hósdagur 21. desember 2006síða 4
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 247 - 21. desember 2006
Jólagleði
Snorri Brend
Myndir: Jens Kr. Vang
Sund: Teir eru staddir tú-
sundtals kilometrar frá
heimlandinum, nú tað fer
at nærkast jólum her hjá
okkum.
Meðan
vit
fyrireika
okkum til hesa stóru kristnu
høgtíðina, mugu teir verða
til havs ella til lands í
arbeiði sínum.
Teir eru kortini ikki gloym-
dir av russiska umboðs-
manninum, Árna Dam í
Havn.
Sum ein part av arbeiði
sínum hevur hann sett sær
fyri at geva teimum eina
lítla heilsan til jólar, - ein
lítlan pakka við onkrum
tingi í.
Í gjár var hann umborð
á einum russiskum trolara,
sum lá við bryggju inni
á Sundi. Her fekk hvør
einasti av tí 78 mans stóru
manningini eina jólagávu.
Á Kollafirði lógu eisini
tveir aðrir russiskir trolarar
við ávikavist 85 og 15
monnum umborð. Hesir
skuldu sjálvandi eisini hava
gávur.
- Eg veit um, at fleiri
aðrir trolarar eru á veg. Teir
verða heldur ikki gloymdir,
slær Árni fast. Hjá okkum
er jóladagur 25. desember,
men hjá russum er hann 6.
januar.
Íalt væntar hann at geva
einar 1000 pakkar. Hann
upplivir her tað serstaka
gávumildið hjá føroying-
um, tí pakkar koma alla-
staðni frá.
Henda eina dagin komu
tvær konur úr Suðuroy
norður við Smyrli við eini
60 pakkum til russisku
sjófólkini. Og ein annan
dagin kom ein onnur kona
við 40 pakkum.
- Slíkt fløvar, sigur Árni.
Verða ikki gloymdir
Fyrrapartin í gjár var Árni Dam frá Faroe Agency aftur umborð á
einum russiskum trolara við eini jólaheilsan.
- Teir eru øgiliga glaðir fyri hesar gávurnar, sigur Árni.
Skiparin bjóðaði Árna ein
drekkamunn
Árni og ein av manningini
gera klárt at fara umborð við
jólapakkunum
Ein partur av arbeiðinum
hjá Árna er at fara umborð á
russisk skip við jólapakkum.
Íalt er talan um einar 1000
pakkar
Tað fløvar hjá russisku
sjómonnunum at fáa eina
heilsan úr landi, nú tað
nærkast jólum