mikudagur 20. desember 2006síða 35
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 246 - 20. desember 2006
35
Volvo City Safety
Ford kunnu í ár
hátíðarhalda at 30 ár
eru liðin síðan fyrsti
Ford Fiesta koyrdi
av samlibandinum
í Valencia í Spania í
1976
Bilar
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Ford Fiesta var frá byrjan
av, tíðliga í 70-unum, ein
personlig ætlan hjá Ford
stjóranum Henry Ford II,
sum legði stóran dent á at
framleiða smáar bilar, og
Ford Fiesta skuldi verða ein
bilur til allan heimin. Henry
Ford II var sjálvur við í
øllum fyrireikingunum, tá
nýggja bilverksmiðjan varð
tikin í nýtslu í Valencia í
Spania í mai 1976.
Frá byrjan varð Fiesta
gjørdur við trimum ymisk
um motorum: 1,0 litur við
einans 40 HK, og tveimum
1,1 litur motorum við
ávikavist 45 og 53 hk. Í
luksusútgávuni Ghia, vóru
Fiesta teir best útgjørdu
bilarnir í sínum klassa.
Fiesta var tann fyrsti
Ford, ið hevði tvørliggjandi
motor og varð drivin av
forhjólunum. Størstu kapp
ingarneytarnir tey fyrstu
árini vóru Renault 5 og VW
Polo.
Sereyðkenni fyri Fiesta
var, at hann var økonom
iskur og lættur (vigaði
einans 700 kg) og hevði
størsta viðførisrúm í sínum
klassa. Bilurin fekk eisini
nógvar heiðurslønir tey
fyrstu árini.
Gjøgnum árini fingu
Fiesta fleiri ferðir ”facelift”
og umfatandi broytingar til
2001, tá ein heilt nýggjur
Fiesta kom á marknaðin.
Hesin verður gjørdur bæði
í Valencia, saman við
Mazda2, og í Køln í Týsk
landi.
Ford Fiesta 30 ár
bilar
Volvo Cars eru
millum teir fremstu
við aktivum
trygdarskipanum,
sum hjálpa
bilføraranum við at
umgangast skaðar.
Tann nýggjasta er
”City Safety”, ið
kemur á marknaðin
einaferð í 2007
Bilar
Næsta ár koma Volvo
Cars við eini skipan, sum
viðvirkar til at umgangast
samanstoytir við lítlari ferð,
sum t.d. undir býarkoyring,
tá bilar standa í longum
røðum, og ferðslan gongur
spakuliga.
Um bilurin framman
fyri knappliga steðgar,
og ”City Safety” metir, at
møguleiki er fyri saman
stoyti, fyrireiker skipanin
bremsurnar, soleiðis at tær
bremsa í sama eygnabragdi
bremsupedalin
verður
aktiverað. Metir skipanin
har afturímóti at saman
stoyturin er óumgongiligur,
bremsar bilurin av sær
sjálvum.
Volvo Cars vænta at ”City
Safety” verður til fyrimun
fyri allar partar, bæði hjá
teimum sum hava skipanina
og hjá øðrum í ferðsluni,
sum t.d. hjá teimum sum
koyra framman fyri ein
bil við hesi skipan, har
møguleikin fyri buglum og
”whiplash-skaðum” verður
munandi minni.
”City Safety” er optisk
radarskipan, ið situr í
forrútinum í somu hædd
sum bakkspeglið, og ansar
eftir ferðsluni framman fyri
bilin.
Skipanin registrerar akfør
sum eru upp til seks metrar
framman fyri bilin.
City Safety skipanin ansar eftir ferðsluni framman fyri bilin við hjálp av einum optiskum radara í forrútinum
Ford Fiesta frá 1976 og frá 2006. Ford kunnu í ár hátíðarhalda at Fiesta hava 30 ár á baki
Fyrsti Fiesta koyrdi av samlibandinum í Valencia í Spania í
1976