Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-20, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. desember 2006síða 28

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Besta nýggja føroyska tónleikananvið á Planet Awards gjørdist gentubólkurin Poppkorn. Bólkurin spældi seg beint inn í hjørtuni á føroyingum, og hóast broytingar í manningini megnaði Poppkorn, at halda støðuna sum tónleika-darlingar nummar 1 í Føroyum. Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Besti nýggi bólkur á Planet Awards í januar var gentubólkurin Poppkorn. Væl poleraða popp verkætlanin hjá gomlum hitmakara duoini Kára Jacobsen og Eyðfinni Jensen vann framman fyri so mikið spennandi bólkum sum Lama Sea, Marius, Petur Pólson og The Dreams. Fløgan hjá Poppkonr hevði longu givið teimum hitt á 15 teimum bestu og hevði funnið sítt natúrliga pláss undir mongum jólatræið. Men Planetin var við til at gera enn meira vart við navnið Poppkorn. Sjálv vóru Poppkornini ovfarakát um Planetina. Serliga stuttligt var, at fáa planetina frá Johnny Deluxe, segði Lillian m.a. við planet.fo, tá hon kom av pallinum. Fløgan hjá Poppkorn helt fram við at selja væl og gjørdist ein av best seljandi føroysku fløgunum nakrantíð við ikki færri enn 3.600 seldum eintøkum. Gleðin og nøgdsemið í Poppkorn helt tó ikki alt árið. Tá summarið nærkaðist, tóku fleiri av limunum eg burturúr bólkinum. Millum hesar var Elin, ið var einasta av poppkornunum í sang umframt oddakvinnuna Lillian. Ístaðin fyri limirnar, ið høvdu tikið seg burtur úr Poppkorn komu limir úr dansibólkinum Black & White Crew upp í bólkin. Hetta gjørdi tó ikki stóran mun fyri heildarupplivingina, tí Lillian er tað, ið ger Poppkorn til tað, sum Poppkorn er. Eftir nógvar framførslur m.a. á stóru festivalunum varð Poppkorn fyribils lagt á hyllina. Seinasta konsertin var ein væleydnað fram- førsla í FLAGS teltinum á Summar Festivalinum. Eftir framførsluna segði oddakvinnan Lilian Dalsgarð við Planet.fo, at Poppkorn fór at hava ein steðg í framførslunum, tí at hon fór til Danmarkar á eftirskúla. Men hon lovaði tó, at hetta ikki var tað síðsta, vit fóru at hoyra frá Poppkorn. - Nei, vit ætla at forseta, og kanska vit koma við nýggjum tilfari. Hann, sum skrivar okkara sangir, býr í Danmark, og upptøkuhølið er eisini har, so tað eru góðar umstøður fyri, at vit kunnu taka nýtt tilfar upp, segði hon. - Eg havi ov mikið at gera sum tónleikari, sangskrivari, framleiðari og studiotónleikari, men vandin er tann, at eg gloymi meg sjálvan burtur í øllum hesum, sigur Kim Hansen. Hann vann Planet-virðislønina sum besti sangarin í 2005, og tað var millum annað eftir, at hansara savns- fløga Alt varð givin út, og at hann hevði havt óteljandi framførslu við bólkinum Showmenn. Nógv hevur eisini verið á skránni hjá Kim Hansen í 2006, men tað mesta hevur verið sum tónleikari í bólkinum Showmenn, sum framleiðari og studiotónleikari fyri onnur. - Eg arbeiði nógv við tónleiki, sum onnur fólk skulu brúka, og tað hevur so við sær, at tað er minni av tíð til at arbeiða við mínum egna tónleiki, sigur Kim Hansen. Hann hevði eina konsert á Summar Festivalinum í august, har hann veruliga traðkaði fram á pallin sum solistur. - Tað var deiligt at spæla hesa konsertina, og eg var sera væl nøgdur við framførsluna. Vit spældu eitt brak av eini konsert, men tað vóru tíverri ov fá fólk og lurtaðu tíðliga leygardagin. Eg kundi saktans funnið upp á at hava fleiri slíkar framførslur í framtíðini, sigur hann. Poppkorn fekk planetina sum besti nýggi bólkur frá Johnny Deluxe. (mynd: Jens Kr. Vang) Poppkorn vunnu hjørtuni á føroyingum Kim gloymir seg sjálvan Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Kim Hansen var ovfarakátur um at hava vunnið Planetina sum besti sangari. (mynd: Jens Kr. Vang)