Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-01-26, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. januar 2001síða 2

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 18 - 26. januar 2001 3 gult cyan magenta svart 2 Nr. 18 - 26. januar 2001 Landsstýrið hevur víst kæruni frá borg- ara á Eiði um óreglu- semið á kommunu- valinum, frá sær. Tað ber í sær, at Tordur Niclasen verður verðandi borgarstjóri valskeiðið út KOMMUNUVAL Edvard Joensen Bygdarráðið á Eiði, sum valt varð tann 21 november í fjør, verður sitandi. Landsstýrið hevur víst kær- uni um valið aftur. Á kommunuvalinum tann 21. november í fjør, vóru tveir listar á Eiði. Listi A fekk tá fimm bygdarráðs- limir valdar, meðan listi B fekk tveir. Men tann seinni limurin hjá lista B var sera tepur. Bert ein atkvøða kundi gjørt, at hann ikki varð valdur, men at tann sætti limurin í staðin varð valdur á lista A. Tað hevði hent, um fínteljingin flutti eina atkvøðu av lista B yvir á lista A. Tað gjørdi fínteljingin á Eiði, sum hildin varð eina viku eftir valið, ikki. Hin- vegin hendi tað, at ein at- kvøða var meira í atkvøðu- kassanum tá fíntalt varð, enn tað sambært valnevnd- ini var, tá sjálvt kommunu- valið endaði tann 21. no- vember. Tá fíntalt varð, gjørdist úrslitið, at listi A hevði fingið eina atkvøðu meira, enn hann hevði sjálvt val- kvøldið, meðan listi B hevði sama atkvøðutal. Hóast listi A nú hevði fingið eina atkvøðu aftrat, gjørdi hon tó ikki, at sætti limurin á listanum av sær sjálvum varð valdur, tí listi B hevði framvegis sínar, sum tryggjaðu tann seinna bygdarráðslimin. Hinvegin stóðst so mikið av iva um valið, at ein borg- ari á Eiði kærdi úrslitið til bygdarráðið. Bygdarráðið viðgjørdi kæruna, men vísti henni frá sær. Tað var kærarin ikki nøgdur við, og sendi kær- una víðari til kommunala eftirlitið hjá landsstýrinum. Nú seinna kæran varð send, var ein undirskrift komin aftrat undir kæruna. Kommunala eftirlitið hevur síðan viðgjørt kær- una, og í gjár kom so úr- skurðurin, sum segði, at landsstýrið ikki metir grundarlag vera fyri at broyta úrslitið av valinum. Sostatt verður bygdarráðið, sum valt varð tann 21. no- vember 2000, sitandi val- skeiðið út. Meðan málið um kæruna hevur verið viðgjørt, hevur bygdarráðið á Eiði skipað seg. Tá hendi tað, ivaleyst óvæntaða, at listi B, sum fekk tveir av sjey bygdar- ráðslimum, fekk borgar- stjóran. Tað er Tordur Niclasen, sum fekk næst- flestar atkvøður yvirhøvur á valinum á Eiði. Tordur Niclasen verður sitandi í borgarstjóra- sessinum Mynd: Edvard Joensen Tordur verður sitandi Sverrisgøta 17 • 100-Tórshavn • Tel. 317661 UNITED COLORS OF BENETTON. Restútsølan byrjar mánadagin BENETTON 1/21/2 útsøluprísur Nú Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Tíðindaleiðari: Jústinus Eidesgaard justinus@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marjun Dalsgaard marjun@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo John Johannessen john@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo Mentan: Birgir Kruse birgir@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Útgevari/uppseting: Sp/f Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254mm breið og 346mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Fólkaflokkurin mist alt trúvirðið Fólkaflokkurin hevur aftur avdúkað, at tað er ikki tað allar minsta av trúvirði skapt í honum. Somuleiðis vísir flokkurin einaferð afturat, at hann heldur Før- oya fólk fyri gjøldur, tá hann talar um at lækka skatt og kostnaðarstigið annars. Nú hevur fíggjarnevndin viðgjørt uppskotið hjá Javnaðarflokkinum og Sambandsflokkinum, um at lata rentudráttin fyri sethúsalán verða uppi á 48 prosentum. Álitið vísir, at eingin av samgonguflokk- unum tekur undir við upp- skotinum. Sostatt verður rentu- frádrátturin ikki 48 pro- sent, men afturímóti 44 prosent. Eftir lógini um rentustuðul, skal rentu- stuðulin lækka niður í 44 prosent 1. januar í ár og næsta ár niður í 40 prosent. Tá uppskotið var til 1. viðgerð, tóku allir sam- gonguflokkarnir uttan Sjálvstyrisflokkurin undir við uppskotinum. Serliga talaði Fólkaflokkurin heitt fyri uppskotinum. Formaður Fólkafloksins á Løgtingi vant seg enntá upp í tær stóru oratorisku hæddirnar og næstan skuldsetti Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharra, tí hann ikki var komin við einum slíkum uppskoti. Øll roknaðu tí við, at Fólkaflokkurin – og kanska eisini Tjóðveldis- flokkurin – fór at atkvøða fyri uppskotinum. Men gakk. Eftir álitinum at døma, atkvøður Fólka- flokkurin ikki fyri hesum uppskoti, sum fyrst og fremst gagnar vanliga før- oynginum. At Tjóðeldisflokkurin ikki tók undir við málin- um, tá avtornaði, var ikki annað enn væntað. Hann meldaði kki greitt út, tá málið var til 1. viðgerð, og har afturat hevur gamli fiskimannaflokkurin vent sínum gamla sosiala og humana politikki bakið. Hesuferð var annars væntandi, at Fólkaflokk- urin fór at at taka undir við einum andstøðuupp- skoti, tí herfyri snýtti sam- gongan Fólkaflokkin, tá málið um skattalætta var fyri. Vit minnast, at fyrst boðaði Fólkaflokkurin frá einum uppskoti um skatta- lætta. Uppskotið hjá flokk- inum skuldi leggjast fram, um fíggjarmálaráðharrin ikki kom við einum upp- skoti áðrenn ein ávísan dag. Hvørgin kom við upp- skoti, og tískil løgdu Javn- aðarflokkurin og Sam- bandsflokkurin eitt upp- skot fram, sum Fólka- flokkurin segði seg kunna taka undir við. Men tá avtornaði, atkvøddi hann ikki fyri. Síðani kom eitt neðar- egg frá Karsten Hansen, sum lættir skattin við 200 krónum um mánaði hjá teimum lægstløntu. Tað er gott, men tað munar ov lítið. Hesar 200 krónurnar eru longu mistar, nú rentu- stuðulin lækkar. Tað merkir í veruleik- anum, at landsstýrið gevur við vinstru hond og tekur við høgru. Borgarligur sosialpolitikkur, tá hann er av tí besta. Harafturat skulu vit minnast til, at Fólkaflokkurin heldur ikki atkvøddi fyri uppskotinum at lækka avgjaldið á bens- inið! Eitt er, at Fólkaflokk- urin heldur Føroya fólk fyri gjøldur. Eitt annað er, at flokkurin má hava eina ónatúrliga lítla sjálvsvirð- ing, tá hann ferð eftir ferð rópar hart, og boðar frá skattalætta og avgjalds- lætta, samstundis sum hann atkvøður ímóti. Sosialurin DAGSINS MEINING Mánadagin bórust deyðs- boðini av Margrethu S. Sigurðsson í Klaksvík. Hon var ættað av Eiði, dóttir Hans Jacob Poulsen, fyrsta tingmann Javnaðarfloksins í Eysturoynni og Thominu. Hann varð valdur á ting í 1936, men doyði ungur, 43 ára gamal, í 1937. Margretha giftist Sigurði Sigurðsson úr Klaksvík í 1939 – og giftust tey inn hjá verforeldrunum, Jóin á Húsum og Annefíu, á Bakkanum í Klaksvík. Margretha og Sigurð fingu átta børn, sjey synir og eina dóttir, Tórbjørg, sum býr í Svøríki. Sonurin Hans Jacob býr í Danmark, Jóin, Alfons og Tórleif búgva í Klaksvík, Jón Tór- ur býr í Saltangará, og Terji og Hallstein búgva í Havn. Eins og móðirin á Eiði gjørdist Margretha ung einkja. Sigurð doyði longu í 1960 einans 45 ára gamal. Tá var elsti sonurin, Jóin, 20 ára gamal, meðan tann yngsti, Hallstein, júst varð fyltur 1 ár. Tað var sjálvsagt tungt hjá henni at sita eftir einsa- møll við barnaflokkinum, so har var einki annað at gera enn at fara út at ar- beiða. Hon fór fyrst á Pylsu- virkið hjá Hans Jacob Joen- sen, sum var ættaður úr Kollafirði og sum doyði í flogvanlukkuni í Mykinesi í 1970. Hetta pylsuvirkið var norðan fyri herm- etikkvirkið hjá Kjølbro. Seinni fór Margretha á Kósina at arbeiða. Fólk í Klaksvík, sum kendu Margrethu, hava virt hana nógv fyri dirvið, hon sýndi, tá hon sat einsamøll eftir við øllum børnunum, og børn hennara eru eisini samd um, at tey hava havt ein góðan og tryggan barn- dóm, hóast stóra missin. Tá Margretha var komin har til, at hon kundi njóta aldurdómin, gjørdist hon sjúk, tá hon fyri níggju ár- um síðani fekk eina heila- bløðing. Hon gjørdist lut- víst lamin, fekk ikki tosað, tó at hon kundi ganga. Hon hevur hesi árini verið á Norðoya Ellis- og Røktar- heimi í Klaksvík. Børnini vóru øll um hana, nú hon legði árarnar inn. Seinasta fríggjadag gjørdist hon sjúk, og hon doyði mánadagin. Hon varð borin úr Christianskirkjuni í gjár. NØVN Í VIKUNI Spyrjið serfrøðingarnar Bergur Hanusson, djóralækni Heri Joensen, prestur Heri Krage- steen, sálar- frøðingur Ingi Højgaard, løgfrøðingur Jens Andre- assen, lækni Jóhanna á Tjaldrafløtti, føðslu/húsar- haldsfrøðingur Jón Klein Olsen, politistur Jón Krage- steen. Ferðslu- trygd Julianna Næs, pedagogur Sjúrður Johannesen, sosialráðgevi Turid Thom- sen, lestrarveg- leiðari Marius Staksberg, málfrøðingur Adressan: Sosialurin, box 76, 110 Tórshavn, Fax 314720 ella teldupost: spyr@sosialurin.fo – og merkið, hvørj- um tit seta spurn- ingum. Svarini verða prentað í blaðnum mikudag Margretha S. Sigurðsson farin