Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-20, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. desember 2006síða 26

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2006 hevur verið eitt sera virkið ár fyri Høgna Lisberg, eftir sigurin á Planet Awards í januar hevur gingið støðugt framá. Á gáttini til 2007 sær framtíðin hjá Høgna sera spennandi út. 4 Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Høgni Lisberg hevði stutt frammanundan Planet Awards givið fløguna Morning Dew út, og hóast ummælini høvdu verið góð, var tað púra óvæntað fyri unga leirvíkingin, at fløgan skuldi vinna planetina fyri bestu fløgu. Hann var staddur í Danmark og noyddist at fáa vinmannin Knút Háberg Eysturstein at taka í móti planetini fyri seg. - Tað var ein góður kickstatur upp á árið, at vinna planetina. Fløgan var stutt síðan komin út - og fólk atkvøddu eisini, so eg føldi at tað sum eina viðurkenning. Eg hevði arbeitt við fløguni í eitt heilt ár og tað var skeg at fáa góða móttøku so tíðliga í prossessini, greiðir Høgni frá, um hvussu tað var at vinna sína fyrstu planet. Vigar tungt í marknaðarføring Høgni greiðir frá, at tað at hava vunnið planetina fyri ársins fløgu, hevur vigað tungt, bæði í mar- knaðarføringini innanlands og uttanlands. - Hetta ger at fólk lurtar einaferð eyka, tá tey fáa fløguna í hondina. Planetin fyri bestu fløgu var fyrsta ábendingin um hvussu árið hjá Høgna fór at verða. Løgini Learn To Ride On Waves og Just Dig lógu 29 vikur á rað á 15 teimum bestu og bæði løgini lógu á ovastu rók í fleiri viku. Tað var heldur ikki manglandi áhugi millum lurtararnar, ið var endin á løgunum, tí bæði løgini fullu fyri 15 viku markinum. Tað kundi tí tykjasta løgið, at einki annað lag hjá Høgna slapp at royna seg á listanum. Góðu úrslitini eru enn ein viðurkenning, ið Høgni gleðist um, og sum hann hevur brúkt í síni marknaðarføring. Tað kundi tykjast undrunarvert, at stóra hittið Morning Dew ikki slapp at royna seg á 15 teimum bestu, men hetta komst av, at lagið royndi seg á 15 teimum bestu í eini konsertútgávu fyri nøkrum árum síðan. Eitt stórt navn Navnið Høgni Lisberg er vorðið eitt stórt navn í føroyskum tónleiki, og við væleydnaðari luttøku á Asfalt, G! og Summar Festivalinum hevur Høgni lagt seg væl fyri, til at gerast eitt av ársins tónleikanøvnum í 2006. Eisini uttanlands hevur Høgni gjørt vart við seg. Morning Dew er givin út í Íslandi, Danmark og í Benelux. Høgni hevur framført á Iceland Airwaves, á AME Reykjavík, á Spotfestivalinum í Århus og á fleiri øðrum tiltøkum í Danmark. Hevur onga føling Høgni nevnir vikuskiftið fyrst í juni, sum nokso serligt. Hetta hóskvøldið spældi Høgni á Spotfestivalinum. Hetta var ein konsert í einum gallaríið, allir veggirnir vóru hvítir og Høgni lat pallin upp. - Hølini vóru ivaleyst fín til myndlist, men tað riggaði ikki so væl til tónleik. Tað var nokkso snedigt at spæla. Har vóru tó eini 100 fólk. Konsertin gav tó genklang niður ígjøgnum Evropa heilt niður til Belgia, greiður Høgni frá. Jesper Kemp, ið seinni er vorðin umboðsmaður hjá honum, var millum tey, ið vóru á hesi konsertini. So hon var týdningarmikil á tann hátt. Planetin kickstartaði 2006 Høgni Lisberg var staddur í Danmark, tá hann fekk planetina fyri bestu fløgu. Dagin eftir varð planetin handað honum á Oyrasundskollegiinum. (mynd: Símun Jóannesarson)