hósdagur 21. desember 2006síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 247 - 21. desember 2006
Formaðurin í S&K-fel
agnum, Pætur Niclasen
greiddi í gjár í Útvarpi Før
oya frá, at orsøkin til at fel
agið hevur meldað seg úr
Føroya Arbeiðarafelag var,
at S&K-felagið onga ávirk
an fekk í FA og at leiðslan í
S&K-felagnum kundi skaffa
limunum betur eftirlønarskip
an og lívstryggingarskipan
við at standa utt an fyri FA.
Eisini greiddi Pætur Nicla
sen í útvarpinum frá, at so at
siga allir limirnir á aðalfundi
høvdu tikið undir við, at
S&K-felagið skuldi melda
seg úr FA.
Av tí at tað sum Pætur
Niclasen greiddi frá í
útvarpinum ikki er rætt ,
so sígg ja vit okkum hava
skyldu til at koma við einari
rætt leiðing:
Vit skulu vísa á:
- at leiðslan í S&K-fel
agnum í sambandi við út
melding sína, ikki hevur
grett orð um, at misnøgd
við tørvandi ávirkan innan
Føroya Arbeiðarafelag var
orsøkin til útmeldingina,
- at vit í 2005, bóðu nevnd
og formannin í S&K-felag
num á fund, tí vit høvdu hoyrt
at tey ætlaðu at melda seg úr
Føroya Arbeiðarafelag. Tey
søgdu at tey høvdu ongar
ætl anir um at melda seg úr
Føroya Arbeiðarafelag og at
tey vóru væl nøgd við lim
askap sín og við samstarvi
millum feløgini.
- at ein fyrrverandi for
maður í S&K-felagnum
hevur verið nevndarlimur í
Føroya Arbeiðarafelag, til
viðkomandi sjálv segði seg
frá og síðani tá hevur S&K
felagið havt varanevndarlim
ur í Føroya Arbeiðarafelag,
- at S&K-felagið á aðal
fundunum í Føroya Arbeið
arafelag hava havt rætt at
greiða atkvøðu við lutfals
ligu mongu atkvøðum teirra,
og hava tey tí havt lutfalsliga
stóra ávirkan á tær atkvøðu
greiðslur, sum hava verið á
aðalfundum í felag okkara,
- at limir í S&K-felagnum
heitt i á nevnd felags ins um at
útseta fundin, har útmelding
úr Føroya Arbeiðarafelag
var á skránni, men at hett a
varð noktað teimum, hóast
hesir limir vístu á at teir ikki
kundu møta á fundi hendan
dag,
- at limir í S&K-felagnum
hava víst á, at fráboðanin um
aðalfundin í S&K-felagnum,
á heimasíðu felagsins hevði
upplýsingar um at melda
seg til aðalfundin, hóast
slíkar treytir fyri lutt øku á
aðalfundi ikki eru fyriskrivað
ar í lógunum hjá S&K-fel
agnum og heldur ikki eru
brúkar áður og heldur ikki
seinni, tá aðalfundur í S&K-
felagnum er lýstur,
- at 57 limir í S&K-felag
num atkvøddu fyri at melda
felagið úr Føroya Arbeiðara
felag,
- at um tað er rætt sum
Pætur Niclasen segði í
útvarpinum, at S&K-felagið
hevur uml 1000 limir, so
hava 5,7 % av limunum í
S&K-felagnum atkvøtt fyri
útmelding úr Føroya Arbeið
arafelag,
- at limir í S&K-felagnum
hava víst á, at ivasamt er, um
ein leiðsla í einum fakfelag
eigur at taka eitt slíkt stig
sum at melda seg úr einum
meginfelag, tá ein so lítil
partur av samlaðu limum
felags ins hava akvøtt fyri
útmeldingini,
- at Eftirlønargrunnurin
hjá Føroya Arbeiðarafelag
hevur havt eitt munandi størri
avkast enn tann skipan, sum
leiðslan í S&K-felagnum nú
hevur gjørt fyri limir sínar,
- at tað tí er beinleiðis
skeivt, at leiðslan í S&K-fel
agnum hevur skaffa limum
sínum eina betri eftirlønar
skipan enn tann sum gald
andi er fyri limirnar í Føroya
Arbeiðarafelag,
- at eitt fakfelag fær tær
lívstryggingarskipanir, sum
feløgini ynskja at gjalda fyri,
og at skulu t. d. lívstrygging
arupphæddirnar hækka, so
verða trygg ingargjøldini eis
ini hækkað,
- at umsitingarútreiðslur
nar hjá lívstryggingarfelag
num, sum S&K-felagið nú
hevur gjørt avtalu við eru
nógv hægri enn tær umsiting
arútreiðslur, sum galdandi er
fyri lívstrygg ingarskipanina
og eftirlønarskipanina hjá
Føroya Arbeiðarafelag,
- at hægri umsitingarút
reiðslur merkir, at fleiri av
teimum krónum, sum limirnir
rinda inn til skipanina fer til
trygg ingarfelagið, og færri
krónur verða til at gjalda
ávíkavist eftirløn og lívs
trygg ing hjá limunum í fak
felagnum.
Vit fara sjálvsagt ikki at
legg ja okkum út í tær avgerð
ir, sum limirnir í S&K-felag
num taka, men tá formaðurin
í S&K-felagnum í almennum
fjølmiðli kemur við ófull
fíggj aðum og partvíst skeiv
um upplýsingum, so er ney
ðugt hjá okkum at koma við
hesari rætt leiðing.
Tórshavn, 20.12.2006
Í vikuni frætt ist, at Statoil og Norsk Hydro legg ja
saman, og at felagið verður heimsins størsta offshore
oljufelag. Hóast vit ikki her og nú kunnu tengja hesa
avgerð at framtíðar leitivirksemi í Føroyum, er kortini
rætt longu nú at meta um tær positivur avleiðingar
henda samanlegg ing kann fáa fyri oljuleiting við
Føroyar. Statoil er eitt tað mest virkna oljufelagið á
okkara leiðum. Norsk Hydro var við í kanningunum
fram til ár 2000. Sostatt finst nógv vitan um føroysku
undirgrundina í báðum feløgunum. Vit meta, at eitt
nógv sterkari og størri Statoil, utt an mun til úrslitið
av Brugduni, fer at seta enn fleiri kreftir inn at finna
oljuna við Føroyar. Tað áligg ur so eisini ein ávís
skylda hjá felagnum at gera tað, tí felagið fekk eftir
øllum at døma nøkur av teimum bestu loyvunum í 2.
útbjóðing. At oddamaðurin í felagnum Helge Lund
eisini gjørdi greitt í miðlunum eftir samanlegg ingina,
at Statoil í enn størri mun vildi vera eitt altjóða felag,
kann eisini tulkast til okkara fyrimun, nevniliga at
Statoil fer at halda fram við at sínum virkna leikluti
í oljuleitingini við Føroyar.
Oljutingið umrøddi herfyri spurningin um
oljugrunn. Spurningurin er nær vit av álvara vilja
seta orku av til at fyrireika ein slíkan. Helst eiga
vit at seta út í kortið í góðari tíð, tó at vit eisini
skulu vera realistisk og ikki rokna við, at nøkur olju
sprænir upp í bræði. Tí er framvegis góð tíð til at
fyrireika hett a málið ordiliga. Ein spurningur, ið vit
kanska átt u at tikið framaftur nú, er alment oljufelag.
Hann var frammi á sinni, tá fyrtu loyvini skuldu
latast. Men tá mett i man, at tað var skilabetri at seta
størri krøv til oljufeløgini um keikant og skatt ing.
Eisini varð mett av onkrum, at føroyska oljufelagið
tá varð eitt slag av almennum oljufelag í og við, at
so nógvir føroyingar hava sett pengar í felagið. Nú
hevur hett a oljufelagið eisini útlendskar ílegg jarnar.
Møguliga er felagið heldur ikki við í teimum bestu
loyvunum. Tí er rætt – hóast oljuframleiðsla kann
ligg ja nógv ár frammi í tíðini – at fáa eitt orðaskifti,
um vit t.d. við 3. útbjóðing skulu taka við tað
almenna oljufelagið, ið tá fær lut í øllum loyvum.
Tað kann hava við sær, at vit mugu slaka uppá
aðrar treytir. Hett a er kanska ikki rætt a tíðin at seta
feløgunum harðari treytir, men orðaskifti um alment
oljufelag og almennan oljugrunn er uppá sítt pláss í
2007, tá BP, Shell og Anadarko møguliga raka í plett
á Williammiðinum - og tá lata dyrnar upp til einar
framtíðar sjálvstøðugar Føroyar.
Sosialurin
Alment oljufelag?
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Bjarta Joensen bjarta@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo
Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Kykmyndir:
Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1330
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðslan
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
SAMBAND
eirikur lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Rætting til S&K-Felagið
Føroya
Arbeiðarafelag
Ingeborg
Vinther
Tað eru fleiri fiskimenn,
ið saman við skipum
gjalda stórar upphæddir í
trygg ing. Ein hevði vænta,
at tá fiskimaðurin rindar so
nógv inn í hesar stovnar, so
fekk hann nakað fyri tað.
Men nógvir fiskimenn,
sum í áravís hava goldið
trygg ing ásanna, at tann
tænasta, sum er goldin
fyri, ikki er nøktandi, tá
skaði ella sjúka rakar ein.
Tí eiga fiskimenn at hava
umsjón við, og reka sína
egnu trygd sjálvir. Hett a er
rætt liga einfalt. Staðin fyri at
gjalda til eitt trygg ingarfelag,
so gjalda vit til okkara
egna trygdargrunn, sum so
eftir ávísum treytum letur
tað útg jald tørvur er á.
Tað líkist púrasta ongum,
at menn, sum hava siglt í
20-30 ár ella meir, blíva
hótt ir við húsagangi ella
missa hús, tí at trygg ingin
teir hava, ikki hjálpur nakað
sum helst, tá á stendur. Eg
meini sjálvur, at tað er brot
á mannarætt indini, tá menn
fáa at vita, at væl stendur til
við trygdini, men at teir ikki
fáa tann pening, sum skal til
fyri at nøkta húsarhaldið. Tá
er trygd bara eitt orð, sum
verður nýtt uppá kvamsvís.
Vit hava alt ov nógv
óhugnalig
dømir
um
fiskimenn, sum eru sleptir
uppá fjall, tá sjúka rakar, tað
kunnu vit ikki liva við meir,
hett a ætli eg mær at broyta,
um eg fái møguleikan sum
formaður í FF.
Tá trygd bara er eitt orð
jan
højgaard