Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-01-26, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. januar 2001síða 3

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 18 - 26. januar 2001 5 4 Nr. 18 - 26. januar 2001 gult cyan magenta svart Reyði Krossur leitar eftir myndum Reyði Krossur í Før- oyum sóknast eftir myndum til minn- ingarrit, sum skal koma út til 75 ára stovningardagin tann annan apríl ÁHEITAN Reyði Krossur í Føroyum sóknast eftir myndum, sum hava við arbeiði fe- lagsins at gera. Mynd- irnar eru ætlaðar at brúka í einum minningarriti, sum ætlandi skal koma út til 75 ára stovningardagin hjá Reyða Krossi í Før- oyum tann annan apríl í ár. So tað er ikki tann nógva tíðin at savna myndir í, skilst. Tað er soleiðis, at ar- beitt verður í løtuni við at gera tekstin til minning- arritið lidnan. Men tað vísir seg, at Reyði Kross- ur eigur sera lítið av myndatilfari, sum vísir til arbeiðið hjá felagnum hesi 75 árini. Tí heitir felagið á fólk um at hjálpa til við at fá myndir til vega, sum hava eitthvørt tilknýti til Reyða Kross, persónar, sum hava havt við felagið at gjørt hesi árini, ella hendingar, sum á ein- hvønn hátt kunnu setast í samband við Reyða Kross. Tað verið seg inn- savningar, uppseting av bjargingarkransum, lut- tøka á skeiðum, ella hvat tað nú skal vera. Tey, sum hava onkra mynd, sum so ella so kann setast í samband við Reyða Kross, verða vinarliga biðin um at lána felagnum tær. Tær verða latnar eigaranum aftur. Adressan hjá Reyða Krossi er: Reyði Krossur í Føroyum, Postboks 1015 110 Tórshavn Eisini ber til at venda sær til Suna Vinther í Tórs- havn, sum síðan kann fáa myndirnar upp á pláss. Suni Vinther er at hitta á tlf. 31 30 81, ella á skrivstovuni hjá Reyða Krossi, sum hevur tlf. nr. 31 96 30 ej FRÁBRIGDI Áki Bertholdsen Vit plaga at siga, at tá ið fremstu teknini um, at tað várið er komið og at summ- arið er í hond, tað er, tá ið smálombini koma. Um tað er eisini er so í hesum føri, skal vera ósagt. Men í øllum førum er ár- sins fyrsta smálamb longu komið. Tað er ein ær hjá Her- mund Hammer í Hvalba, sum longu hevur lembt. Tað var týsdagin, at tey gjørdu stór eygu, tá ið tey fóru at hyggja eftir ærini, tí undir liðini á henni gekk eitt nýlembt, nossligt veð- urlamb. Tey høvdu ikki ansað eftir, at ærin var kvigin, so hetta var heilt óvæntað. Ærin hevur nóg mikið at geva, so tað er ongin orsøk til at taka lambið frá henni, sigur eigarin. Ærin, sum eigur lambið, má sigast at vera ein sjáld- som ær. Hon var heima- lamb og er nú trævut. Tá ið hon var tvævut í 1999, kom hon eisini í bløðini, tí tá lemdi hon tvær ferðir. Fyrru verð, hon lembdi í 1999, var 12. apríl og aðru ferð var 16. oktober. Fyri hetta “bragdið” er ærin komin í ta føroysku met- bókina. Í fjør lembdi hon sum vanligt, tann 29. mai. Men týsdagin lembi hon so aftur. Hon er blivin brundað ímeðan hon gekk inni á eini trøð í heyst, har veðrur eisini varð inni, veðrurin var heimalamb. Hermund Hentze og tey eru von at gera væl við seyðin og uttan at hava orðið á teimum má ásann- ast, at tey hava vanliga sera góðan seyð. Tann, sum vil hava hetta váttað, kann minna seg aftur á seyða- sýningar, sum hava verið, tí har haðani hava tey ein hóp av steypum. Fyrsta smálambið komið BÍBLIA Í lummastødd Í svørtum leðurlíki við dragulási Stødd 105 x 164 mm., 1211 síður ISBN 87-7523-425-4 Kostnaður 200,- kr. BÍBLIA Kápa: Edward Fuglø Stødd 125 x 195 mm., 1211 síður ISBN 87-7523-421-1 Kostnaður 150,- kr. BÍBLIA Í svørtum leðurlíki við gullskurði Stødd 125 x 195 mm., 1211 síður ISBN 87-7523-423-8 Kostnaður 250,- kr. Nýggja Bíblian er at fáa í bókahandlunum BÍBLIAN - Úrvalssøgur Úrvaldir bíbliutekstir til børn og vaksin við 50 heilsíðumyndum hjá Esben Hanefelt Kristensen Stødd 200 x 235 mm., 302 síður ISBN 87-7523-427-0 Kostnaður 150,- kr. BIBELEN PÅ CD-ROM Dansk/Færøsk/ Grønlandsk Í 3. útgávu eru framvísari og leitiforritið Bókaskápíð og ein bókahill við elektron-isku bókunum hjá Bíbliufelagnum: Bibelen med De Apokryfe Bøger (1992/98) Det Nye Testamente (1948) Bíblia. Halgabók (1961/37)Biibili ISBN 87-7523-437-8 (Windows) Kostnaður 575,- kr. BÍBLIA Ríkisbíblia og ættarbíblia Í stórari stødd. Myndprýtt hevur hennara hátign Margreta drotning II Stødd 215 x 304 mm. við gullskurði, 1211 síður ISBN 87-7523-428-9 Kostnaður 600,- kr. Fleiri tingfólk royndu á tingfundinum í gjár at fáa nærri greiðu á, hvat fólkatkvøðan í apríl skal snúgva seg um. Men tað bar ikki til hjá løgmanni at greiða nærri frá ætlanini FÓLKAATKVØÐAN John Johannessen Nær fyriliggur eitt uppskot til, hvat føroyingar skulu taka støðu til á fólka- atkvøðuni í apríl, hvat skal standa á atkvøðuseðlunum og hvussu drúgva tíð fáa vit at fyrireika okkum? Hesar spurningar nýttu tingfólk høvið at spyrja, tá munnligir fyrispurningar vóru á dagsskránni fyri tingfundin mikudagin. Tingfólk fingu kortini ikki nógv meira at vita, enn tey longu vistu framman- undan. Páll á Reynatúgvu úr Tjóðveldisflokkinum, vísti á, at tingformaðurin í Sjón- varpinum týskvøldið vísti á, at eitt lógaruppskot um fólkaatkvøðuna helst skal koma fyri tingið í næstu viku, um fólkaatkvøðan skal haldast í apríl. Tí spurdi Páll á Reynatúgvu løgmann, nær eitt slíkt uppskot fyriliggur. Men løgmaður segði seg ikki kunna svara hesum. Hann gjørdi greitt, at eitt uppskot skuldi koma fyri tingið so skjótt, sum lands- stýrið var liðugt at viðgera málið, og so skjótt, sum ein avtala er fingin í lag við danir. Jenis av Rana úr Mið- flokkinum spurdi løgmann, hvat skal standa á atkvøðu- seðlunum. Heldur ikki hetta bar til at fáa at vita. Løgmaður vísti í svari sínum til leistin, sum landsstýrið kunngjørdi 2. november, og greiddi frá, at støða skal takast til eina koyriætlan fram móti su- verenitetinum. Lisbeth L. Petersen úr Sambandsflokkinum spurdi løgmann, hvussu langa tíð, Føroya fólk kunnu vænta at fáa at kunna seg um upp- skotið, áðrenn farast skal til fólkaatkvøðu. Svarið frá løgmanni var, at tíðarbilið helst ikki skal vera styttri enn tríggjar mánaðir. Hann vísti í sama sambandi á, at kjakið um tíðarbilið eisini hevur sam- band við, nær eitt uppskot um fólkaatkvøðuna kemur fyri løgtingið. Tórbjørn Jacobsen, sum eisini er lands- stýrismaður í menta- málum, hevur stovnað partafelag, sum hevur til enda- máls at geva út blað og annað starv í hesum sambandi BLAÐÚTGÁVA John Johannessen Føroyingurin kann skjótt vænta sær enn eitt føroyskt tíðindablað á handilshillun- um. Tað er sjálvur landsstýr- ismaðurin í mentamálum, Tórbjørn Jacobsen, sum eigur partapeningin í nýggja smápartafelagnum, Sproti, sum hevur til enda- máls at reka blaðútgávu og annað starv í hesum sam- bandi. Hetta sæst í lýsing frá Skráseting Føroya í bløðun- um 23. januar í ár. Dótturfelag Sproti er eitt dótturfelag, hjá partafelagnum Kongs- havnar Útgerðarfelag, sum Tórbjørn Jacobsen eigur saman við pápa sínum, Jóan Jacob Jacobsen. Talan er um eitt rættuliga sterkt felag. Partapening- urin í móðurfelagnum er 1 millión og túsund krónur. Av hesum eigur Tórbjørn Jacobsen hálva millión í A partabrøvum, Jóan Jacob Jacobsen eigur somuleiðis hálva millión í A parta- brøvum, og at enda eigur Bjørn á Heygum túsund krónur í B partabrøvum. Partapeningurin í smá- partafelagnum Sproti, sum varð stovnað 8. januar, er 80.000 krónur. Stjóri í nýggja felagnum er Jonhard Mikkelsen úr Vestmanna. Sum Sosialurin skilir, skal hann eisini vera stjóri fyri blaðnum. Vikublað Sosialurin hevur tosað við Jonhard Mikkelsen, sum verður stjóri á nýggja blað- num. Men hann vil ikki siga nakað um ætlanirnar við blaðnum enn. – Ætlanin er komin so stutt enn, at eg veit einki at siga tær um blaðið, er viðmerkingin frá Jonhard Mikkelsen. Men Sosialurin hevur frá fleiri keldum, sum eru við í ætlanini, fingið at vita, at talan verður um eitt viku- blað, sum skal koma út hvønn leygardag. Blaðið skal ikki vera beinleiðis politiskt heft, men tað skal vera eitt samfelagsligt og mentanarligt kjakforum hjá teimum, sum taka undir við føroyskum fullveldi. Tórbjørn Jacobsen vil ikki koma við viðmerking- um um nýggja blaðið. Hann sigur, at nevndin hev- ur gjørt av, at tað bert er blaðstjórin, Jonhard Mikk- elsen, sum meldar út vegna felagið. Tórbjørn gevur út nýtt blað Tað er partafelagið hjá Tórbjørn Jacobsen, Kongshavnar Útgerðarfelag, sum eigur partapeningin í nýggja felagnum, sum fer at geva út nýtt tíðindablað Myndviðgerð: Álvur Haraldsen Tingfólk ørkymlað um fólkaatkvøðuna SKÚLABYGGING John Johannessen Javnstøðunevndin hevur vrakað samansetingina av bygginevndini, sum skuldi fyrireika nýggjan studentaskúla í Vági. Landsstýrismaðurin í skúlamálum, Tórbjørn Jacobsen, hevði annars ætlað, at nevndin skuldi setast tíðliga í januar, so ein nýggjur studenta- skúli í Vági kundi fyri- reikast sum skjótast. Men tá samansetingin av nevndini tíðliga í januar varð send Javn- støðunevndini til um- mælis, varð hon vrakað. Landsstýrismaðurin og umsiting hansara metasamansetingina av nevndini vera neyðuga, sum tey hava valt hana. Tí hevur Undirvísingar- og Mentamálastýrið sent Javnstøðunevndini áheitan um at gera frá- vik í hesum føri. Javn- støðunevndin viðger í løtuni umsóknina. Miðnámsskúlin seinkaður: Javnstøðunevndin vrakað bygginevnd