mikudagur 20. desember 2006síða 34
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 246 - 20. desember 2006
bilar
SAMBAND
magnus gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
Ein heilt nýggjur
Citroën C4 Picasso er
komin á marknaðin.
Talan er um ein
familjubil við
sitiplássum upp til 7
ferðandi. C4 Picasso
er eitt meistaraverk
í rúmligheit og liði
ligari og praktiskari
innrætting
Bilar
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kristian Vang
Citroën eru komnir á
marknaðin við einum heilt
nýggjum bili, C4 Picasso,
sum er ein stórur, rúmligur
og praktiskur 7 persóna
bilur við sera liðiligari inn
rætting.
Hóast Citroën C4 Picasso
eitur Picasso til eftirnavn,
er hann ikki avloysari fyri 5
persónabilin Xsara Picasso,
sum verður á marknaðinum
í nøkur ár afturat. C4
Picasso er bygdur yvir
sama plattform sum Citroën
C4, men er í stødd millum
Xsara Picasso og Citroën
C8, sum er ein størri 7 per
sóna bilur.
Designið er smart í røtt
um Citroën stíli. Bilurin
er sermerktur av óvanliga
stóra forrútinum sum gong
ur langt inn á takið, smala
A-stólpanum og stóra síðu
rútinum, sum gevur gott
útsýni hjá bilføraranum.
Nógvir MPV hava í sein
astuni fingið kritikk fyri, at
A-stólpin tekur so nógv av
útsýninum, og at hættisligir
blindvinklar eru ein trupul
leiki. Citroën hava loyst
hendan trupulleikan til
UG.
Kølaragittarið er eins og
á øllum nýggjum Citroën
við innbygdum Citroën
logo.
Instrumentini eru í miðj
uni á instrumentborðinum.
Girstongin situr uppi undir
instrumentborðinum,
og
bilurin er lættur at koyra
og at umgangast. Koyriegin
leikarnir eru, sum vit kunnu
vænta av einum fronskum
bili - stabilir og tryggir við
komforti á høgum støði.
Tað kennist sum at koyra
ein munandi størri bil.
C4 Picasso fæst við
tveimum bensin og tveim
um dieselmotorum. Bensin
motorarnir eru: 1.8 litur
við 127 hk og 2.0 litur við
143 hk. HDI turbodiesel
motorarnir eru: 1.6 litur við
110 hk og 2.0 litur við 138
hk.
Bilurin er væl útgjørdur
við øllum teimum nýggjastu
trygdarskipanunum
sum
t.d. ESP, airbag framman,
í síðunum, og gardin- og
knæairbag. 3-punkt rullu
selar á øllum plássum,
o.m.a.
Tað er familjan hjá heim
skenda
listamanninum
Pablo Picasso, sum hevur
givið Citroën loyvi til at
brúka navnið Picasso.
Bíligasti
Citroën
C4
Picasso kostar kr. 246.000,-
. Bilurin kann síggjast og
roynast hjá Ivan Johansen
Bilum.
Citroën C4 Picasso:
Rúmligur
7 persóna
bilur
Citroën C4 Picasso
Motorurin
1.6 litur turbodiesel 110 hk
0-100 km/t
12,7 sek
Oljunýtsla
17,0 km/l
Dekkstødd
215/55-16
Stødd og vekt
Longd
459,0 cm
Breidd
183,0 cm
Hædd
168,0 cm
Vekt
1.551 kg
Viðførisrúm
208 litrar (v. 7 setrum)
Prísur
Kr. 264.000,-
Søluumboð
Ivan Johansen Bilar
Hoyvíksvegur 63
Tórshavn
Tel. 313666
www.ivan.fo
FAKTA
Citroën C4 Picasso. Bilurin er sermerktur
av óvanliga stóra forrútinum, sum gongur
langt inn á takið
C4 Picasso, sum er ein stórur, rúmligur og praktiskur 7 persónabilur við sera liðiligari innrætting
Instrumentini
eru í miðjuni
á instrument
borðinum, og
girstongin situr
í instrument
borðinum