Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-01-26, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. januar 2001síða 5

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 18 - 26. januar 2001 9 8 Nr. 18 - 26. januar 2001 støðirnar kring landið Í Gundadali tel. 31 47 70 Í Kollafirði tel. 42 10 83 Í Saltangará tel. 44 91 33 Í Klaksvík tel. 45 73 53 Í Sørvági tel. 33 20 01 Í Leirvík tel. 44 33 60 Í Skálafirði tel. 44 12 00 VIKA 4 VIKA 4 1 60 Sekunder 1 60 Sekunder 2 The Patriot 2 The Patriot 3 Scary Movie 3 Scary Movie 4 Gladiator 4 Gladiator 5 Final Destination 5 Final Destination 6 Erin Br 6 Erin Brockovich ockovich 7 Lokkeduen 7 Lokkeduen 8 Hanging up 8 Hanging up 9 Ni fod under 9 Ni fod under 10 Universal Soldiers 10 Universal Soldiers p e t u r & p e t u r 3 2 0 8 7 0 The Patriot Scary Movie 60 Sekunder Í dag letur Sosialurin upp sjálvstøðuga blaðredaktión í Klaksvík. Almenn móttøka verður í hølunum í Nólsoyar Pálsgøtu 1 klokkan 16 LOKALREDAKTIÓN Edvard Joensen Í dag letur Sosialurin upp sjálvstøðuga redaktión, Norðoyardeild, í Klaksvík. Í hesum sambandi hevur blaðið leigað høli frá Karl Nielsen, í Nólsoyar Páls- gøtu, í bygninginum, har Eiler Foto helt til. Skriv- stovuhølini eru í ovaru hæddini, út móti vágni. Endamálið við hesi nýggju deildini í Norð- oyggjum er at koma meira víða kring landið og at gera blaðið meira sjónligt uttan fyri miðsteðarøkið. Sosial- urin hevur annars havt blaðfólk í Klaksvík í eina tíð, men nú verður so lagt veruligt grundarlag undir eina sjálvstøðuga redak- tión, sum burturav fer at hava til uppgávu at røkja tíðindaflutningin úr Norð- oyggjum. Í tann mun tað ber til fer redaktiónin eisini at dekka part av Eystur- oynni. Jan Müller, blaðstjóri á Sosialinum sigur, at teir leingi hava arbeitt við hesum ætlanum. Nú tøkni- frøðin er so framkomin er tíðin komin til gera ætl- anina til veruleika. Í hesum sambandi hevur blaðið eisini innrættað seg væl og fingið til vega ta mest nýtímans útgerðina, tað veri seg teldur, internet, digital fototól, fax osfr. Í fyrsta umfari verða tað fólk frá redaktiónini á Argjum, sum fara at taka sær av deildini í Norð- oyggjum, men ætlanin er so við og við at fáa fólk á staðnum við í arbeiðið á redaktiónini. Ætlanin er so eisini, at íbúgvar í Norð- oyggjum kunnu koma á skrivstovuna í Nólsoyar Pálsgøtu í ørindum eitt nú við lesarabrøvum, við- merkingum, greinum, heilsanum, lýsingum og hvat tað nú skal vera. Blaðstjórin á Sosialinum sigur, at teir við hesi roynd ikki hava nakað ynski um at koppa lokalblaðnum hjá Norðingum, Norðlýsinum. –Tað blaðið hevur djúpar røtur har norðuri og fer altíð at vera veruliga lokal- blaðið hjá norðingum. Pláss eigur tó at vera fyri Sosialinum, sum eisini fer at røkja aðrar uppgávur enn Norðlýsið tekur sær av. At vit koma út fimm ferðir um vikuna ger so eisini støðuna hjá bløðunum ymiska sigur Jan Müller, sum vónar, at henda nýggja royndin verð- ur væl móttikin av øllum norðingum. - Vit hava nú í fleiri ár havt blaðfólk, sum hevur arbeitt í Suðuroynni burt- urav. Áki Bertholdsen hev- ur við arbeiði sínum á skrivstovuni í Sandvík víst, hvussu stóran týdning tað hevur fyri eitt blað at hava fólk á staðnum. Nú fara vit so eitt stig víðari og byggja upp eina heilt sjálvstøðuga redaktión í einum øki av landinum sigur blaðstjórin á Sosialinum, sum ikki dylur fyri, at hetta er alt ein partur av eini framtíðar strategi hjá blaðnum at liva upp til skylduna at vera bæði eitt landsblað og eitt lokalblað sigur blaðstjórin og heldur fram: - Soleiðis sum umstøður- nar eru í Føroyum, eru vit sum blað tvingað til bæði at vera eitt landsblað og eitt lokalblað um somu tíð. Hetta er ein stór avbjóðing og setir stór krøv til starvs- fólkið. Og fyri at liva upp til skylduna at vera eitt lokalblað fyri øll øki uttan fyri miðsteðarøkið eisini, so eru vit noydd til eisini at arbeiða út frá lokaløkinum sjálvum sigur Jan Müller, sum samtíðis vísir á, at fyri tey økini, har lokalredak- tiónir ikki verða settar á stovn, har verða heimildar- fólk og rullandi redakt- iónin hjá blaðnum fram- haldandi at hava ein týð- andi leiklut. Ikki av tilvild Jan Müller vísir annars á, at tað er ikki av tilvild, at man hevur valt Norðoyggjar til hesa fyrstu veruliga redak- tiónina. Fyri tað fyrsta er Klaksvík næststørsti býurin í landinum. Harnæst eru Norðoyggjar eitt av okkara mest týðandi fiskivinnu- økjum. – Vit fjølmiðlafólk eiga at taka í egnan barm og viðganga, at høvuðs- vinnan fær ikki altíð tann dekning hon hevur uppi- borið. Fyri at bøta um hetta og í størri mun seta fokus á fiskivinnu á sjógvi og á landi fara vit at at hava fasta redaktión í Klaksvík. Ein av høvuðsuppgávunum hjá henni verður at fylgja arbeiðinum hjá teimum fólkum, sum virka í fiski- flotanum, á virkjum á landi og eisini í alivinnuni, sum er vorðin ein týðandi táttur í búskapinum. Sosialurin fer tó eisini at viðgera øll onnur hugsandi mál, sum hava við Klaks- víkina og bygdirnar norðan fyri at gera. Blaðstjórin dylur heldur ikki fyri, at nýggja redaktiónin eisini verður sett á stovn fyri at liva upp til ynskini hjá før- oyingum flest, um at gerandisdagurin og viður- skiftini hjá fólki úti kring oyggjarnar hava eins stóran týdning fyri hetta land sum tey hjá íbúgvunum í mið- steðarøkinum. Almenn móttøka er í hølunum í Nólsoyar Páls- gøtu fríggjadagin klokkan 16. Telefonin hjá Norðoyarredaktiónini er 458686 og faksið er 458687. Telduposturin er klaksvik@sosialurin.fo Arbeitt verður at innrætta fyrstu sjálvstøðugu lokalredak- tiónina hjá føroyskari ávís, her hana hjá Sosialinum í Norð- oyggjum Sosialurin letur upp redaktión í Norðoyggjum Redaktiónin hjá Sosialinum í Norðoyggjum fer at halda til í hølum í Nólsoyar Pálsgøtu Býráðið í Klaksvík ásannar, at tað verður trongligt á vestara havnøki, tá nýggja krivjivirkið er bygt KLAKSVÍK Eyðun Klakstein Týskvøldið samtykti Klaksvíkar býráð prinsipi- elt byggiloyvi til nýtt kryvjivirki, sum alifyritøk- urnar Faroe Salmon og East Salmon skulu byggja. Men samstundis sum bý- ráðslimirnir tóku undir við ætlanini hjá alifyritøkunum og játtaðu byggiloyvi, ásannaðu teir, at tað verður trongligt á økinum fram yvir. – Vit mugu leggja greið- an politikk fyri havnina og hvussu hon skal útbyggjast. Hetta eru vit nú farin í holt við, segði Torleif Sigurðs- son úr Javnaðarflokkinum, sum er nýggi formaðurin í havnanevndini, tá málið var fyri á býráðsfundi týs- kvøldið. – Tað verður eitt øðiligt trýst á havnaøkið í Klaks- vík, og tí hevur hetta málið skund, segði Kristian Fríðrik Olsen úr Fólka- flokkinum, sum var for- maður í havnanevndini fram til ársskiftið. Nýggja góðshavn Fleiri møguleikar eru fyri at loysa plásstrupulleikarn- ar á havnalagnum í Klaks- vík. Ein møguleiki er at fylla meiri út norðureftir á vest- ara kaiøkinum. Ein annar møguleiki er at byggja út aðrastaðni. – Íløgujáttanin til havn- ina hevur staðið í stað í nógv ár, og vit renna okk- um altíð í íløguloft. Men hetta er ein prioriterings- spurningur, og tí eiga vit helst at prioritera havaøkið meira framyvir, segði Hil- mar Danielsen úr Kristiliga Fólkaflokkinum, sum er limur í havnanevndini, á býráðsfundinum týskvøld- ið. Hann helt tað hava skund at gera meira við nýggja góðshavnina í Ánunum. Karl Heri Joensen úr Sjálvstýrisflokkinum, sum er nýggjur formaður í Tekn- isku nevnd, vísti á, at helst fer virksemið á vestara kai- økini at vaksa enn meiri í framtíðini, og tí verður neyðugt at gera eitthvørt har. Tað loysir seg ikki hjá Prentmiðstøðini at bera bløðini út á smáum plássum, og tí er útberingin til smáoyggjar steðgað. Seinni verður útber- ingin helst steðgað í fleiri økjum eisini ÚTBERING Eyðun Klakstein Nú verða leygardagsútgáv- urnar av Sosialinum og Dimmalætting ikki longur bornar út til haldarar í Fugloy, Svínoy, Kalsoy, Hesti og Skúvoy um viku- skiftið. Prentmiðstøðin, sum hevur staðið fyri hesi útber- ing síðani Postverkið gavst við henni í apríl mánaði í 1999, er nú steðgað við út- beringini. Tað loysir seg ikki hjá Prentmiðstøðini at bera bløðini út á smáplássunum, og tí hevur felagið tikið av- leiðingarnar av hesum. – Vit hava verið í samráð- ingunum við Vinnumála- stýrið um stuðul til útber- ingina, men nú málið dreg- ur út, hava vit valt at steðga útberingini, sigur Hjalgrím Samuelsen, sum er nevnd- arformaður í Prentmið- støðini. Hann er somuleiðis fíggjarstjóri á Dimmalætt- ing. Ætlanin var, at útberingin skuldi steðga 1. januar, men tá var gongd í málin- um, og tí er útberingin nústaðni steðgað. Rætt at fáa bløðini sama dag Fólk á útoyggj mugu tí venja seg til, at tey ikki fáa leygardagsútgávurnar av bløðunum fyrr enn eftir vikuskiftið. Fyri fólk í Kalsoynni verður avleiðingin tann, at fólk fáa leygardagsblaðið týsdag – fýra dagar eftir at tað er skrivað og á gøtuni aðrastaðni. – Posturin er ræstur, tá hann kemur í Kalsoynni, men hetta ger tað bara enn verri, sigur Markus í Norðnástovu, sum er borg- arstjóri í Mikladals komm- unu. – Vit eru kedd um, at út- beringin steðgar, og vit halda, at fólk á útoyggj hava sama rættin til at fáa bløðini á útgávudegnum, sum onnur í landinum hava tað, sigur hann. Hann sigur seg ivast stór- liga í, hvør fer at tíma at halda bløðini á útoyggj, tá tey fáa vikuskiftisblaðið fýra dagar eftir, at onnur fáa tað. Almenn uppgáva Hjalgrím Samuelsen, nevndarformaður í Prent- miðstøðini, ásannar, at fólk á oyggjunum koma at merkja, at felagið steðgar við útberingini. – Men hetta er ein sam- felagstænasta, sum vit hava átikið okkum, síðani Post- verkið gavst við henni í 1999. Tí er hetta í grundini ein tænastustøði, sum tað almenna hevur lagt. Hjá okkum loysir tað seg ikki at bera bløðini út sama kvøld á smáoyggjunum, og vit mugu hugsa um, hvat loysir seg, sigur hann. – Vit hava roynt at fingið tað almenna at gjalda fyri útberingina til smáplássini, tí hetta meta vit sum eina almenna uppgávu, men málið bara dregur út. Postverkið og landsstýrið ábyrgdina Jan Müller, ábyrgdarblað- stjóri á Sosialinum, vísir á, at tað eru ikki bløðini, sum steðga útberingini, men hinvegin Postverk Føroya. – Postverkið gavst jú við útberingini leygardag í apríl 1999, og síðani hava bløðini átikið sær hesa út- bering. Men vit mugu við- urkenna, at tað loysir seg ikki hjá okkum at bera út á smáu plássunum, sigur Jan Müller. – Vit dríva forrætning, og tí mugu vit hugsa um, hvat loysir seg hjá okkum. Og um fólk á útoyggjunum eru kedd og ill um ikki at fáa leygardagsblaðið til viku- skiftið, so er adressan ikki bløðini, men Postverkið og landsstýrið. Ábygdarblaðstjórin á Sosi- alinum vísir á, at aðrastaðni er vanligt, at almennu myndugleikarnir lata stuðul til útbering av bløðum. – Um Postverkið ikki er ført fyri at bera bløðini út, so kunnu vit átaka okkum hesa uppgávuna, men so mugu vit eisini fáa stuðul frá tí almenna, sigur Jan Müller. Meira útbering í Havn Tá postgjaldið hækkar 1. juli í ár, fer Prentmiðstøðin at kunna bera bløðini út hvørt kvøld í høvuðsstaðn- um fyri sama prís sum Post- verkið. Tí útilokar nevndarfor- maðurin í Prentmiðstøðini ikki, at felagið framyvir fer at bera bløðini út í Havn hvørt kvøld. – Sum frálíðir fara vit helst at steðga við útbering- ini á fleiri av smærru pláss- um, tí vit mugu hugsa um stóru økini, har tað loysir seg betri hjá okkum at bera bløðini út, sigur Hallgrím Samuelsen. Sosialurin og Dimma- lætting geva fimm bløð út um vikuna. Fýra av bløðun- um ber Postverkið út, með- an leygardagsblaðið verður borið út av Prentmið- støðini, sum bløðini sjálvi eiga. Trongligt á havnøkinum Útberingin til útoyggjar steðgar Nú hevur Prentmiðstøðini steðga útberingini av bløðunum á fleiri smáplássum. Hesa útbering hava bløðini røkt, síðani Postverkið gavst í apríl mánaði í 1999