Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-20, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. desember 2006síða 12

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 246 - 20. desember 2006 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND magnus gunnarsson maggi@sosialurin.fo tlf 341800 fax 341801 Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu samkenslu og stórt hjálpsemi, tá vit so brádliga mistu okkara elskaða son og beiggja Rói Slættalíð Dam Takk til Landssjúkrahúsið. Takk til prestarnar Bergur D. Joensen og Emil Olsen. Takk fyri vitjanir, uppringingar, kort, brøv, blómur, kransar og peningagávur til Sunnudagsskúlan og takk til tykkum, ið hjálptu til við jarðarferðini og ervinum. Takk til kirkjutænarar, sangarar og gravarar. Takk til tykkum mongu, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Gleðilig jól øll somul. Vegna familjuna Annfinn, Maiken, Turið og Julian Tøkk Øllum tykkum, ið sýndu samkenslu og á annan hátt mintust okkum, tá okkara kæra mamma, vermamma, omma, langomma og systir Anna Nielsen Klaksvík andaðist og varð jarðað, takka vit hjartaliga. Tøkk fyri troystarrík orð og fyri vakurt spæl við jarðarferðina. Tøkk til tykkum mongu, ið fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað her á fold. Tøkk fyri blómur og kransar og peningagávur til Akurin. Tøkk til tykkum, ið hjálptu til við jarðarferðina. Hjartaliga tøkk til tykkum á Niðristovu, ið vóru um hana seinastu tíðina. Við ynski um eini góð og hugnalig jól og eitt av Harranum signað nýggjár. Familjunnar vegna Jona, Kristianna, Begga, Victor og Valborg Mikudagin 20. desember fyllir Sólbjørg Petersen í Havn 50 ár. Sólbjørg er ættað av Geila­garði í Leirvík og arbeiðir á Lands­skjala­ savninum. Eftir realskúlan í Fuglafirði søkti hon lærupláss hjá Føroya Landfúta, og fekk tað játtað. Fútaskrivstovan ringdi til Leirvíkar at biðja hana byrja beinanvegin, men tað kundi hon ikki, - ”eg má hjálpa mammu at hoyggja”. Tað helt Clerens fúti var í fínasta lagi, og so byrjaði hon, tá hoyggið var komið til høldar. Eftir lærutíðina helt hon fram á fúta­ skrivstovuni í fleiri ár, har hon helt skil á journalini. Var eitt skifti heima­ gangandi og nøkur ár arbeiddi hon á skrivstovuni hjá Bilfríðkan. Hevur eisini arbeitt hjá Tórshavnar býráð og Tórshavnar havn. Sólbjørg er nr. 7 av 8 syskjum, 4 av hvørjum kyni: Sofus, Jákup (sáli), Jósleiv, Marjun, Anna, Ingvard og Jónvør. Foreldrini eru: Solborg Joensen, f. Joensen úr Gerðum í Klaksvík, og John D. Joensen (sáli), skipari, av Geilagarði í Leirvík. Sólbjørg er nærløgd, í tí sum hon ger, bæði heima og úti. Er væl fyri málsliga í føroyskum og enskum. Nú er hon byrjað upp á spanskt, tí eitt av verbørnumun er úr Mexiko. Hon lesur tað sum hon fær fatur í og er annars altíð í sving. Sólbjørg er gift við Ludvík Petersen úr Havnardali í Havn, og tey eiga 4 børn: Mariann 28, gift við Bardo úr Mexiko, tey eiga Lisel 1½ , Dánjal 26, giftur við Senøvu úr Sandavági, John 20 og Ísak 19. Dagurin verður hildin saman við familjuni. Sólbjørg Petersen fimmti Í desember mánað hevur Jóannes S. Hansen eina máln­ inga­framsýning í Føroya Banka á Strondum.  Talan er um 25 acryl­máln­ ingar, sum allir eru nýggir. Myndevnini hava sín upp­ runa í náttúrini. Eisini eru onkur abstrakt verk at finna á framsýningini. Møguleiki er at síggja máln­ingarnar í avgreiðslu­ tíðini, mánadag.-fríggjadag frá kl. 9.30-16, tó hósdag frá kl. 9.30-18. Jóannes S. Hansen: Framsýning í Føroya Banka á Strondum Í desember mánað hevur Jóannes S. Hansen eina málningaframsýning í Føroya Banka á Strondum Christian Olsen, sum hevur verið ein av bestu samstarvsfeløgunum hjá Summar Festivalinum, er farin bert 60 ára gamal  Í sínum starvi sum leiðari á Norðoya Kunningarstovu var Christian Olsen sum tik­in úr leiki. Christian var ein góður vinur hjá festi­valinum, hann tók und­ir við hugskotinum frá fyrsta degi, og øll hesi trý árini, vit hava skipað fyri festivalinum, hevur hansara partur ikki ligið eftir.  Christian var blíður, pos­ itivur og skemtingar­sam­ur. Og hann var fyri­skipari og fólkakennari av Guds náði. Tað er serliga hon­um fyri at takka, at Summa­r­festi­ valurin í tøttum sam­starvi við Norðoya Kunn­ing­­arstovu, hevur lyft upp­­gávuna sum vertur at hýsa túsundtals fólki í summar­húsum, á tjaldøkum, við bátabrúgvarnar og á ser­ støk­um húsvognar­plássum. Tað er hugaligt at virka sam­an við fólki, sum altíð royna at velja góðu loysnina – vegin, sum førir frameftir – og tað gjørdi Christian sanni­liga í samstarvinum við Summar Festivalin.  Vit fara at sakna Christian í fyri­reik­ingini av Summar Festivalinum, og vit vilja gjarna sýna samkenslu við teimum, sum sakna hann mest – konuni, børnunum og familjuni annars.  Vit vilja takka Christian fyri ómiss­andi royndir, og tað framskygdni hann legði fyri dagin. Vit kunnu vera takksom fyri ta dýra­bæru vitan og ríku løtur, sum standa eftir ein mann sum orkaði, vildi og megnaði meira enn tey flestu. Við hesum vilja við hes­ um lýsa frið yvir ein av okk­ ara góðu vinum. Vit fara at minnast Christian við sorg­ blídni og eldhuga.   Summar Festivalurin Festivalvinur farin