Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-20, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. desember 2006síða 33

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

33 tíðindi Nr. 246 - 20. desember 2006 ítróttur SAMBAND jákup mørk jakup@sosialurin.fo tlf 341800 KÍF var aftanfyri við seks málum um miðjan seinna hálvleik, men teir stjóru kortini sigurin, tá teir vitjaðu hjá H71 í fjórðingsfinaluni í Coca Cola-kappingini Manshondbóltur Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Hoyvíkingar tóku í gjár­ kvøldið ímóti KÍF í fjórð­ ingsfinaluni í Coca Cola- kapp­ingini. Í lands­kapp­ing­- ­ini liggja hesi bæði liðini ­ jøvn á aftasta plássi, og tí var lagt upp til ein spennandi dyst í Hoy­víks­høllini ímillum tey bæði liðini, sum í gjøgnum fleiri ár høvdu heimavøll sam­an í Hoyvíkshøllini. Kollfirðingar løgdu betur fyri, og komu fram um við trimum málum beinanveg­ in, men ikki gekk long tíð, so stóð aftur á jøvnum. Síð­ ani fylgdust liðini væl at restina av fyrra hálvleiki. Onkuntíð var H71 á odda, og onkuntíð var KÍF á odda, og tí var helst eisini í lagi, at tað stóð á jøvnum, tá liðini fóru til hálvleiks. Tá var støðna 16-16. Hoyvíkingar runnu KÍF um koll Hevði fyrri hálvleikur verið javnur, so kundi man ikki siga júst hetta um seinna hálv­ leik. H71 kom út til dystin sum eitt ódnarveður, og ikki gekk long tíð, so høvdu teir lagt seg á odda. Fyrsta partin av seinna hálvleiki øktu teir bara meir og meir um munin, og kollfirðingar sóu út til at hava bestan hugin at geva upp. Hvørja ferð KÍF brendi, so megnaðu hoyvíkingar at straffa teir í hinum endanum við skjótum og góðum mótálopum, og tá eitt korter var leikt av seinna hálvleiki førdi H71 við heili 6 málum. Hesa løtuna hevði H71 eisini eina sera sterka verja, samstundis sum Levi Nybo stóð ein góðan dyst í málinum. KÍF-viljin kom til sjóndar Seiansta korterið megnaði KÍF tó at koppa øllum. Teir fluttu Damir Oros longur fram í verjuni, og hetta tóktist órógva H71. Við fýra málum á rað tódnaði munurin av álvara, men hoyvíkingar góvust tó ikki, og bara fimm minuttir fyri leiklok stóð 30- 26 á talvuni. So hevði KÍF tó fingið nokk. Síðstu fimm min­ utt­irnar hildu teir H71 frá at skora mál, og í hin­u­m endanum megnaðu koll­ firðingarnir at skjóta fimm mál, og sostatt var frøin stór á gestunum, tá dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð, og talvan vísti 30-31 til KÍF. Seinasta korterið av dyst­inum vísti KÍF tann rætta viljan, sum mangar ferðir áður hevur ført til góð úrslit, men sjálvt um KÍF vann dystin, so munnu hoyvíkingar helst føla, at sigurin bleiv tikin teimum av hendi. Teir førdu trygt, og spældu væl betri enn KÍF fyrsta partin av seinna hálvleiki. Men tað verður KÍF, sum skal spæla hálvfinalur eftir ársskiftið. H71-KÍF 30-31 (16-16) Málskjúttar: H71: Niels Viggo Niclassen 8, Esbern Patursson 6 (2), Poul K. Dam 4, Johnny Durhuus 4, Janus Sørensen 4, Tróndur Vatnhamar 2, Halgir Dahl Olesen 2 KÍF: Damir Oros 11 (1), Daniel Rapa 8 (2), Gert Hansen 4, Mirko Milenkovic 4, Rógvi Weyhe 2, Niklas Reginsson 1, Teitur Joensen 1 Brotskøst: H71 2, KÍF 3 Útvísingar: H71 4, KÍF 0 Dómarar: Andreas F. Hansen & Eyðun Samuelsen FAKTA H71-KÍF 30-31 (16-16): KÍF stjól sigurin Hoyvíkingar vóru leikliga oman á so at siga allan dystin. Men tað verða tó kollfirðingar, sum skulu spæla hálvfinalur eftir ársskiftið Mynd: Álvur Haraldsen Todi hevur fleiri tilboð Tað hevur fyri tað nógva ligið í kortunum, at Todi Jónsson ætlar sær at halda fram á næst hægsta støði í donskum fótbólti. Hóast talan var um bæði minni góðar og heilt góðar ítróttarligar upplivingar í norska Start, so var tað trupult fyri ein familjupápa í Keypmannahavn at arbeiða í Noreg, og tað varð at enda orsøkin til, at sáttmálin í Noreg ikki varð longdur. Síðani hevur verið tosað um, at yrkisleiðin skal halda fram í næst bestu donsku røðini, og hetta tykist enn sannlíkt. – Eg havi nøkur tilboð, sum eg skal taka støðu til, men hvørji hesi eru, fái eg einki sagt um, sigur Todi. Hann váttar tó, at talan er um feløg, sum spæla í donsku 1. deild, og sum eru í høvuðsstaðarøkinum. – Tað var ein treyt, sum eg setti mær sjálvum, at fjarstøðan ikki skal vera long. Og hana ætli eg mær at halda, sigur Todi, sum á ongan hátt tykist óttast, at hann ikki hevur nakað stað at venja, tá farið verður inn í nýggja árið. Viljin sigraði Gert Hansen hjá KÍF segði eftir dystin ímóti hoyvíkingum, at viljin hjá kollfirðingum sigraði síðstu løtuna. – Hetta var heilt ótrúligt. Fyrri hálvleikur er púra javnur, men tá vit koma út til seinna hálvleik, so riggar knappliga einki hjá okkum. Vit brenna, og teir straffa okkum við skjótum mótálopum. Eg haldi, at vit næstan hava givið upp um miðjan seinna hálvleik, men knappliga vendir gongdin. Vit byrja at trúgva uppá tað, og at enda gevur hetta úrslit. Hetta var eitt ótrúligt come-back, og eg haldi, at leikararnir vístu rætta viljan síðstu løtuna. Vónbrotið var stórt – Hatta má vera størsta vónbrotið, sum vit nakran tíð hava upplivað. H71-málverjin, Levi Nybo, var sum vera man vónbrotin, eftir at H71 seinastu fýra minuttirnar í gjár misti hálvfinaluplássið í steypakappingini. – Vit hava jú fullkomuliga tamarhald á dystinum. Í 56 minuttir eru vit væl og virðiliga omaná, og tó at Oros og Rápa halda lív í dystinum, so eigur eingin ivi at vera. Vit eru jú á odda 30-26, tá góðir fýra minuttir eru eftir, men so missa vit fullkomuliga høvdið. Fleiri bóltar á rað verða tveittir burtur, og tað verða vit revsaðir fyri. Spurdur, hvussu spælararnir skulu reisa seg eftir, tykist Levi ivast. – Hatta var jú tað, sum vit høvdu at spæla fyri. Sjálvandi minkar munurin í landskappingini, tá endaspælið byrjar, men í longdini fáa vit neyvan gjørt tær heilt stóru skreytirnar har. Men dysturin vísti so í øllum førum, at har eru fleiri veikleikar, sum vit mugu arbeiða við. Og í so máta er einki at ivast í, at steðgurin í landskappingini kemur sera væl við, sigur Levi.