Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-20, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. desember 2006síða 29

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Kristian Blak hevur brúkt størsta partin av 2006 til at ferðast kring Evropa við Yggdrasil. Herðaklappið í januar hevur ikki tikið ferðina av hesum virkna tónleikaikoni. Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Kristian Blak fekk ársins herðaklapp á Planet Awards í januar fyri sítt lívslanga virkið føroyskum tónleiki at frama. Tað var ein rørdur Kristian, ið tók ímóti herðaklappinum frá blaðstjóranum á Sosialinum, Jan Müller. Kristian var serliga glaður fyri planetina, tí sonur hansara Sámal Blak er listamaðurin handan serligu planetirnar, ið vórðu handaðar og sum onnur listafólk kunnu gleða seg til á komandi Planet Awards. Hóast herðaklappið var fyri virkið higartil, so hevur Kristian Blak ikki ligið á løtu síðuni í ár. Sum stjóri í útgávufelagnum hevur Kristian Blak verið virkin, við ikki færri enn 24 útgávum og fleiri endurútgávum. Hann hevur eisini fingið í lag samstarvsavtalu við Frost Records í Íslandi. Hetta hevur latið upp ein heilt nýg- gjan marknað fyri føroyskar útgávur. Sjálvur hevur Kristian tó higartil bert luttikið á eini útgávu í ár. Tað var Risastovu hjá Yggdrasil við Kára Sverrissyni, ið kom út fyrst í árinum. Á tónleikapallinum hevur Yggdrasil verið ein sera virkin bólkur hetta árið. Hesin norðurlendski úrvalsbólkur hevur 25 ára hátíðarhald í ár. Hetta varð markera við Risastovu og nógvum konsertum innan- og uttanlands. Bólkurin spældi m.a. á Planet Awards í januar. Tilsamans var talan um 15 konsertir í Føroyum í tíðarskeiðinum 15. januar til 26. juni. Síðan var farið á konsertferðir til Estlands, Íslands aftur til Estlands, til Sveis, Týsklands, Danmarkar, Grønlands, Svøríkið og Álands. Konsertirnar vóru við skiftandi manningum, og Kristian Blak var einasti savnan- di liðurin, eins og hann hevur verið seinastu 25 árini. Á konsertu- num í Grønlandi spældi Yggdrasil við Rasmus Lyberth sum solisti, hetta var fyrstu ferð, at hesi bæði legenda- risku norðurlendsku tónleikanøvnini samstarvaðu. Úrs- litið gjørdist so- mikið nøktandi, at Yggdrasil og Ly- berth fara á pall aftur saman í januar. Fyrst á Norður Bryggjuni í Keypmannahavn 13. januar og síðan í Norðurlandahúsinum 14. januar. Kristian hevur eisini spælt í Íslandi við Spæli- monnunum. 2006 endar, sum tað byrjaði við eini Ygg- drasil útgávu. Flø- gan verður ein tví- fløga við konsert- upptøkum úr árunum 1982 til 2006. Dentur er lagdur á upptøkur av nógvu konsert- un­­um í ár. Við upp- tøkum úr Føroyum og Eysturríki. Fløgan ver- ður væntandi givin út Nýggjársaftan. 7 Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Tað er nógv hent hjá danska rockbólkinum Nephew, síðani teir spældu sínar fyrstu tónar á lærda háskúlanum í Århus í 1996. Í 2000 kom fyrsta útgávan hjá bólkinum, og í 2004 kom veruliga gjøgnumbrotið í Danmark. Danski rocktónleikurin røkkur tó væl og virðiliga til Føroya. Í 2005 spældi bólkurin á G! Festivalinum í Gøtu, og í januar 2006 var bólkurin so kosin til besta útlendska bólk á Planet Awards. Nephew hevur í 2006 verið meira virkin í studio enn á palli, og nýggj fløga kom í heyst frá bólkinum. Hetta fløgan hevur veruliga kynt undir einum enn størri báli, tí Nephew eru populerari enn nakrantíð áður. Útgávan Interkom Kom Ind hevur selt væl, og fyrsta stakfløgan av útgávuni hevur verið nummar eitt í Danmark og í Føroyum – sangurin Igen og Igen &. Nephew hevur eisini verið ein bólkur, sum hevur vunnið nógvar virðislønir fyri sín tón- leik, og aftur í ár er bólkurin í uppskoti til fleiri slíkar. Nephew er innstillað til tríggjar Zulu-virðislønir og tvær av Steppeulve-virðis- lønunum. Næsta ár verður eitt stórt live-ár hjá Nephew, og bólkurin kemur aftur til Føroya at spæla og verður at hoyra á G! Festivalinum í juli. Nephew við fullari ferð Klappaður men still going strong Jan Müller handaði Kristian Blak herðaklappið (mynd: Jens Kristian Vang) Simon Kvamm tók vegna bólk sín nephew ímóti Planetini fyri besta útlendska bólk (mynd: Jens Kristian Vang)