Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-21, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. desember 2006síða 9

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 247 - 21. desember 2006 9 tíðindi Jvc stereo anlegg Radio. Fløguspælari við mp3. Inngangur á frontinum 2 x 30 W rms Einans 1.498 Á Hjalla · Tel 31 54 15 Jólagávuhugskot frá Damor LG dvd spælari Spælir DivX. Slim design. Component útgang til flatskermar. Digital útgang til surround. Einans 698 LG surround anlegg Við DVD spælara og Radio. Spælir mp3. Stereo inngang til t.d. playstation. 220 W. Einans 1.298 LG surroundanlegg Við DVD upptakara. Spælir fløgur við mp3. Component útgang til flatskermar. Radio. 500 W Einans 3.798 HEIMAMISSIÓNIN Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo Broytingarnar skulu frígeva orku hjá aðalskrivarinum, so at hann kann fáast við aðrar uppgávur. Millum annað verður hugsað um starvsfólkarøkt. Broyt- ingarnar fara at virka í byrjanini næsta ár. Á heimasíðuni hjá Heima missiónini skrivar Vagn Foldbo, aðalskrivari, so leiðis um broytingarnar: Aðalskrivari Aðalskrivarin verður fram haldandi dagligi leiðarin hjá rørsluni. Hann fyrireikar mál til Høvuðsstýrið og fremur tað, sum har verður samtykt. Eisini fer aðalskrivarin at hava ábyrgd av sambandinum millum landsarbeiðið og stað- bundnu arbeiðini. Starvs- fólkaleiðslan verður løgd út á deildarleiðararnar. Deildarleiðari á boðanardeildini Deildarleiðarin á boðanar- deildini verður leiðari hjá øllum trúboðarunum, bæði heima og úti. Eisini skal hann leiða barna- og ungdómsráðgevan eins og staðbundnu skrivararnar. Øssur Kjølbro verður starvsfólkaleiðari fyri tey 11 fólkini á boðanardeildini. Deildarleiðarin á boð- anardeildini verður vara- aðalskrivari. Deildarleiðari á samskiftis- deildini Umframt fíggjarleiðari verður Jørmund Foldbo leiðari á samskiftisdeild- ini. Hann skal vera starvs- fólkaleiðari hjá blað- stjóra, blaðfólki, layout- fólki, forlagsleiðara, fyristøðufólki og skriv- stovufólki. Visjón Okkara visjón er at møta menniskjum, har tey eru. Vit vilja við bygnaðar- broytingunum fegin møta okkara starvsfólkum betri, har tey eru, eins og møta tykkum í staðbundnu arbeiðunum betri, har tit eru. Eg meti, at vit við hesum broytingum betri kunnu náa okkara endamál: at vekja upp trúarlívið og menna felagsskap teirra trúgvandi. Skandinaviska flogfelagið SAS fer ikki at roynda eydnuna í Føroyum. Hetta sigur Jens Langergaard, sum er miðlastjóri hjá SAS FLOGVINNAN Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo Ein kundi gitt, at SAS vildi roynt at flogið leiðina millum Føroyar og Danmark, sum Mærsk millum onnur hevur roynt fyrr. Hetta avsannar tó Jens Langergaard fyri Sosialinum. - Vit hava ikki ætlanir og heldur ikki áhuga í at royna okkum í Føroyum, sigur Jens. Hann greiðir frá, at marknaðurin er ov lítil, og umstøðurnar ov vánaligar í Føroyum. - Føroyar eru ein lítil marknaður. Vit eru nøgdir við okkara marknað í løtuni, og vit hava ikki áhuga í at fáa virksemi í Føroyum. - Fortreytirnar hjá okkum at flúgva til Føroya eru ikki til staðar. Vit hava ikki nógv flogfør, sum kunnu lenda í Føroyum. Tey flestu eru alt ov stór. Veðurlíkindini gera tað mangan trupult at lenda og koma úr Føroyum aftur, og vit kunnu ikki liva við, at okkara flogfør eru føst í Føroyum, sigur Jens Langergaard at enda við Sosialin. Bygnaðarbroytingar í Heimamissiónini Føroyar ikki áhugavert fyri SAS Ætlaðu bygnaðarbroyting-arnar í Heimamissiónini, sum fyrr eru lýstar í Sosialinum, fara at virka frá 1. januar 2007. Tá verða starvsfólkini skipað í tvær deildir, eina boðanardeild og eina samskiftisdeild SAS hevur ikki áhuga í at flúgva til Føroya. - Umstøðurnar eru ov vánaligar, sigur miðlastjórin Heimamissiónin fremur bygnaðarbroytingar. Vagn Foldbo aðalskrivari verður leysur av nøkrum uppgávum, so at hann kann leggja størri dent á millum annað starvsfólkarøkt