hósdagur 21. desember 2006síða 7
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 247 - 21. desember 2006
7
tíðindi
Beurer
pulsur
Kann vísa lægsta og
hægsta puls.
Kaloriuforbrenning
og stoppur.
einans 398
elvita
breyðsnerkjari
800 W. Tiningar instilling.
Elektroniskan timara.
Bustað aluminium.
einans 198
Bosch hvirla
Nógv eyka tilhoyr.
Rustfrí stál bløð. 450 W.
einans 598
Á Hjalla · Tel 31 54 15
Jólagávuhugskot
frá Damor
Beurer
blóðtrýstmátari
Blóðtrýst og pulsmátari til
armin. Kliniskt testað.
Roknar gjøgnumsnits støði.
einans 498
- Sambandsflokkurin
vil ikki avreiða nakað
til ES fyri einki. ES
fær ikki ein upsa frá
okkum uttan so, at
vit fáa fullan valuta
fyri hann. So einfalt
er tað, sigur Kaj Leo
Johannesen, formaður
Sambandsfloksins,
sum kortini heldur,
at føroyingar eiga at
finna út av, hvørjir
fyrimunirnir og vans
arnir við nærri tilknýti
til ES – ella møguligum
limaskapi - eru
Føroyar og ES
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Formaðurin í Sambandsflokk
inum, Kaj Leo Johannesen, er
ikki so ovfarin av úrslitinum
í spurnarkanningini hjá Fynd
um føroyskan limaskap í ES.
Kanningin vísti nevniliga,
at 40% av teimum, sum
svaraðu ja ella nei fyri ella
ímóti limaskapi, søgdu seg
vera fyri, at Føroyar verða
umfataðar av limaskapi í ES,
meðan 36,5 søgdu nei.
Spurningurin, sum Fynd
setti, var stuttur og einfaldur:
Skulu Føroyar umfatast av
limaskapi í ES?
Eins og vit vístu á í blaðnum
í gjár, eru rættiliga nógvir
føroyingar í iva, nevniliga út
við ein fjórðingur av teimum
spurdu.
Men Kaj Leo Johannesen
er ikki í iva um, at spurnar
kanningin gevur eina ábend
ing um, hvønn veg tað ber í
fólkinum – og serliga hjá tí
yngra ættarliðnum.
Partur av Evropa
– Nei, úrslitið undrar meg
ikki og soleiðis, sum heimur
in uttan um okkum, er saman
settur í dag, er eitt slíkt úrslit
væntandi.
Hann vísir á, at antin vit
vilja tað ella ikki, eru vit
partur av Evropa, og hann
ivast onga løtu í, at tað
serliga er yngra ættarliðið
við teimum møguleikum,
sum hesi hava, ið kennir seg
tættari knýtt til Evropa
– Góðu samskiftismøgu
leikarnir við alnótini og
møguleikarnir fyri útbúgv
ingum um landamørk, gera,
at yngra ættarliðið hyggur út
um bøgarðarnar. Eg trúgvi, at
hesi betur skilja tann týdning,
sum niðurbrótingin av landa
mørkunum merkir, og hvønn
týdning hetta hevur fyri eitt
nú búskap og útbúgving.
Kaj Leo sigur, at á landsfundi
Sambandsfloksins seinasta
fekst fyri fyrstu ferð felt í
landsfundarsamtyktina, at Før
oyar eiga at kanna, hvørjir fyri
munirnir og vansarnir eru við
einum nærri tilknýti til ES.
Altjóðagerðin
– Vit siga ikki, at vit skulu
fara upp í ES, um vansarnir
eru størri enn fyrimunirnir,
men vit eiga at kanna hesar
møguleikar.
Formaður Sambandsfloks
ins vísir á, at tað er ES, ið
rindar okkara ”rokningar”,
sum hann tekur til.
Í hesum sambandi vísir
hann á, at eini 90-95% av
okkara útflutningi fer til
londini í ES.
– Skulu vit skapa vælferð
í Føroyum, so fólk kunnu
hava tað gott, mugu vit í størri
mun taka lut í altjóðagerðini,
sum er ein veruleiki, og hetta
kunnu vit ikki bara gera í
orðum, men eisini í gerðum.
Kaj Leo sigur, at hann
persónliga ikki kann siga,
um hann er fyri ella ímóti
føroyskum limaskapi í
ES, fyrr enn hann kennur
treytirnar til fulnar – bæði
tær, sum tala fyri og tær, sum
tala ímóti.
– Tað eru hesi viðurskifti,
vit mugu finna út av, og so
mugu vit síggja, um tey eru
nóg ”lokkandi” fyri okkum
ella ikki.
Taka fyrivarni
Hann vísir á, at tað serliga
er á fiskivinnuøkinum, at
føroyingar hava verið skept
iskir fyri møguligum ES-
limaskapi.
– Vit mugu fáa at vita,
hvør javnvágin verður, og
kanska fáa vit, tá ið saman
um kemur, størri kvotur
enn tær, vit noyðast at lata.
Tað vita vit ikki, fyrr enn
samráðingar hava verið um
hesi og mong onnur viður
skifti, leggur hann aftrat.
Formaður Sambandsfloks
ins vísir til viðurskiftini hjá
Álandi við ES, har Áland
hevur ein sonevndan at-lima
skap, ið hann rópar tað.
– Í sínum viðurskiftum
við ES, verður hædd tikin
fyri nøkrum ávísum áhuga
málum, ið hava serliga stóran
týdning fyri Áland, eitt nú
ferðavinnuni. Á slíkum økjum
vilja álendingar sjálvir ráða
og sita við avgerðarrættinum,
sigur hann.
Danir við
Kaj Leo heldur, at vit føroy
ingar í størri mun enn higartil
áttu at tikið danir við sum
samstarvspart í komandi
samráðingum við ES, tí
Danmark frammanundan er
limur í samveldinum.
– Eg haldi, at vit soleiðis
áttu at ”trekt” upp á donsku
vitanina, leggur hann aftrat.
At enda slær Kaj Leo
Johannesen fast, at Sambands
flokkurin fer ikki at avreiða
nakað til ES fyri einki.
– ES fær ikki ein upsa frá
okkum uttan so, at vit fáa
fullan valuta fyri hann. So
einfalt er tað, sigur formaður
Sambandsfloksins.
Tey ungu síggja møgu-
leikar í altjóðagerðini
– Nei, úrslitið um føroyskan limaskap í ES undrar meg ikki og soleiðis, sum heimurin uttan
um okkum er samansettur í dag, er eitt slíkt úrslit væntandi. Eg trúgvi, at tað serliga er yngra
ættarliðið, sum kennir seg tættari knýtt at Evropa, sigur Kaj Leo Johannesen
Nýggj fiskiveiðiavtalu millum Føroyar og Russland
Í vikuni vóru fiskiveiðisamráðingar í St. Pætursborg um
nýggja fiskiveiðiavtalu millum Føroyar og Russ land fyri
2007.
Í høvuðsheitum gjørdist úrslitið hetta:
Føroysk rættindi í russ iskum sjógvi
Toskur 11.000 tons óbroytt
Hýsa 1.340 tons óbroytt
Flatfiskur 900 tons í mun til 1.000 tons fyri árið 2006
Rækjur 1.000 tons í mun til 500 tons fyri árið 2006
Russ isk rættindi í føroyskum sjógvi
Svartkjaftur 140.000 tons í mun til 160.000 tons fyri árið
2006
Makrelur 8.200 tons í mun til 7.000 tons fyri árið 2006
Føroyskur samráðingarleiðari var Andras Kristiansen,
deildarstjóri í Fiskimálaráðnum, sigur Fiskimálaráðið á
heimasíðuni hjá ráðnum.
rd.