Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-21, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. desember 2006síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 247 - 21. desember 2006 tíðindi Tungur burður Uppskotið hjá Jacob Vestergaard, landsstýrismanni um sjálvbodna kommunusamanlegging er vorðið ein tungur burður og kann enda sum jólatrøll. Tá rættarnevndin viðgjørdi uppskotið, mælti hon til broyting, so Vestmanna og Kvívík sluppu at velja ímillum Vágar og Sunda kommunu heldur enn Tórshavnar kommunu. Tað samtykti Tingið, men tá málið fekk 3. viðgerð í gjár, bleiv tað beint aftur í rættarnevndina. Nýggjur Varði 73. bind av Varðanum fyri 2006 er komið. Hesaferð skrivar Óla Jákup Niclasen grein, sum hann kallar Jarðarnøvn - hví og hvussu? Finouz Gaini skrivar um Mjørka, vatn og stormvindar - brot úr veruligu søgu føroyinga, og Hjalmar P. Petersen skrivar um merkingarliga kynstillutan í føroyskum. Í bindinum eru eisini siðsøguligar greinar og trý bókaummæli. 73. bind av Varðanum er 180 síður og kostar 230 krónur í bókabúðunum. Jacob Vestergaard: Hetta er eitt signal Jacob Vestergaard heldur ikki, at frá­boðanin frá fíggjar­nevndini um sparingar á Strand­ ferðsluni, skulu takast so strangt, sum skrivað stendur Strandferðslan Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Eg uppfati hetta meiri sum eitt politiskt signal enn sum eini kravboð um sparingar. Tað heldur Jacob Vester­ gaard, landsstýris­maður í innlendismálum. Vit hava spurt hann, hvat hann heldur um tað, at fíggj­ ar­nevndin nú ætlar at fáa Løgtingið at samtykkja, at seta um­fatandi sparingar í verk í umsitingini hjá Strandferðsluni. Hinvegin ásannar hann, at eftir tilmælinum frá fìggjarnevndini, skal umsitingin hjá Strand­ferðsl­ uni spara tríggjar milliónir næsta ár, soleiðis, sum vit greiða frá í aðrari grein her á síðuni. Hann ásannar eisini, at her er talan um ein stóran bita, sum skal sparast. Men hann tekur hetta meiri sum eitt signal, enn sum eini politisk krav um at spara tríggjar milliónir. – Eg skilji tað soleiðis, at fíggjarnevndin vil hava broytingar á Strand­ferðsl­ uni. Samstundis vísir hann á, at eitt politiskt arbeiðið er sett í gongd fyri at kanna eftir, hvussu Strandferðslan skal skipast framyvir. – Verður úrslitið av tí arbeiðnum, at brúk er fyri meiri pengum, verða teir játtaðir. Eg havi politiskt forstáilsi fyri, at koma vit til eitt úrslit, sum krevur hægri játtan, verður hon fingin til vega, sigur Jacob Vestergaard. Vit eru komin í tíðarneyð og tí er vandi fyri, at Løgtingið missur tamarhaldið á peninganýtsluni, heldur Páll á Reynatúgvu Fíggjarlógin 2007 Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Koma ikki uppskot um fleiri útreiðslur, skal tað undra meg. Páll á Reynatúgvu, sum er talsmaður hjá tjóð­veld­ is­flokkinum í sambandi við fíggjarlógina, er ikki treyta­leyst nøgdur við arbeiðs­umstøðurnar hjá Løg­tinginum í sambandi við fíggjarlógina. – Sjálvur er hann í and­ støðu og andstøðan hevur ikki havt nøktandi umstøður at viðgerða fíggjarlógina, sigur hann. – Útgangsstøðið var at sam­gonga og andstøða skuldi semjast um so nógv sum gjørligt. Vit ætlaðu at samgonga og andstøða skuldu semjast um fíggjar­ lógina innanfyri tann karm, sum er lagdur. Men hetta fór fyri skeytið, tí mánamorgunin boðaði samgongan frá, at hon sá seg ikki føran fyri at gera semju saman við andstøðuni. Tí hevur andstøðan havt sera stutt skotbrá at gera sítt egna uppskot. – Hetta hevur týðiliga merkt arbeiðið at við fíggj­ ar­lógini og av tí sama kunnu til­mælini frá andstøðuni ikki síggjast sum ein saman­ hangandi eind, heldur sum brot. Men Páll á Reynatúgvu hevur varhugan av, at tað er eisini av tíðarneyð, at sam­gongan hevur lagt síni til­mæli fram. Hann vísir á, at fíggjarlógin mátti leggjast fram nú, men hann hevur kensluna av, at samgongan er ikki rættiliga samd og at tað tí meiri var av neyð, at fíggjarnevndin legði síni tilmælið fyri Løgtingið týskvøldið. – Av tí sama kunnu vit stúra fyri, at fleiri broyt­ingar­ uppskot fara at verða løgd fyri Løgtingið, sum fara at føra fleiri útreiðslur við sær. Tað kann verða freistandi, serliga nú val stendur fyri durum. Og hann heldur vansin við hesum kann vera, at Løg­tingið, ella samgongan, missur tamarhaldið á út­reiðslunum og kyndir enn meiri uppundir okkara bú­skap, sum er ov heitur framman­undan. Stjórin á Strandferðsl­ uni stúrir fyri tí ring­ asta, men vónar tað frægasta Strandferðslan Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Nú skal Strandferðslan spara. Og sum tað sær út í løt­ uni, verður tað ikki við mýkindum. Men tað kann longu nú sigast, at skulu so stórar sparingar setast í verk, sum nú liggja í teimum politisku kortunum, kemur hon í trupulleikar. Heilt álvarsligar trupul­ leikar. Nú fíggjarlógin fyri næsta ár skal endaliga samtykkjast, heldur fíggjarnevndin, at umsitingin hjá Strand­ferðsl­uni er ov stór og skal minkast. Og fíggjarnevndin ætlar, at fáa Løgtingið at sam­ tykkja at skarva heilar tríggj­ ar milliónir av játtanini hjá Strandferðsluni. Í løtuni arbeiða 17,5 fólk í umsitingini hjá Strand­ ferðsluni. Men skulu tríggjar milliónir sparast, merkir tað, at minst 8-10 fólk skulu sendast til hús og so verður ikki nógv umsiting eftir. Í hesum sambandi skal havast í huga, at tey flestu hava seks mánaða uppsagnartíð og tí hevur Strandferðslan í veruleikanum bara eitt hálvt ár at finna sparingarnar og so mikið ógvusligari verða tær. Stúrir fyri tí ringasta Eisini virkandi stjórin á Strandferðsluni, Niels Juel Arge, ásannar, at fráboðanin frá fíggjarnevndini kemur óvæntað. Hann viðgongur eisini, at hann er eitt sindur ørkyml­að­ ur. Men hann sigur, at akkurát hvussu hetta skal skiljast, er eitt sindur ógreitt, og tí saknar hann, at fíggjarnevndin var eitt sindur greiðari í síni fráboðan. Í hesum sambandi kann staðfestast, at einasta við­ merkingin, sum meirilutin í fíggjarnevndini, sum er samgongan, hevur til skerj­ ingina upp á tríggjar milliínir, er, at ”meirilutin heldur, at lands­stýrismaðurin átti at minkað umsitingina”. Tað einasta, minnilutin í fíggjarnevndini, sum er and­­støðan, sigur, er, at mælt verður mælir til at gera ”siglinga við Strand­fara­ skipum Lands­ins ókeypis, og at lands­stýris­mað­urin átti at minkað umsitingina av SL” – Tað er heilt greitt, at skulu viðmerkingarnar og spar­ingin skiljast heilt bók­ staviliga, sær ikki gott út, tí so er tað í sjálvari umsitingini, at vit skulu spara lønir. Men hvørjar avleiðingar fær tað? – Vit brúka í ár einar sjey milliónir til lønir í starvsfólk í umsitingini og skulu vit spara tríggjar milliónir, kann ein og hvør rokna út, hvørjar avleiðingar tað fer at fáa. – Verður hetta úrslitið, skulu vit taka eitt stig av álvarsligasta slagi. – Men merkir hetta hin­­ vegin, at vit skulu spara tríggjar milliónir í um­­sit­ ingingarpartinum sum heild, er tað ein onnur søga. Tá verða avleiðingarnar ikki so álvarsligar, tí tá ber til at spara, tá ið vit keypa vørur og tænastur o.s.fr. – Men tað skerst ikki burt­ ur, at politikarar eru ikki altíð líka greiðir í sínum fráboðanum og tí fari eg at bíða næstu dagarnar fyri at vita akkurát, hvat hetta ber í sær, sigur Niels Juel Arge. Ávarar ímóti at missa tamarhaldið Páll á Reynatúgvu heldur, tey hava ikki havt stundir at fyrireika fíggjarlógina so væl sum ynskiligt og tí kunnu vit stúra fyri, at politikarar fara at gjara út nú í tólvta tíma Strandferðslan í trongum skóm