hósdagur 21. desember 2006síða 3
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 247 - 21. desember 2006
3
KT-LEIÐARI
Statoil Føroyar søkir eftir leiðara til KT-økið
Starvið
Sum KT-leiðari stendur tú á odda fyri øllum KT-økinum hjá Statoil
Føroyar. Tú hevur evstu ábyrgd av KT-skipanum okkara og fert at
leiða krevjandi KT-verkætlanir, sum eru fyri framman.
Arbeiðsuppgávur
Sum KT-leiðari hevur tú fjølbroyttan dag. Nakrar av uppgávunum
eru at:
• Menna KT-økið, so at arbeiðsgongdir og skipanir á besta
hátt stuðla dagliga arbeiðinum hjá starvsfólki okkara.
• Leiða og skipa KT-verkætlanir.
• Menna, reka og viðlíkahalda KT-skipanir.
• Vera við í KT-toymum hjá Statoilsamtakinum.
• Samskipa raksturin av KT-kervinum við
aðrar partar av Statoilsamtakinum.
• Tryggja, at KT-kervið lýkur altjóða
krøv hjá Statoilsamtakinum.
Deildin
Tú fert at leiða KT-deildina, sum er partur av fíggjardeildini hjá
P/F Statoil Føroyar. Tú fært starvsfólkaábyrgd og verður partur av
leiðslutoyminum á fíggjardeildini.
Tínir førleikar
Tú dugir av øllum at leiða eitt arbeiði, hevur álit millum fólk,
virðir tey og fært tey við tær. Tú hevur ein eldhuga fyri krevjandi
avbjóðingum, snávar ikki í skeivari løtu og missir ikki málið úr
eygsjón. Tær dámar eisini væl at fara undir nýmótans manna-
gongdir og hevur treiskni og dugnaskap til at fullføra tær.
Tú hevur KT-útbúgving og arbeiðsroyndir til at greiða yrkisliga
partin av arbeiðinum. Hægri útbúgving er fyrimunur. Orðið er
eisini ein av styrkjum tínum, bæði skrivliga og munnliga, og
enskt dugir tú væl.
Vit bjóða tær
Eitt áhugavert og spennandi starv, sum gevur tær góðar
møguleikar
fyri
persónligari
og
yrkisligari
menning.
Statoilsamtakið raðfestir KT-økið sera frammarlaga, og arbeiðið
verður ofta skipað í samstarvi við toymi, ið virka tvørtur um
landamørk. Tær stendur eisini í boði at vera við á skeiðum
innanlands sum uttanlands, bæði hjá Statoilsamtakinum og
øðrum.
Lønin verður ásett eftir royndum og útbúgving. Eftirlønartrygging
fylgir við starvinum.
Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til Sverra Kallsberg,
fíggjarleiðara, tlf. 34 35 00.
Umsóknir
Skrivlig umsókn við upplýsingum um útbúgving og royndir skal
vera okkum í hendi í seinasta lagi 31. desember 2006. Stíla
umsóknina til:
P/f Statoil Føroyar
Postboks 3098
FO 110 Tórshavn
att.: Sverri Kallsberg
ella send teldubræv til: FRSK@Statoil.com
Umsókn tín verður viðgjørd í trúnaði.
Endamálið hjá Statoil Føroyar er at veita brúkarum í Føroyum
oljuúrdráttir og aðrar vørur. Hjá Statoil arbeiða umleið 150
fólk. Vit stremba eftir at veita bestu góðsku og tænastu, eins
og umhvørvisábyrgd á øllum økjum er eitt av fremstu málum
okkara.
– fyri viðskiftafólk okkara
R e p r o z
KT-LEIÐARI
Statoil Føroyar søkir eftir leiðara til KT-økið
lýsingar
J. BRONCKS GØTA 37 · P.O. BOX 370 · FO-110 TÓRSHAVN · TEL +298 34 59 00 · FAX +298 34 59 50 · BOOKING@SMYRIL-LINE.FO
Gloym alt um stress, væl stúvaðar bussar,
knarrut børn og taskurok. Pakkið børnini,
viðførið og góða lagið í bilin heima í tún-
inum, koyr umborð á Norrönu, njótið
túrin um borð og koyrið væl úthvíld í land
í Bergen – klár til eina frálíka familiu feriu.
WWW.SMYRIL-LINE.FO
HEMSEDAL:
Royni t.d. »norsku alpurnar«
Hemsedal 5 tímar frá Bergen.
Njótið frálíku náttúruna, hugna ligu
matstovurnar, kavan og sólina.
Hemsedal hevur kavagaranti og ein
av bestu skíðdeplunum í Europa.
VOSS
Einans 2 tímar frá Bergen við
skíðbreytum fyri børn og vaksin.
Kavagaranti, góðar liftir, hugna ligar
matstovur og aktivitetir fyri stór og
smá. Serlig tilboð til børn eru eisini
á staðnum.
BEINLEIÐIS VIÐ BILI ÚR TÓRSHAVN TIL NORSKU SKÍÐFJØLLINI
HEMSEDAL: 4 í bili, fyri hvønn úr bert kr. . . . . . . . . . . .2.893,-
Íroknað prísin er: Ferðin fram og aftur við Norrönu í 4 koyggjukamari við wc/bað innv. Hartil uppihald í 7 nætur
á Fanitullen Apartment í Hemsedal og 2 nætur á Incity Apartments í Bergen á út- og heimferðini. Oljuavgjald
er íroknað kostnaðin. Avgeiðslugjald á kr. 60,- fyri hvønn ferðandi er ikki íroknað. Tilboðið er galdandi frá 13.01-
25.01.2007. Aðrir prísir eru galdandi 26.01-30.03.2007.
VOSS: 4 í bili, fyri hvønn úr bert kr.. . . . . . . . . . . . . . . . .3.178,-
Íroknað prísin er: Ferðin fram og aftur við Norrönu í 4 koyggjukamari við wc/bað innv. Hartil uppihald í 9 nætur á
Fleischers Apartment í Voss. Oljuavgjald er íroknað kostnaðin. Avgeiðslugjald á kr. 60,- fyri hvønn ferðandi er ikki
íroknað. Tilboðið er galdandi frá 13.01-14.03.2007. Aðrir prísir eru galdandi 15.03-30.03.2007.
Áhugaverdar heimasíður:
www.fanitullen-hotell.com
www.hemsedal.com
www.fl eischers.no
www.visitvoss.no
www.incity.no
PRÍSIR ÚR EINANS
KR. 2.893,-