mikudagur 20. desember 2006síða 27
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Leygarkvøldið hetta vikuskiftið var upplivingin
ein heilt onnur, tá Høgni spældi fyrstu almennu
konsertina í Føroyum, síðan hann fekk planetina.
- Eg havi búð niðrið alla tíðina, so eg havi ikki
føling við, hvussu fólk hevur tikið ímóti fløguni.
So tað kendist gott at spæla fyri nógvum
fólki í á stóra pallinum á Asfalt.. Har hevði eg
eisini bólkin við. Á konsertini í Århus var eg
einsamallur, sigur Høgni.
Høgni spældi eisini á bæði G!Festivalinum
og á Summar Festivalinum. Hesar konsertir
gjørdust eisini væleydnaðar. Eini 1.500 fólk vóru
komin saman á spæliplássinum í Syðrugøtu,
meðan eini 2.500 vóru í FLAGS teltinum í
Klaksvík. Á konsertunum í Føroyum upplivdi
Høgni fyrstu ferð, at fólk sang við til hansara
løg, og hetta var ein góð kensla, viðgongur
hann.
- Eg verið motiveraraður til eisini at vilja
uppliva hetta uttanlands, sigur hann.
Høgna dámdi væl at spæla á Summar
Festivalinum, tí hetta var ein heilt nýggj
uppliving. Her var eisini sera týðiligt fyri Høgna,
at hansara tónleikur vendur sær til ein sera
breiðan lurtaraskarða, tí her vóru bæði ung og
gomul á konsertini.
Ísland varnaðist Høgna
Í sambandi við AME-Reykjavík gjørdist Høgni
eitt rættiliga kent navn í Íslandi. Lagið Morning
Dew var í a-rotatión á fleiri útvarpsstøðum
m.a. størstu støðini Rás 2. Eisini var lagið við
á fløguni 100% Summar, ið er ein væl dámd
íslendsk fløga við aktuellum hittum. Seinni hevur
TUTL eisini givið fløguna út í Íslandi.
Í kjalarvørrinum av AME Reykjavík var Morning
Dew inni á almenna hittlistanum hjá íslendsku
tónleika niðurtøku heimasíðuni tonlist.is.
Høgni var nógv umbiðin maður í Reykjavík
og gjørdi samrøður bæði í útvarpi, sjónvarpi og
stóru bløðini. Hann var mettur sum høvuðsnavn
á konsertini í NASA, og spældi beinleiðis í
mentanarsendingini Kastljós beint fyri tíðindini á
størstu íslendsku sjónvarpsrásini.
Høgni sigur, at hann var sera glaður um
túrin til Íslands og metur, at luttøkan á
AME-Reykjavík var orsøk til, at hann seinni á
árinum slapp á luttaka á víðagitna íslendska
festivalinum Iceland Airwaves. Høgni greiðir
frá, at fyriskipanin hjá Norðurlandahúsinum,
Menningarstovuni og íslendska Ásgeiri
Eyþórssyni var sera góð. Hann sigur, at longu
í Clickhaze døgunum vitjaði hann Ísland, og at
hetta er eitt land, ið honum dámar væl at vitja.
Hann vónar at sleppa aftur til Íslands at spæla
skjótt.
Benelux og Sveis bíðar
Morning Dew er givin út í Sveis, men her hevur
sølan verið millum lítið og eingin. Hetta hevur
ivaleyst verið merkt av, at Høgni ikki hevur havt
stundir at spæla har. Hetta vónar hann at kunna
bøta um. Í februar er Høgni boðin at luttaka á
einum norðurlendskum festivali í Sveis. Fyrsta
fløgan hjá Høgna var fyrsta norðurlendska
fløgan, sum felagsskapurin handan festivalin
gav út í Sveis, og síðan hetta er virksemið hjá
felagsskapinum vaksið til at fevna um allan
norðurlendskan tónleik. Í sambandi við hesa
konsert, vónar Høgni eisini at sleppa at spæla í
onkrum av Benelux londunum. Danski tónleika-
felagsskapurin ROSA stuðlar norðurlendska
festivalinum í Sveis, og ger hetta m.a. við at
senda Høgan Lisberg og bólk til Sveis.
Vaksandi áhugi í Danmark
Høgni býr í Danmark, og fyri stuttum skrivaði
hann undir útbreiðslu sáttmála við danska fela-
gið Sonet Records. Fløgan kom út í november,
men hevur ikki enn veruliga vakt nakran ans.
Tað eru somikið nógvar stórar útgávur í løtuni,
at pláss ikki er til litlar útgávur, sum tí hjá
Høgna. Men hetta merkir ikki, at eingin áhugi
er. Morning Dew er komin í rotatión á P3, ið
er størsta danska útvarpsrásin, eisini er systur
rásin P4 áhuga í lagnum.
Ætlanin er at fara undir arbeiðið við at breiða
út navnið Høgni Lisberg í Danmark fyrst í
komandi ári.
Høgni sigur, at hann hevur brúkt nógva tíð,
orku og pening og brúkar hann hana til eitt
visitkort. Ongantíð betur enn, at hann kann sláa í
gjøgnum við henni. Men helst vil, hann at fløgan
skal slóða vegin og skapa ein eftirspurning eftir
Høgna Lisberg.
Høgni Lisberg var høvuðsnavnið á konsertini á AME-
Reykjavík, ið var hildin í vælumtókta spælistaðnum
NASA. Konsertin var við til at festa navnið Høgni Lisberg
í íslendsku tónleika tilvitskuna.
(mynd: nud)
Eini 2500 fólk vóru komin saman
til konsertina við Høgna Lisberg
í FLAGS teltinum á Summar
Festivalinum.
(mynd: nud)