Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-01-26, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. januar 2001síða 6

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 18 - 26. januar 2001 11 10 Nr. 18 - 26. januar 2001 – Havnin á Drelnesi var ikki nóg djúp og hon var heldur ikki nóg sterk til at hýsa eini oljuhavn. Tað vóru tvær orsøkir til, at vit ikki sluppu upp í part at bjóða uppá oljuhavnina, greiddi Statoilokkum frá á fundi mánadagin, sigur Henrik Thom- sen á Tvøroyri OLJUHAVN Áki Bertholdsen Tað var ikki minst havna- lagið á Drelnesi, sum var orsøkin til, at Nordserv ikki slapp at bjóða seg fram at gera oljuhavn á Drelnesi. Hetta fekk Nordserv at vita á fundi við Statoil mánadagin. Tað var Statoil, sum hevði fingið uppgávuna frá oljufeløgunum at gera av, hvør skuldi sleppa at bjóða uppá at gera eina oljuút- gerðarhavn í Føroyum. Og sum kunnugt, var Nordserv ikki millum teirra, sum sluppu at bjóða. Men sum tað sæst í grein aðrastaðni í blaðnum, hevur Nordserv langt frá givið skarvin yvir enn. Henrik Thomsen, sum er føroyskur nevndarlimur í Nordserv, sigur, at fyrsta stigið í royndini at koma víðari, var at fáa eina frá- greiðing um, hví Nordserv ikki slapp at bjóða uppá oljuhavnina. – Tí bað Nordserv um fund við Statoil fyri at fáa staðfest, hví Drelnes-ætlan- in varð vrakað og hesin fundurin var, sum sagt, mánadagin – Vit fingu at vita, at tvær týðandi orsøkir vóru, at havnin á Drelnesi er hvørki nóg djúp ella nóg sterk til at hýsa eini oljuhavn. Vit stóðu okkum eisini illa á onkrum øðrum økjum, men tað kann alt gera tað sama, tá ið sjálv havnin ikki kundi verða góðkend. – Hinvegin fingu vit besta skoðsmál á øðrum økjum, men tilsamans var tað ikki nóg mikið til at koma upp í part. Sandheyggur elvdi til trupulleikar Henrik Thomsen sigur, at eftir botnkortum, sum vórðu gjørd, tá ið Norrøna røkti suðuroyarsiglingina á páskum í 1998, var havnin á Drelnesi ímillum sjey og átta metrar djúp. Men á einum heilt ávísum stað var hon bara 6,70 metrar. – Og tað er hetta ávísa staðið, sum elvdi til trupulleikar, tí oljufeløgini krevja, at havnin skal vera minst sjey metrar djúp. – Landsverkfrøðingurin hevur eisini upplýst, at havnin á Drelnesi tolir eitt trýst upp á fýra tons fyri hvønn fermetur. Men olju- feløgini siga nú, at tey krevja , at havnin skal tola eitt trýst uppá fimm tons. – Serliga spurningurin um dýpið kemur illa við, tí talan er bert um ein lítlan sandheyggj, sum hevur rúgvað seg upp á botninum á einum heilt ávísum stað, niðurvið bryggjukantinum. – Annars er havnin yvir sjey metrar djúp. Men tað hjálpir alt onki nú, tí Statoil hevur gingið út frá teimum upplýsingum, teir fingu tá og kolldømdi havnina or- sakað av áðurnevnda sand- heyggi. Henrik Thomsen sigur, at oljufeløgini hava framman- undan ikki boðað frá, hvat tey krevja av havnunum. – Tí hava vit alla tíðina mett okkum eftir umstøð- unum í Esbjerg, har Danbor hevur havt oljuhavn nú í 22 ár, og tí hava vit gingið út frá tí. Umstøðurnar á Drel- nesi eru í so máta líka góð- ar sum í Esbjerg og tí kom tað framvegis fullkomiliga óvart á okkum, at vit ikki sluppu upp í part. Havnin í Esbjerg tolir eitt trýst upp á fýra tons fyri hvønn fermetur. Og hon er heldur ikki meiri enn 6,7 metrar djúp og tað er nóg mikið til at ganga oljufe- løgunum á møti har niðri. – Tí ivaðust vit heldur ikki í, at tað var nóg mikið til at ganga oljufeløgunum á møti í Føroyum, og at umstøðurnar á Drelnesi vóru í lagi, sigur hann. Annars hevur verið frammi, at samferðsluvið- urskiftini vóru ein orsøk til, at Drelnes ikki varð góð- kent at geva boð upp á oljuhavnina. – Á fundinum spurdi eg umboðið fyri Statoil, hvat teir sipaðu til, tá ið teir søgdu, at samferðslan var ein trupulleiki á Drelnesi. Teir søgdu, at tað eru sjálv havnaviðurskiftini, teir hugsa um, sigur Henrik Thomsen. Truplari í Vági Vit spurdu eisini Henrik Thomsen, um hann helt, at tað hevði verið eitt mistak, at teir bara høvdu Drelnes at vísa á og um hann held- ur, at teir høvdu staðið sterkari um teir eisini høvdu havt Vágsfjørð sum ein møguleika? – Tað veit eg ikki. Eg frætti, at sagt verður, at oljufólk hava ongantíð verið í Vági og kanna um- støðurnar har. Men tað er ikki rætt. Eg havi sjálvur verið í Vági við nógvum oljufólki. Og niðurstøðan av teimum vitjanunum er, at Vágsfjørður og Vágs Havn eru bæði trygg og vælhóskandi til oljuhavn. Trupulleikin er, at har bryggjukantur er í Vági, er onki uppland og har nóg mikið av upplandi er, er ongin bryggjukantur. –– Og tað er dýrt at gera bryggju- kant. Tí hevði Vágur ikki so stóran áhuga hjá oljufeløg- unum. Av tí sama er tað nógv bíligari at vísa á Drelnes, tí har skulu ongar íløgur gerast fyri at kunna brúka havnina til oljuhavn. Tað hevur eisini verið nevnt, at tyrlupallurin í Froðba er ov lítil? – Tað er eisini eitt, sum bøtast kann um. Men boð- ini úr landsstýrinum vóru júst, at tað var ikki skilagott at gera íløgur í oljuhavnir, fyrrenn vit vitstu, akkurát, hvar hon skal vera. Hetta, fyri ikki at brúka nógvan pening til onga nyttu, um ongin oljuhavn verður. – Men um Vágur nú skal koma inn í myndina í tí víðari arbeiðnum, tað er ein heilt annar spurningur, leggur Henrik Thomsen afturat. Havnin var ikki nóg sterk og nóg djúp – Vit mugu boyggja okkum fyri avgerðini. Men vit geva ikki skarvin yvir so lætt og enn eru góðir møguleikar fyri at fáa eina oljuhavn í Suðuroynni, sigur Henrik Thomsen, nevndarlimur í Nordserv ÚTGERÐARHAVN Áki Bertholdsen Teir, sum ætlaðu at gera eina oljuútgerðarhavn í Suðuroynni, geva ikki skarvin yvir so lætt. Tað var felagið Nordserv, sum ætlaði at gera eina út- gerðarhavn í Suðuroy. Men hóast felagið ikki er ímill- um tey trý, ið sleppa at bjóða uppá oljuhavnina, eru teir, sum standa á odda fyri felagnum, als ikki falnir í fátt. – Vit arbeiða víðari og enn eru góðir møguleikar fyri at fáa eina oljuhavn í Suðuroynni, sigur Henrik Thomsen á Tvøroyri, sum er føroyski nevndarlimurin í Nordserv. Annars er tað Danbor, ið er eitt dóttirfelag hjá Maersk fyritøkuni, sum er undangongufelag í Nord- serv. Halda fram Danbor hevur drúgvar royndir á økinum og hevur havt útgerðarhavn í Esbjerg í 22 ár. So mikið størri var skelkurin, tá ið tað kom fram, at felagið ikki so mikið sum slapp at bjóða uppá seg fram at hava oljuhavn. Men Henrik Thomsen ásannar, at tað eru oljufe- løgini, sum hava sett treyt- irnar. – Oljufeløgini hava vigað Nordserv og funnið okkum at vera ov lættar og tað fáa vit onki gjørt við. Men við hesum er ikki sagt, at vit eru samdir við grundgev- ingunum hjá oljufeløg- unum fyri at vraka okkum, tí tað eru vit ikki, sigur hann. Sum tað sæst í aðrari grein í blaðnum, var tað m.a. havnaviðurskiftini á Drelnesi sum gjørdi, at Nordserv dumpaðu. – Havnaviðurskiftini á Drelnesi eru ikki verri enn tey eru í Esbjerg, og har hevur útgerðarhavn verið í 22 ár. So tá ið umstøðurnar eru nógv góðar har, skuldu tær eisini verið nóg góðar á Drelnesi. Men alt tað fáa vit ikki brúkt til nakað nú, tí oljufeløgini seta treytirnar og teimum mugu vit fylgja, sigur Henrik Thomsen. Men fyri tað, um hetta var ein dyggur smeitur fyri Nordserv, hava teir ikki givið skarvin yvir, tí enn heldur Henrik Thomsen, at tað eru góðir møguleikar fyri at fáa eina oljuhavn í Suðuroynni. – Vit arbeiða víðari við málinum, sigur hann. Í leitiskeiðnum er virksemið heldur avmarkað. Men tá ið sjálv boringin byrjar, verð- ur nógv meiri virksemi og tá halda vit framvegis, at vit hava møguleikan at koma upp í oljuvinnuna. – Tí gjørdu vit beinan- vegin av, at Nordserv fer at arbeiða víðari og verður ikki tikið av. Við hesum sigur hann, at bæði Danbor og føroying- arnir eru samdir um, at Nordserv skal halda fram. Sostatt er onki í leysasøg- unum um, at Danbor hevur tikið seg úr Føroyum og at Nordserv skal leggjast niður. – Tað er beint tvørtur- ímóti. Enn er oljuvinnan á einum avgjørdum byrjunar- støði. Og um eitt, tvey, ella kanska try ár, kann støðan vera ein heilt onnur og vit halda framvegis, at vit eru so mikið væl fyri, at vit hava góðar møguleikar til at fáa oljuhavnina seinni, eitt nú tá ið sjálv oljubor- ingin byrjar, sigur Henrik Thomsen. – Tí hava vit gjørt av at halda fram við arbeiðnum, leggur hann afturat. Sum tað sæst á grein aðrastaðni í blaðnum, hitt- ust Nordserv og Statoil á fundi í Havn mánadagin, har tvøramenn fingu at vita, hví teir ikki sluppu upp í part at bjóða upp á oljuhavnina. – So hava vit vit í hvussu so er fingið at vita, hví vit vórðu vrakað. Og tað er fyrsta treytin fyri at koma víðari. Henrik Thomsen sigur, at fremsta uppgávan hjá teim- um hereftir, verður at gera umstøðurnar soleiðis, at oljufeløgini kunnu góðtaka Drelnesi til oljuhavn. – Eftir teimum upplýs- ingum, vit hava, er Havnin á Drelnesi ímillum sjey og átta metrar. Men vit vita eisini, at á einum heilt ávís- um stað framvið bryggjuni, er sandur rikin saman í ein lítlan heyggj, so at havnin beint har er bara góðar seks metrar. Men er hetta ein forðing, sum kann beinast av vegnum við at grava heyggin burtur. – Vit eru eisini av teirri sannføring, at havnin á Drelnesi tolir meiri trýst enn fýra tons fyri hvønn fermetur. – Okkara uppgáva her- eftir, verður at prógva fyri oljufeløgunum, at havnin at Drelnesi lýkur tey krøvini, sum oljufeløgini seta. – Men verður tað neyð- ugt at styrkja hana, og at gera aðrar ábøtur á hana, verður tað gjørt. – Vit fara í hvussu so er at gera umstøðurnar soleið- is, at tær skulu ikki vera nøkur forðing fyri at fáa oljuhavnina, sigur Henrik Thomsen. Vit hava ikki givið skarvin yvir – Vit eru ikki samdir við oljufeløgunum um, at havnin á Drelnesi ikki kann brúkast til oljuhavn. men tað kunnu vit ikki brúka til nakað nú, tí tað eru feløgini, sum seta treytirnar, og tær mugu vit fylgja. Og Nordserv verður ikki niðurlagt og fer at arbeiða víðari fyri at fáa oljuhavn á Drelnesi, sigur Henrik Thomsen Tað týdningar- miklasta sum lækni er at fyribyrgja sjúkum heldur enn at viðgera, tá vanlukkan longu er hend, heldur Ulrike Steuerwald, sum sein- astu dagarnar veru- liga hevur verið í and- glettinum, eftir at Sosialurin bar tey tíðindi, at hon varð meldað til fútan, hóast hon hevur avbera gott orð á sær millum foreldur at sjúklingum, hon hevur havt undir hond BARNALÆKNIN Stefan í Skorini Doktor Ulrike Steuerwald er úr Suðurtýsklandi, og hon hevur útbúgving sum barnalækni. Fyri tveimum árum síðani flutti hon úr Føroyum aftur og búsettist í Týsklandi. Nú er hon aftur í Føroyum í stutta tíð og ar- beiðir við kviksilvur- og PCB-kanningum, sum hon eisini arbeiddi við, tá hon hevði fastan bústað í Føroy- um. Tá Ulrike skal lýsa, hvørja hugsjón hon hevur um læknagerningin, velur hon at lýsa hetta við eini søgu. – Ein lækni hevði eina- ferð somu marru fleiri næt- ur uppí slag. Í dreyminum búði hann við eina á, og fólk gingu framvið ánni. Tað hendi tí altíð, at onkur datt í ánna, og so mátti læknin út at bjarga hesum fólkum, sum komu illa fyri í ánni. Tá læknin lat eyguni uppaftur var hann rennvátur í sveitta. – Hann fekk tá knappliga eitt avbera gott hugskot. Hann skuldi heldur gera eina girðing framvið ánni. Girðingin forðaði fyri, at nakar datt í ánna, og tískil slapp hann undan at renna út í ánna at bjarga fólki í tíð og ótíð, endar Ulrike frá- søgn sína. Soleiðis metir Ulrike Steuerwald, at læknar skulu arbeiða. Teir skulu arbeiða meira við at fyribyrgja heldur enn at viðgera og standa hjálparleysir, tá van- lukkan er hend. Tá kann tað vera torførari ella ómøgul- igt at lekja sjúklingin. – Jú skjótari sjúkan verð- ur fangað, tess betri eru møguleikarnir at lekja ella at bøta um korini hjá sjúkl- inginum. Til Føroya við tónleiki Ulrike Steuerwald verður 45 ára gomul í ár. Hon er fødd í Speyer, sum liggur nær við býirnar Heidelberg og Mannheim í Suðurtýsk- landi. Hon tók prógv sum lækni á universitetinum í Freiburg í 1982, eftir at hon hevði verið í starvsvenjing í ein- um lítlum býi í Sveis, sum krevst fyri at fullføra út- búgvingina. Árið eftir skrivaði hon eina doktara- ritgerð. Eftir hetta fór hon at ar- beiða á einum barnasjúkra- húsi í Osnabrück og fór síð- ani á barnaneurologisku deildina á universitets- sjúkrahúsunum í Gøttingen og síðani í Zürich. Ulrike sigur seg ikki dáma at vera á universitetssjúkrahúsum, tí ofta er klandur, og fólk vilja fegin koma sær fram við at nýta albogarnar. Í 1993 kom Ulrike til Føroyar at arbeiða sum barnalækni. Hetta árið hevði Føroya Symfoniork- estur tíggju ára stovningar- dag, og skipað varð fyri stórari konsert. Á skránni vóru tær fýra árstíðirnar hjá Haydn. Í sambandi við konsert- ina varð Willi Gohl boðin við, og hann tók nakrar tón- leikarar við sær av evrope- iska meginlandinum fyri at vera við í konsertini. Mill- um teirra var Ulrike, sum hevur vinarbond við Willi, og hon spælir violin. Ulrike sigur, at meðan hon var her, frætti hon, at eingin barnalækni var í Føroyum. Hon varð tí biðin um at søkja hetta starvið, og hon byrjaði í 1993 á Landssjúkrahúsinum. Um hetta mundið hevði stóð henni eisini í boði at fara til Washington, har hon kundi serútbúgva seg innan barnaneurologi. Valið stóð millum Føroy- ar og Washington, og valið fall á Føroyar. – Eg vildi heldur arbeiða sum vanligur barnalækni, har eg kann síggja nógv ymiskt enn at arbeiða sum serútbúgvin barnalækni. Í Føroyum var meira brúk fyri mær, og eg kundi vera til størri hjálp. Tí valdi eg koma hendavegin, sigur Ulrike. – Eingin barnalækni var her frammanundan, og tí var tað ofta ov seint, tá tey sjúku børnini vórðu send niður á Ríkissjúkrahúsið til barnalækna har. Eg kundi vera við til at finna diagn- osurnar skjótari enn áður. – Tað er ikki bara ein spurningur um at bjarga lívinum hjá børnum. Tað er eisini vert at hugsa um, hvussu børnini yvirliva. Bønarsvar Síðan Ulrike kom til Føroy- ar hevur hon umframt van- liga arbeiðið sum barna- lækni eisini arbeitt nógv við børnum, sum hava stof- skiftisjúkur, og tað er einki at taka seg aftur í, at foreld- ur hava verið ógvuliga glað fyri hetta arbeiðið. Tað fingu vit at sanna á Sosial- inum, tá vit bóru tíðindini um, at hon varð meldað. – Vit hava mangan følt, at Ulrike hevur verið okkara bønarsvar, sigur Elna Nón, sum eigur ein drong, ið hevur eina álvarsama stof- skiftisjúku. At hugsa sær, at ein lækni úr Týsklandi kemur til Føroyar og offrar seg fyri at hjálpa føroysk- um børnum. Hesin drongurin er ein av teimum, sum hevur sjúk- una, ið Ulrike skuldi undir at kanna. – Tá okkara Hans Hjør- leivur kom í verðina, var hann alt ov stórur á vøkstri. Eingin á føðideildini hevði tó illgruna um, at nakað var galið. Til alla lukku var Ulrike til staðar, tá hann varð føddur, og hon stað- festi beinanvegin, at hesin drongurin var alt annað enn raskur. – Tað er eingin ivi um, at var Ulrike ikki barnalækni ta løtuna hin 17. juli í 1995, so var Hans Hjørleivur ikki á lívi í dag. Tá vit einaferð seinni skuldu á sjúkrahúsið við soni okkara, var Ulrike ikki har, men eingin kendi til hesa sjúkuna, sum drongurin hevði. Ulrike er sum heild optimala ímynd- in av einum barnalækna. Hesi orðini eiga hjúnini Grækaris Djurhuus Magn- ussen og Kristin Magnuss- en, sum siga, at Ulrike eigur lívið í soni teirra. Ulrike sjálv heldur, at fyrimunurin við at arbeiða sum barnalækni í Føroyum er, at arbeiðið kemur altíð aftur til tín. Læknin hevur sostatt betri samband við sjúklingin, sum verður viðgjørdur. – Tú sært altíð sjúklingin aftur og kanst meta um støðuna so hvørt, sigur Ulrike. Tá Ulrike kom til Føroya varnaðist hon, at her vóru lutfalsliga nógv børn við eini sjáldsamari stofskifti- sjúku. Hon fór undir at kanna hetta nærri, og kom fram til, at øll høvdu ættar- bond við somu hjún. Tey vóru øll í familju. Ulrike sigur seg kenna hetta fyribrigdi aftur úr Sveis, har hon arbeiddi eitt skifti. Har sást ofta í fjar- skotnum bygdum, sum lógu langt uppi í fjøllunum, at títtleikin av ávísum sjúkum var ógvuliga høgur. Orsøk- in er, at fólk, sum onku- staðni eru í familju, fáa børn saman. Tað sama hendir í Føroyum. Um tað serligu sjúkuna, sum Ulrike hevur kannað í seinastuni, sigur hon, at henda sjúkan er heilt ókend alla aðrastaðni í heiminum. Føroyingar eru náttúrufólk Ulrike búði í Føroyum í samfull fimm ár, og hon er ógvuliga positiv um føroy- ingar og ta lívsáskoðan flestu okkara hava. – Føroyingar hava enn samband við náttúruna. Tit ásanna eisini, at tit ikki eru hægsti myndugleikin í heiminum, og tað er gott. Hetta er heilt horvið, hað- ani eg eri ættað í Týsklandi. Fólk halda seg kunna av- gera alt sjálv, og at eingin er yvir teimum. Hetta er bara ikki so. – Til dømis kann eg nevna, at føroyingar ikki taka tað so tungt, um onkur er ov seinur, men har eg búgvi er alt á gosi, um ein avtala ikki verður hildin. Føroyingar siga bara, at tað er aftur ein dagur í morgin. Ulrike heldur, at trupul- leikin í Føroyum er, at við- urskiftini eru so smá. Tað er tí torført hjá læknum at leggja merki til sjúkur hjá børnum, sum teir als ikki kenna. – Man kann heldur ikki vænta, at allir kommunu- læknar kenna til hesar sera sjáldsomu sjúkurnar, sum eg arbeiði við, sigur lækn- in. Í dag arbeiðir Ulrike á einum stórari starvsstovu í Hannover í Týsklandi. Har kanna tey blóðroyndir frá nýføðingum fyri fleiri sløg av viðføddum stofskifti- sjúkum. Hon arbeiðir so- statt at kalla bara við stof- skiftisjúkum. Týski barnalæknin, Ulrike Steuerwald: Tónleikurin leiddi hana til Føroyar Myndatekstur: Ulrike Steuerwald arbeiddi í fimm ár í Føroyum sum barnalækni, og foreldur hava veruliga tikið hana til sín. Hon heldur tað vera meira týdningarmikið at fyribyrgja sjúkum heldur enn at seta inn, tá vanlukkan er hend Mynd: Jens Kr. Vang