fríggjadagur 26. januar 2001síða 7
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
gult cyan magenta svart
12
Nr. 18 - 26. januar 2001
Frá fríggjadegi 26. januar til hósdagin 1.februar
Bestubitar: Søga og spír 2:6
Leygarkvøldið kl. 20.00
Expedition 2000
– kaving niður á jólaskipið
Leygarkvøld
Mánakvøldið kl. 19.00 vísir TV3 fyrstu sendingina av Survivor, sum er amerikanska
útgávan av Robinson Ekspeditiónini.
Amerikanska kappingin líkist tí donsku nógv. Sekstan vanligir amerikanarar verða
settir á eina oydna oyggj í Kinesiska havinum, har teir verða býttir uppí tveir bólkar,
sum kappast sínámillum um ymsar virðislønir.
Tað er ikki smávegis, sum luttakararnir kunnu vinna í hesi kappingini. Virðislønin
er ein heil millión dollarar til vinnaran, sum megnar at vera longst á oynni.
Útvarpið
Ein tann frægasta sending-
in í ÚF í løtuni er frásøgn-
in hjá Árna Joensen
»Turkaránið í Vestmanna-
oyggjum«. Eg skal siga
fyri meg, at eg sjáldan seti
meg at lurta eftir útvarp-
inum eitt gerandiskvøld.
Tað er, sum um at tíðin er
farin frá hesum her við
upplestri. Tøknin hevur
ført okkum so langt fram,
at vit tíma ikki longur bert
at lurta eftir einari rødd í
eini heilari sending. Men
tíbetur verður hildið fram
við hesum í útvarpinum, tí
her er veruliga nakað, sum
er spennandi at lurta eftir.
Tú skalt bert leggja teg
afturá og lurta, bara lurta.
Nær gjørdi tú tað seinast?
»Spyr bara« er eitt heilt
annað slag av sending, og
mær dámar hana sera væl.
Men eg eri samstundis
glaður fyri, at hon ikki er
oftari, enn hon er. Inni-
haldið er ein hóskilig
blanding av vitan, hugna
og skemti. Tó hevði send-
ingin verðið meira lurtara-
vinarlig, um eitt lag varð
spælt millum spurningarn-
ar, soleiðis at vit lurtarar
fingu stundir at tjakast
víðari um evnið eina lítla
løtu heima í stovuni. So
hevði verið møguligt hjá
okkum at tagt, meðan ser-
frøðingarnir
tosaðu.
Annars meini eg, at tað
eru alt ov nógvar spurn-
arkappingar í undirhalds-
sendingunum í ÚF. Gott í
tykkum, finnið upp á okk-
urt annað.
Sjónvarpið
Í sjónvarpsskránni var ikki
nógv nýtt føroyskt at
síggja. Tað eru teir gomlu
kenningarnir: Dagur og
vika, Basalt, Okkara kokk-
ar og so barnasendingar-
nar. Flestu av hesum send-
ingum koyra meira ella
minni í tómgongd í løtuni.
Her er sjáldan nakað nýtt.
Okkara kokkar vóru góðir
og hugnaligir í byrjanini,
men nú sær út til, at teirra
fremsta uppgáva er at vísa
fram vørurnar hjá stuðlun-
um. Liðugt gjørdar sósir
o.s.fr. Gastronomi? Nei.
HB kokkast móti B36?
Nei, men lundar yvir
rossalorti? Jú, tað ljóðar
betur.
Basalt
hevur
altíð
áhugaverd evni. Seinast
vóru Kingo, Tóroddor
Poulsen og James Olsen á
skránni. Hesin síðsti hevði
ætlanir um at koma sær
upp í altjóða poppkórið og
at fáa sær grannskoðara.
Eg undri meg bert yvir, at
SvF ikki fær meira íblástur
frá listafólkunum, sum tey
tosa við, til at gera eina
sending, ið á ymsan hátt
brýtur meira upp úr nýggj-
um. Síðsta sending var av
basalti. Gevið sendingini
betri flog. Breddin týs-
kvøldið um olju og ment-
an var besta føroyska inn-
slagið í SvF hesa vikuna.
Kingo, turkarán og olja
Survivor (1)
Mánakvøldið kl. 19.00
Leygarkvøldið kl. 22.05
Sunnukvøldið kl. 20.00
Fatal Beauty
Týskvøldið kl. 20.55
Árant
Hansen
ummælir:
KONSERT
Rúnar Reistrup
Tað hevur gingið væl at
selja atgongumerkir til
konsertina við DJ Aliga-
tor, tí tá talt varð upp
mánadagin vóru longu
seldir 600 pappírslepar
av tí slagnum, sum geva
atgongd til høllina á
Kambsdali
í
annað-
kvøld, tá plátuvendara-
krokodillan fer á pallin.
Fyrireikararnir høvdu
annars ikki væntað ta
stóru søluna fyrr enn
dagarnar beint framm-
anundan
konsertini,
millum annað tí at
januar vanliga er ein
soltin
mánaður
hjá
bankabókum, og lønir
og útbúgvingarstuðlar
ikki vórðu útgoldin fyrr
enn í gjár.
Harafturat hava føroy-
ingar, sambært fyrireik-
arunum, tað við at keypa
atgongumerkir við dyrn-
ar, tá tað er møguligt, og
tað er tað til hesa kon-
sertina. Væl at merkja,
um tær ikki verða út-
seldar áðrenn.
Høllin á Kambsdali
tekur 1700 fólk, og fyri-
reikararnir hava góðar
vónir um at síggja so
nógvar
áhoyarar
í
annaðkvøld, tí væl hevur
verið lýst fyri tiltakin-
um.
Fyri at heilgardera seg
ímóti møguligum seink-
ingum í flogferðsluni, ið
altíð eru ein vandi her í
landinum, kemur DJ
Aligator við flogfari
longu tíðiliga í dag. Við
sær hevur hann seks
fólk.
Dansitónleikur
DJ Aligator, sum í veru-
leikanum eitur Ali Mo-
vasat, er dani, og tón-
leikur hansara er serliga
kendur í Danmark. Men
hann arbeiðir miðvíst
við at sláa ígjøgnum
uttan fyri heimlandið og
komandi
mánaðirnar
hevur hann konsertir í
Miðeuropa og í onkrum
av hinum Norðurlond-
unum. Seinni í ár fer
hann á konsertferð í
Malaysia og Australia.
Í Føroyum hevur hann
longu sligið ígjøgnum
og hann man vera ein av
mest spældu tónleikar-
unum
á
føroyskum
dansistøðum í løtuni.
DJ Aligator spælir tað,
sum á góðum føroyskum
eitur
dansitónleikur.
Men heldur enn har-
moniku og sang, brúkar
hann teldu, ljómborð og
elektriskar
bonga-
trummur, og vokalljóð-
ini liggja onkrastaðni
mitt ímillum tos og
sang. Afturat sær hevur
hann ein percussionist
og tvær sangarinnur, ið
eisini eru dansarinnur.
Umframt DJ Aligator
fer føroyski rokk/popp
bólkurin All That Rain
og DJ Martin Kjærbo at
undirhalda áhoyrarun-
um.
Dyrnar til høllina á
Kambsdali
lata
upp
klokkan 23. Klokkan
hálvgum tíggju á kvøldi
fara bussar av Farstøðini
inn á Kambsdal í sam-
bandi við tiltakið. Tey, ið
ætla sær at brúka hesa
leiðina, skulu boða frá á
Kunningarstovuni
í
Havn framanundan.
Atgongumerki til kon-
sertina verða seld við
dyrnar og á Statoil støð-
um og í 3’aranum.
DJ Aligator til
Føroya í dag
“Vit trúgva upp á
oljuvinnuna og tí
hava stovnað felag
saman við heimsins
størsta matvøru-
veitingarfelag, Com-
pass Group, sum skal
fara undir catering,
matveitingarvirksemi
í eini komandi
frálandavinnu, sigur
Høgni Hansen, stjóri
í nýstovnaða
felagnum P/F Eurest
Føroyar.
OLJUVINNA
Jústinus Leivsson
Eidesgaard
“The Grand old Man” inn-
an føroyska matvøruveit-
ing, P/F Poul Hansen, sum
hevur 75 ár á baki, at selja
vørur til handlar og ikki
minst skip, brynjar seg nú
av álvara út til frálanda-
vinnuna, sum verður stór
undir Føroyum, vil undir-
grundin, langt niðri undir
havsins dýpi geva okkum
olju í framtíðini.
Nýggja felagið fer í
næstum at seta starvsfólk,
sum skulu lærast upp á
pallum í donskum øki, so
hesi hava neyðuga førleik-
an, tá farið verður undir
boringar í Føroyum kom-
andi summar.
- Vit hava saman við
Eurest Support Services
A/S í Danmark, sum er ein
partur av Compass Group,
stovnað felagið P/F Eurest
Føroyar og við hesum eru
lunnar lagdir undir sam-
starv við heimsins størstu
matvøruveitingarfyritøku
Compass
Group,
sigur
Høgni Hansen, stjóri í P/F
Eurest
Føroyar.
Høgni
Hansen er eisini stjóri í P/F
Poul Hansen og hann um-
boðar triðja ættarliðið sum
situr í hesum stóli.
- Myndugleikar og olju-
feløg hava lagt stóran dent
á, at føroysk virki og
arbeiðsmegi veruliga skulu
fáa møgileika at luttaka í
virkseminum, sum knýtir
seg at oljuleiting. Vit hava
hervið tikið ímóti avbjóð-
ingini og fara at gera okk-
ara besta fyri at vera eitt
fullgott alternativ í kapp-
ingini um cateringtænastur
á føroyskum øki, sigur
Høgni Hansen,
– Tað er okkara vón, at
felagið kann brúka førleik-
an hjá stovnarunum at
byggja upp føroyskan før-
leika og dugnaskap, so
oljuvirksemi eisini innan
hetta
øki
kann
koma
føroyskari arbeiðsmegi og
føroyska samfelagnum til
góðar, sigur Høgni Hansen.
P/F Poul Hansen fer nú
í oljuvinnuna
Høgni Hansen heilsar her uppá ein umboðsmann hjá oljufyritøkuni Philips herfyri
Sum lýst aðrastðani í blað-
num í dag skipar Kórsam-
band Føroya fyri dirigent-
skeiði í sangstovu Komm-
unuskúlans vikuskiftið 9.-
11. februar.
Skeiðið er fyrst og fremst
ætlað virknum kórleiðar-
um; men harumframt er tað
ynski kórsambandsins, at
eisini onnur áhugað, helst
ungfólk, skulu fáa høvi til
at
læra
seg
einfalda
taktering og royna seg í tí at
leiða eitt ljómlið, tað veri
sær vokalt ella instrumen-
talt.
Innihaldið á skeiðinum
verður lagað eftir, hvørjir
luttakarar, ið melda seg;
men í fyrsta lagi verður
arbeitt við kórsatsum og
kunnað um kórtilfar. Eisini
er ætlanin, at tey luttakandi
á hesum skeiði saman við
skeiðleiðaranum
skulu
leggja ætlan um eina fram-
haldandi røð av skeiðum,
sum fyri tey áhugaðu kundi
endað við einum ummæli
ella møguliga einari próv-
tøku.
Skeiðleiðari verður Mog-
ens Dahl, sum bæði er
dirigentur hjá Den Jyske
Opera í Aarhus og lektari í
kórleiðslu
á
Aalborg
Universitet.
Skeið í kór- og orkesturleiðslu