fríggjadagur 26. januar 2001síða 4
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Løgtingið samtykti
mikudagin eina
áheitan á landsstýrið
um at syrgja fyri, at
starvmannalógin
verður broytt, so120-
daga reglan í sam-
band við sjúku verður
tikin av.
ARBEIÐS-
MARKNAÐUR
Magnus Dam
Bjarni Djurholm fer helst í
næstu tingsetu at leggja
fram uppskot um at broyta
starvsmannalógina, so 120-
daga reglan í samband við
sjúku verður tikin úr lógini.
Sum er kann ein arbeiðs-
gevari siga einum starvs-
fólki úr starvi, um starvs-
fólkið
hevur
verið
sjúkrameldað í 120 dagar í
einum 12 mánaða skeiði.
Uppsagnartíðin er í tílíkum
førum bert ein mánaður,
meðan hon í vanligum upp-
sagnarmálum er tríggjar til
fýra manaðir.
Javnaðarflokkurin
vil
hava hesa regluna strikaða í
lógini, og hesum tók alt
løgtingið undir við, tá ið
málið kom til aðru viðgerð
hósdagin. Javnaðarflokk-
urin skjýtur upp, at meira
verður gjørt við at fyri-
byrgja, at fólk, sum gerast
sjúk, verða uppsøgd, og at
tey, sum verða uppsøgd
orsakað av sjúku, fáa longri
uppsagnartíð.
Endurskoða alla
lógina
Vinnunevndin hjá løgting-
inum viðgjørdi uppskotið
hjá Javnaðarflokkinum, og
tað var ein samd nevnd,
sum heitti á løgtingið um at
samtykkja
uppskotið.
Vinnunevndin sigur í sínum
viðmerkingum, at verandi
skipan kann hava sera
óhepnar avleiðingar fyri
einstøk starvsfólk, alt eftir
hvussu hon verður umsitin.
Hon heitir tí á landsstýrið
um at kanna møguleikarnar
fyri at gera broytingar í
lógini, so starvsfólk ikki
verða uppsøgd við styttari
freist.
Hinvegin kann tað hava
við sær stórar trupulleikar
fyri tey smáu arbeiðs-
plássini, um 120-daga regl-
an verður tikin av. Um heilt
illa vil til, kann tað hava við
sær, at smáar fyritøkur
noyðast at gevast. Tí skal
landsstýrið kanna, hvussu
trupulleikin kann loysast á
besta hátt.
Vinnunevndin heldur, at
fleiri møguleikar eru fyri at
betra um støðuna. Eitt nú
kundi verið áhugavert at
kanna møguleikarnar fyri
eini sjúkutryggingarskipan,
sum svarar til barsilstrygg-
ingarskipanina og arbeiðs-
loysistryggingina, heldur
nevndin.
Í seinastu viðmerking-
unum sigur vinnunevndin,
at lógin um starvsmenn,
sum er frá 1958, eigur at
endurskoðast í síni heild.
Bjarni Djurholm segði í
løgtinginum mikudagin, at
uppskot um at broyta gald-
andi lóg ikki verður lagt
fyri løgtingið í hesari ting-
setuni, tí tíðarfreistin er ov
stutt. Tískil kemur málið
helst fyri løgtingið aftur
aftaná ólavsøku.
120 daga reglan hvørvur
Savnsmynd
Kanska hava hesar við-
merkingar áhugað tá tit
bera tíðindi úr ES.
Miðlarnir í Føroyum
hava hesa seinastu tíðina
viðgjørt evni viðvíkjandi
ES og innflytan av livandi
djórum og nú eisini um
Schengen samarbeiðið.
Tað verður sagt at ein
kann reisa uttan pass í
øllum Schengen londunum
t.e.
ES londini pluss nøkur
onnur lond. Hetta er ikki
heilt rætt. Bretland (t.e.
England, Skotland og Wal-
es) eru ikki partar av
Schengen samarbeiðinum.
Ein skal sostatt enn nýta
pass fyri at koma til og frá
Schengen londunum til
Bretland. Ein grund til at
Bretland ikki er við í
Schengen samstarvinum, er
tað tætta sambandið við
Bretland hevur við Comm-
onwealth londini. Fólk úr
Commonwealth hava fyri-
munir við at koma til
Bretland, og tað vildið
skapt tvørleikar um tey
síðani kundu ferðast frítt í
hinum ES londunum.
Tað verður eisini sagt í
Føroyaum at djór kunna
flytast frít ímillum londini í
ES. Hetta er heldur ikki
heilt rætt. Bretland er eitt
oyggjaland, ið enn roynir at
hava strangt eftirlit við
hvørji livandi djór kunnu
flytast inn í landið. Eftir
nógv stríð, so er tað nú
gjørligt at flyta t.d. hundar
og kettir úr “the continent”
(t.e. tað evropeiska fast-
landið) um tey hava eitt so-
kallað “Heilsu-pass” t.v.s.
at tey kunna prógva at tey
eru vaksineraði ímóti yms-
um sjúkum so sum Rabies.
Eitt tekin skal eisini leggj-
ast undir húðina á hesum
húsdjórunum. Tað verður
sagt at bert heilt fá nýta
hendan møguleikan helst tí
at hesin framferðarháttur er
raættiliga tvørligur.
Nú búgva tað bert eini 60
milliónir fólk í Bretlandið,
so tað er lætt at gloyma at
Bretland hevur serstøðu á
onkrum økjum.
Tað er eisini vert at
leggja til merkis at eitt nú
t.d. Norðmenn (og -kvinn-
ur) kunna rættiliga lætt fáa
arbeiðsloyvi í Bretlandi um
tey eru lesandi. Hetta er tí
Norra er limur í EØS. Ung
føroysk lesandi hava ikki
somu møguleikar.
Vinarlig heilsan
Helgi Joensen
29 Brackley
Queens Road
WEYBRIDGE
Surrey KT13 0BL
UK
Tel. +44 (0) 1932 82 90 27
Fax +44 (0) 870 121 39 26
e-mail:
Helgi.Joensen@Lineone.n
et
Framvegis neyðugt við passi í Bretlandi
VIÐMERKINGAR
Nr. 18 - 26. januar 2001
7
6
Nr. 18 - 26. januar 2001
Sosialurin 311820
Vágsbotnur • Tel. 31 62 06
Kallkyn
50%
Rimmar
ÚTSØLAN
Vit lata
upp til
byrjar fríggjadagin 26.01 kl. 9
í avsláttri
Leygardagin 3. mars
kunnu danskir sjón-
varpshyggjarar seta
seg væl til rættis í
sofuni, kasta beinini
upp á borðið, og taka
ímóti einari tríggjar
tímar langari sending
um Føroyar. Tá
sendir DR2 nevniliga
»Temalørdag« um
lítlabeiggjan í
ríkisfelagsskapinum.
Lagt seningina til
rættis hevur
føroyingurin Herluf
Sørensen.
SJÓNVARPSSENDING
Rúnar Reistrup
– Eg síggi tað ikki sum
mína uppgávu at halda
hondina yvir føroyingum,
men eg trúgvi nú kortini, at
sendingin fer at geva van-
liga dananum eina meira
fjølbroytta mynd av Føroy-
um enn hana, ið vanliga
verður framborin í donsku
fjølmiðlunum.
Hetta sigur føroyski pro-
dusarin á DR2, Herluf
Sørensen, sum hetta farna
hálva árið hevur lagt eina
temasending um Føroyar
og føroyingar til rættis fyri
DR2.
Talan er um »Temalør-
dag«, ið er ein sonevndur
sendiblokkur, har tríggir
tímar verða settir av til at
lýsa eitt evni ígjøgnum til
dømis dokumentarfilmar,
mentunarsendingar, sam-
røður og kjak. DR2 hevur
»Temalørdag« á skránni
hvønn leygardag, og leyg-
ardagin 3. mars er ætlanin
at tríggjar tíma langi sendi-
blokkurin skal snúgva seg
um Føroyar.
Herluf Sørensen hevur
arbeitt um produsari á DR2
síðan 1997, har han serliga
hevur fingist við sending-
ina »Viden om« og tíðinda-
sendingina
»Deadline«.
Onkrar
»Temalørdag«
sendingar hevur hann eisini
verið við til at gjørt.
Skráin løgd
Skráin fyri teir tríggjar
tímarnar um Føroyar, ligg-
ur longu nú klár.
Fyrst verður filmurin
»Tre blink mod vest« hjá
Ullu Boje Rasmussen send-
ur. Síðan kemur ein 50
minuttir lang dokumentar-
sending um Føroyar í dag,
og um hvørjar møguleikar
landið hevur at gerast sjálv-
bjargið.
Hareftir verður kjak í
sjónvarpsstovuni, har mill-
um onnur Anfinn Kalls-
berg, løgmaður, og møgu-
liga Poul Nyrup Ras-
mussen, forsætisráðharri,
fara at skifta orð.
»Temalørdag« um Før-
oyar rundar av við tveimum
smærri sendingum úr Før-
oyum. Onnur fer at snúgva
seg um Svínoy, har húsini
tíðliga í summar vórðu
knýtt saman við mest fram-
komna tráleysa internet-
sambandinum í landinum. Í
hinari verður tosað við Páll
Patursson, bónda í Kirkju-
bø, millum annað um Pat-
ursson ættina.
Romantikkur og
veruleiki
– Hugsanin handan skránna
er, at fyrst vísa vit ta ókom-
pliseraðu,
romantisku
myndina
av
Føroyum.
Myndina, sum danir leingi
hava havt í høvdinum, um
nakrar hugnaligar føroy-
ingar, sum, dansa føroysk-
an dans og hanga í línum og
alt hatta har. So skifta vit
yvir til nútíðina og taka
fram, hvat føroyingar í
veruleikanum takast við í
løtuni og um arbeiðið, sum
í løtuni fer fram til frama
fyri at loysa frá Danmark,
greiðir Herluf Sørensen frá.
Í hesari dokumentarsend-
ingini verður millum annað
hugt at fyrireikingunum til
oljuvinnuna, og hvørja
ávirkan tað fer at hava, um
olja verður funnin.
– Vit reisa spurningin,
um tað er vónirnar um
oljuríkidømi, ið hava elvt
til verandi loysingarhugin í
Føroyum, og svara, at tað er
tað ikki, tí tjóðkaparlyndið
hevur allatíðina verið har,
men at oljuvónirnar helst
eru ein av orsøkunum til at
bjartskygnið er so stórt júst
í løtuni.
Í gongd síðan summar
Herluf Sørensen byrjaði
fyrireikandi arbeiðið til
temasendingina í summar. Í
november mánaði komu
hann, Frank Esmann, ið er
vertur á »Temalørdag« og
ein fotografur so til Føroya
at gera upptøkurnar.
Men sjálvt hugskotið
aftan fyri sendingina er væl
eldri enn so.
– Eg havi leingi arbeitt
við einum hugskoti um at
gera eina sending um, hvat
tað er, sum bindur føroy-
ingar, grønlendingar og
danir saman. Um vit í eina
løtu
taka
peningaliga
spurningin burturúr, so er
talan jú um trý ymsik fólka-
sløg og trý ymisk lond, so
hví eru tey knýtt saman?
spyr Herluf Sørensen, og
hetta var eisini spurning-
urin í sendingini »Eitt ríki,
tríggjar tjóðir«, sum hevur
ligið á hugskotsborðinum
hjá Herlufi í nógv ár.
Hetta hugskotið legði
hann i fjør fram fyri DR2
sum eitt møguligt evni til
»Temalørdag«, og soleiðis
kom tað í lag, at Herluf
skuldi leggja ein »Temalør-
dag« um Føroyar til rættis.
– Konseptið er nakað
broytt eftir at hava verið
ígjøgnum mylluna, og nú
snýr tað seg so bara um
sambandið millum Føroyar
og Danmark. Men tað
hevur ikki gjørt sendingina
verri eftir mínari meting,
sigur Herluf Sørensen.
Ikki føroysk sending
Hóast temaleygardagurin
um Føroyar soleiðis er
lagdur til rættis av einum
føroyingi, so leggur Herluf
Sørensen áherðslu á, at
sendingin er donsk.
– Hetta er ikki ein
sending, sum skal tala eina
føroyska søk. Men tað er
eingin ivi um, at tá vit nú
fáa tveir tímar at greiða frá
um Føroyar, so hava vit
møguleikan at geva eina
meira fjølbroytta mynd av,
hvat Føroyar og vanligi
føroyingurin standa fyri,
enn danir plaga at fáa frá
fjølmiðlunum.
– Eg haldi at danir fáa
eina nokkso einsporaða og
ofta ikki serliga sakliga
lýsing av Føroyum frá
donsku fjølmiðlunum. So
hóast hendan sendingin
ikki er ætlað at halda
hondina yvir føroyingum
og bert at vísa fram hvussu
góð vit eru her uppi, so
kann hon kanska geva van-
liga dananum eina penari
mynd av føroyingum, enn
hana hann hevur í høvdin-
um júst nú. Í hvussu er veit
eg, at myndin hjá Frank
Esmann (vertur í »Tema-
lørdag«, blaðm.) er broytt-
ist nógv, eftir at hann hevði
arbeitt við sendingini, sigur
Herluf Sørensen, sum í
løtuni er í Føroyum og ar-
beiðir við einari aðrari
verkætlan.
Enn er endalig avgerð
ikki tikin um, nær »Tema-
lørdag« um Føroyar verður
sent, men allarhelst verður
tað 3. mars.
»Temalørdag« er ein av
teimum
betri
umtóktu
sendingunum
á
DR2:
Hyggjaraskarin plagar at
liggja um 200.000 tá væl
stendur
til.
Sendingin
verður endursend í DR1, og
tá
plagar
hyggjaratalið
eisini at vera lutfalsliga
høgt.
Yvirdosis av Føroyum í DR2
Herluf Sørensen hevur síðan 1997 arbeitt sum produsari hjá DR2. Farna hálva árið hevur hann arbeitt við at leggja eina tríggjar tíma langa sending um Føroyar
til rættis.
Mynd: Álvur Haraldsen