Og tá so Dávur
bleiv føddur var alt bara so gott, vit
vóru so glað, um at tey vóru í góðum
hondum hjá tær, tit høvdu ætlanir við
livinum, ja vit øll gleddu okkum. Men
soleiðis skuldi tað ikki verða.
Ein dag fáa vit at vita, hví tað skuldi
verða so. Tað er so ómetaliga tungt at
ganga jólunum á møti í ár, men eg veit
at tit høvdu sagt, at vit skuldu hugna
okkum og fáa tað besta burturúr, og
tað fara vit at gera.
Vit skulu nokk vera um tey sum tit
fóru frá, og hjálpa teimum.
Takk fyri góð minnir.
Vit síggjast.
Vil bert takka tykkum fyri alt
Tit mær góðu við á lívsins veg.
Lærdu meg at virða øll og alt,
Og siga takk.
Takki fyri alt tit góðu mær,
Minnini frá barnaárunum,
søgur,sangir og várt Faðir vár
við songarstokk.
Takki tykkum fyri lívið her
Sum vit livdu saman her á jørð
Gleði men at síggja tykkum har.
Í himlinum
Óluva
Góða mamma, babba og Jákup Petur
Hilda Christiansen
Sjúrður Christiansen
Jákup Petur Juul
09. jan. 1934 07. juni 2006
04. sept. 1927 08. juli 2006
25. sept. 1979 12. sept. 2006
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum,
at beiggi okkara
Andrass Jensen
búsitandi í Grimsby
andaðist mánadagin 11. desember 73 ára gamal.
Andrass Jensen varð kremeraður í gjár, 19 desember.
Vegna tey avvarðandi
Tordis og Hákun
nøvn
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum,
at elskaði sonur og beiggi okkara
Hjarnar Johannesen
Vestmanna
andaðist mándagin 18. des. 4 ára gamal.
Jarðarferðin verður lýst seinni.
Familjunnar vegna
Kirstin, Sofus, Rókur og Ronja
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum,
at høgt elskaði maður, pápi, verfaðir, abbi
og langabbi okkara
Frede Benjaminsen
Nes
andaðist mánadagin 18. des. 71 ára gamal.
Jarðarferðin verður úr Fríðrikskirkjuni
fríggjadagin kl. 13.00.
Familjunnar vegna
Jacoba, Harry, Hedvig, Lisbeth
og Maj-Britt v/familju
Tey, ið ynskja at senda blómur ella krans, kunnu ístaðin lata
Fríðrikskirkjuni eina peningagávu
Tilfar til
vikuskiftisblaðið
Tilfar til seinasta blaðið fyri jól má
vera okkum í hendi í seinasta lagi
hósdagin 21. desember kl. 10.00
Sosialurin