hósdagur 21. desember 2006síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 247 - 21. desember 2006
tíðindi
Føroya Løgmaður, háttvirda
samkoma!
Alt hevur sína tíð her í
lívinum. Tað er ein tíð, tá
ið eitt byrjar og ein tíð, tá
ið eitt endar. Tað tíðarskeið,
sum okkara háttvirda løg-
ting hevur ásett sum karm
um skrivan av áliti til eina
føroyska stjórnarskipan, er
skjótt um at verða runnið.
Tað eru ikki nógvir dagar
eftir av hesum tilmálda
skeiði. Jólini eru eisini brátt
í hondum, og eg unni bæði
hinum limunum í Stórn-
arskipanarnevndini, mær
sjálvum og skrivaranum
frið um jólahalguna.
Eins og freistin varð
hildin, tá ið løgmaður fekk
handa Fyrra Flaggdagsálit
í árinum 2004, er freistin
eisini hildin á hesum sinni,
nú løgmaður fær handað
tað álit, sum eg loyvi mær
at geva tilnavnið Jólaálitið.
Jólaálitð er 130 blaðsíður
til støddar. Umframt for-
orð, evnisyvirlit, inngang
og annað, sum hoyrir til
í einum prentverki sum
hesum, er prentað ein frá-
greiðing frá arbeiðinum í
teirri tjóðskaparligu semju-
nevndini. Ein undirnevnd,
sum
formaðurin
setti
við einum umboði frá
øllum teimum politisku
flokkunum og einum av
samfelagsfrøðingunum
í
nevndini, sum formanni.
Fyri at skerpa tilvit og
hugfloð, eru eisini prent-
aðar
hugleiðingar
um,
hví tað er neyðugt við
eini
stjórnarskipan
og
hugleiðingar
um
tann
søguliga møguleika, sum
Føroya Fólk júst nú hevur
at geva sær sjálvum eina
stjórnarskipan.
Sjálvt
uppskotið
til
Stjórnarskipan er í fyrsta
umfari prentað reint og í
øðrum
umfari
prentað
við viðmerkingum. Við-
merkingarnir hava ikki
normarandi virði, men fyrst
og fremst eru ætlaðir har,
sum neyðugt er við eini
frágreiðing. Har tað ikki
hevur verið hildið neyðugt,
eru ongar viðmerkingar.
Tað er ætlanin, at orðini í
stórnarskipini eiga at bera
at kunna standa einsamøll.
Beint eftir stjórnaskip-
anina við viðmerkingum
fylgja viðmerkingar frá
minnilutum í nevndini.
Tað er tað eitt og annað
í uppskotinum, sum ávísir
nevndarlimir hava ymiska
meining um og ymiskan
hugburð til. Hetta er fyri
tað mesta um viðurskifti,
sum eru rættiliga ítøkilig
og sum eru verd at taka upp
til orðaskifti, nú uppskotið
skjótt verður lagt fyri løg-
tingið. Í hesum sambandi
skal eisini verða víst á, at
eitt av fylgiskjølunum er ein
áheitan frá Miðflokkinum,
Sjálvstýrisflokkinum
og
Tjóðveldisflokkinum, har
heitt verður á formannin í
Stjórnarskipanarnevndini,
um at heita á Føroya
Løgman, um at útseta
endaligu freistina til seint
á vári 2007, uttan kortini at
nevna eitt møguligt Seinna
Flaggdagsálit sum tað enda-
liga álitið. Løgmaðurin
hevur fingið hetta skriv ut-
tan viðmerkingar.
Ein spurningur hevur
tíðum stungið seg fram
í
nevndararbeiðinum,
og sum nú í seinastuni
eisini hevur verið við-
gjørdur í tjóðskaparligu
semjunevndini.
Tað
er
spurningurin um heiti og
hugtøk. Í hesum uppskoti til
Stjórnarskipan standa enn
tey heimastýrishugtøk, sum
vit hava vant okkum við í
meira enn 50 ár. Tað eru hug-
tøkini landsstýri, løgmaður
og
landsstýrismaður.
Ì
Stjórnarskipanarnevndini
eru tað fleiri limur, sum
meina, at vit í eini nýggjari
føroyskari stjórnarskipan
eiga at sleppa okkum av
við heimastýrishugtøkini
og heldur nýta hugtøk
sum stjórn, forsætisrharri
og ráðharri, t.d. fíggjar-
málaráðharri. Heiti sum
vit eisini javnan finna
í
føroyskum
bløðum.
Hetta er ein spurningur,
sum eigur at takast upp
til viðgerð, tí í donskum
og enskum umsetingum
verða samsvarandi heiti
nýtt. Í uppskotinum hava
vit eisini møguleika at lata
løgman verða fólkavaldan.
Tá verður heitið løgmaður
flutt yvir á tingformannin,
sum umframt at verða
tingformaður eisini fær
aðrar
uppgávur,
sum
aðrastaðni hoyra til ein
forseta.
Sum ein hjálp til tey
forvitnu, ið ynskja at fáa
meira at vita meira um
stjórnarskipanir aðrastaðni,
hava vit seinast í álitinum
prentað
yvirlit
yvir
heimildir av týdningi fyri
stjórnarskipanir.
Persónliga eri eg ikki sørt
errin av, at tað aftur hesa ferð,
takkað verið ágrýtnum og
trúgvum nevndarlimum og
einum sera arbeiðssomum
skrivara, hevur eydnaðst
at halda freistina. Onkur
hevur kanska hug til at
siga, at alt er ikki komið
upp á pláss í sátt og semju.
Til tað er at siga, at tað
verður seinur dagur, áðrenn
vit fáa semju um alt, men
vit eru komin sera nær
málinum. Semja er um tað
mesta. Tað er tí ikki sum
trøllið við teimum mongu
høvdunum, at høggur tú eitt
av, so vaksa fleiri út aftur.
Tey høvdini, sum vaksa út
aftur, eru vorðin alt færri
og færri. Hetta álitið er so
avgjørt borðbart og vert at
taka upp til orðaskifti.
Eg
vóni,
at
Føroya
Løgmaður, sum nú hevur
ábyrgdina av tí, sum nú
kemur at henda, í virðing
fyri Føroya Fólki, tekur
hetta mál í størsta álvara, og
sær til, at uppskotið fær ta
viðgerð, sum tað skal hava
í Løgtinginum, so semja
verður um alt, áðrenn tað fer
út til fólkaatkvøðu. Hevur
løgmaður tørv á hjálp frá
okkum, sum hava arbeitt
við stjórnar-skipanini, til
ta allarseinastu gjøgnum-
gongdina, nú hvørt húski í
Føroyum fær uppskotið inn
um dyrnar, so mugu útvegir
finnast fyri tí.
Eg takki fyri tað stóra
álit, sum hevur verið sýnt
mær sum formanni bæði
fyri Grundlógarnevndini og
Stjórnarskipanarnevndini.
Eftir hesi orð, sum nú eru
søgd, loyvi mær nú at handa
Føroya Løgmanni álitið við
uppskot til Stjórnarskipan.
Tað er mín innasta vón,
at tað arbeiði, sum er lagt
niður í hetta uppskot, kemur
at verða til stórt gagn og
stórt vælsignilsi fyri land
og tjóð.
»Til gagn og stórt vælsignilsi fyri land og tjóð«
Formaður í Stjórnar-
skipanarnevndini
JÓAN PAULI
JOENSEN
Handanarrøða 18. desember 2006: