hósdagur 21. desember 2006síða 2
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 247 - 21. desember 2006
tíðindi
SAMBAND
eirikur lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
tlf 34180
Frits Johannesen í
Fuglafirði hugleiðir
um grótlistamann í
Fuglafirði
GRÓTLAÐING
Orð og myndir:
Frits Johannesen
Gongur tú niðan eftir
Tróndabrekku í Fuglafirði,
sært tú ein grótlistamann
og hjálpara hansara standa í
lítla stykkinum hjá Olivinu
hjá Eiðis Kristiani og skapa
eina listaliga lund úr gróti
og steini. Grótlaðarin er
Regin Jóanesarson, og
hjálparmaður hansara er
Gunnleif Thomsen. Her
stóð fyrr eitt lítið høsnarhús,
og vuksu eini trý, fýra stór
trø og nakrir runnar í hesari
heimsins minstu viðalund.
Bert eitt træ er eftir frá hesum
døgum. Kring træið hava
Regin og Gunnleif skapað
ein listaligan blett í bygdini.
Ja, vit kundu kalla hetta fyri
rúmlist við laðaðum garði,
veggi og einari lítlari rás,
ið ringir seg eitt lítið sindur
millum steinsettan vegg,
steinakant og fram við gamla
trænum. Hetta er sælt fyr
eygað at sjá.
Regin hevur nú í nøkur
ár gjørt grótlaðingar kring
í bygdini. Alt er sonn list.
Nú er hetta, sum her verður
umrøtt, ikki liðugt enn, men
hetta verður ein listalig perla.
Hetta er ein “installatión”
undir fríum lofti - eitt slag av
“Landart”, men lat okkum
bara kalla hetta fyri listaverk
av Regini Jóanesarson.
Toftatún
Í Toftatúni í Fuglafirði stend
ur ein grótlaðing eisini úr
Jóanesar hond. Hetta er ein
skygging av einari gamlari,
fornari føroyskari mentan.
Kring
oyggjarnar
eru
nógvir vakrir grótgarðar -
eingjargarðar, garðar millum
hagapartar, viðtøkugarðar,
garðar húsanna millum
og á grundstykkjum út
ímóti alfaravegi. Tað er ein
hópur av orðum, ið tulka
hugtakið garður, og ikki
so fá orð hava steinlaðing í
sínum kroppi. Hvør steinur
í hesum laðingum er eitt
listaverk og hevur sína sál.
Verður farið undir at tilevna
steinar og grót og fáa tað at
sampakka við annað grót og
grýti, verður sálareyðkenni
tess eitt symfoniskt ljóð úr
livandi deyðum steinum,
sum ein dag eru komnir úr tí
fjaru rúmd fyri milliónum av
árum síðani. Ja, og ótrúligt
er tað, at eitt dism av hesum
gróti endar í Tronganum í
Fuglafirði.
Grótmúrurin í Toftatúni
er ein varði og stendur sum
ein skaldakendur veggur um
gott handverk og listasmíð
úr gróti og minnir okkum á,
at soleiðis eigur ein múrur
at taka seg út og ikki seta
skilna millum fólk. Tað
hava vit sæð t. d. við Berl
inmúrinum. Hvat skulu
vit halda um múrin, sum
nú verður reistur millum
ísraelittar og palistinensar
úr køldum, lívleysum sem
enti? Her verður torført at
ganga i samgongu. Partur av
Berlinmúrinum hevur fingið
annað eyðkenni. Tað lív
leysa, litleysa sementi, sum
eftir stendur, hevur nú fingið
litkorn í kríllin, so hetta er
nú vorðið eitt listaverk .
Kanska ein dag fer mið
eysturmúrurin at sortna
burtur, og partur av honum
fær ein klump frá t. d. Profa á
sítt kalda hold, so annar andi
verður yvir hesum rótleysa
skapi. Nei, ólíka er skapandi
hond Jóanesar og grótlaðing
hansara í Toftatúni. Hetta
er millum stórstu avrik,
ið Fuglafjarðar kommuna
hevur latið gjørt tey seinastu
árini, og takk fái hon fyri
tað. Annars vil eg her bera
Jóanesi, grótlistamanni
og hjálparmanni hansara,
Gunnleifi, stóra tøkk fyri
avrik teirra og ynski teimum
gleðilig jól og eydnuberandi
nýggjár.
Grótlistamaðurin í Fuglafirði
Avgreiðslutíðir
um jólini
Eysturoy . Heiðavegur
Postrúm 224 . 600 Saltangará
Tel 47 47 10 . Faks 47 47 11
Tórshavn . Tinghúsveg 14
Postrúm 3096 . 110 Tórshavn
Tel 35 35 70 . Faks 35 35 71
Norðoyggjar . Klaksvíksvegur 78A
Postrúm 296 . 700 Klaksvík
Tel 45 72 40 . Faks 45 72 41
Suðuroy
Postrúm 58 . 800 Tvøroyri
Tel 35 35 60 . Faks 35 35 61
K R E A . F O . TEL 47 80 80
Sí annars www.almannastovan.fo
Frá 27. til 29. desember 2006
eru avgreiðslutíðir okkara broyttar.
Móttøkurnar hava opið og telefonirnar
verða tiknar hesar dagar frá kl.10 til kl.12.
Frá týsdegnum 2. januar 2007 verður opið aftur
sum vanligt allar yrkadagar frá kl. 9 til kl. 15.
Regin Jóanesarsson, grótlistamaður
Regin og Gunnleif Thomsen, hjálparmaður hansara
Hetta er millum stórstu avrik, ið Fuglafjarðar kommuna hevur
latið gjørt tey seinastu árini