hósdagur 21. desember 2006síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 247 - 21. desember 2006
tíðindi
Mynd av Kirkju í Kirkjubø
Jólagudstænasta í Kirkjubøar kirkju
Jól
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Sum siður er á hvørjum ári var jólagudstænasta í
Kirkjubøar kirkju mánakvøldið fyri skúlanæmingunum í
Velbastaðar skúla og avvarðandi teirra. Hetta er altíð ein
ógvuliga hátíðarlig og hugnalig løta, har ikki bara ein væl
upplagdur prestur, men eisini næmingarnir – bæði yngri
og eldri – seta sín dám á løtuna. Henda elsta kirkjan í
Føroyum, ytst við sjóvarmálan, er fullkomin karmur um
eina slíka løtu, bølaniða uttanfyri, brennandi kertiljós
innan og fullsett kirkja.
Heri Joensen, prestur, segði frá tveimum søgum, fyrra
um barnið, sum varð føtt í fjósi, og seinna hví júst
granntræið er jólatræ. Væl dugir hann at siga frá, tí hesa
løtuna var púra kvirt í kirkjuni hóast nógv smábørn vóru
hjástødd. Elstu næmingarnir lósu inngangs- og útgangsbøn
og jólaevangeliið. Næmingarnir í miðdeildini, tað er í
triðja til fimta flokk, høvdu framsýning við gipsfigurum
og tekningum við íblástri úr jólaboðskapinum. Eisini
høvdu teir úr leiri gjørt ein eftirgjørdan Kirkjubøarmúr við
Kirkjubøarstólunum innan. Ógvuliga hugtakandi.
Næmingatalið í skúlanum á Velbastað er 49; næmingarnir
koma úr Kirkjubø, Velbastað og Havn.
Vindurin kravt
eitt mannalív
Um 10-tíðina í morgun doyði ein maður, tá ið vørubilurin,
sum hann koyrdi, varð tikin av vegnum Millum Fjarða
Tað hevur verið nógvur vindur kring landið í morgun.
Um 10-tíðina var vindurin orsøk til, at ein vørubilur
varð tikin av vegnum Millum Fjarða. Bilførarin, sum var
einsamallur í bilinum, doyði av løstinum, sum hann fekk.
Maðurin hevur fingið so ógvusligan stoyt, at hann doyði.
- Tveir bilar koyrdu aftanfyri vørubilin, men teir sluppu
snikkaleysir. Teir boðaðu okkum frá. Tað sær út til, at
maðurin, sum doyði, ikki varð slongdur úr stýrihúsinum,
verður upplýst av løgreglustøðini í Runavík.
Annars hevur løgreglan ikki fingið nakra fráboðan um
stórvegis skaða av vindinum.
Lesið
-so eru tit við!