Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-21, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. desember 2006síða 17

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 247 - 21. desember 2006 17 tíðindi Fremsti føroyski 70 ára rokkbólkurin Eager2pleasE gevur smaksroynd av komandi fløgu síni á myspace síðu síni tónleikur Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Eager2pleasE er best kendur sum dansibólkur og telist millum frægastu av slagnum í Føroyum. Men seinastu mánaðirnar hevur bólkurin ikki verið serliga virkin sum dansibólkur. Sambært Rana Christiansen trummuleikara kemst hetta fyrst og fremst av, at orkan er nýtt í upptøkuhølunum. Saman við ljóðsnillinginum Jón McBirnie hevur Eager2pleasE arbeitt við fyrstu fløguni hjá bólkinum. Jón eigur sum framleiðari stóran part í arbeiðinum at leggja tónleikin til rættis. Bólkurin sigur á myspace síðu síni, at samstarvið við Jón hevur virkað sera væl. Upptøkurnar eru sambært Rana Christiansen komnar umleið í helvt, so enn er nakað væl á mál. Á myspace síðuni hjá Eager2pleasE, myspace.com/egr2plz gevur bólkurin eina smaksroynd av tí, sum higartil er tikið upp. Talan er um tvey løg Broken og The Bitch Is In Heat. Hetta eru ikki liðug ljóðbland, men ráðar upptøkur, m.a. manglar hammond orgulið hjá Jóhan Petur Andreassen. Harumframt skulu røddirnar spælast inn av nýggjum. Tað er sologittarleikarin Bjarti Dalheim, ið hevur skrivað lagið Broken, með­ an sangarin og rútmu­gittar­ leikarin Dagfinn Joensen. eigur lagið The Bitch Is In Heat. Væntandi fer bólkurin eftir nýggjár í upptøkuhølið aftur, at leggja síðstu hond á tey løgini, ið eru tikin upp. Nephew spælir hóskvøld á G! Í ár spældi eitt av størstu høvuðsnøvnunum á G!Festivalinum Kaizers Orch­estra longu hóskvøld, og sambært G! verður sama støða komandi ár. Á heimasíðuni Gfestival.com skrivar G!, at Nephew spælir á Gøtusandi hóskvøldið 19. juli 2007. Bólkurin varð av lesarum hjá Sosialinum valdur at vera ársins bólkur 2005 og liggur í løtuni ovast á 15 teimum bestu við lagnum Ingen & Igen &. Eisini í Danmark er áhugin fyri Nephew stórur. Á stóra tónleikabrakinum Zulu Awards 07 er bólkurin í uppskotið til 3 heiðurslønir: Ársins danska album, ársins danska hitt og ársins danski sangari. nud – Teir fátøku mus­ limarnir reageraðu við at brenna am­bassadur niður, í Før­oyum reagera tey við at taka seg úr flokkum og savna undirskriftir inn, sig­ ur Niels Arge Galán oddamaður í 200 Nýggjárs­ konsertin Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo – Vit hava leingið tosað um løgnu støðuna í føroyskum politikki, har vit umframt vinstru og høgru hava loysing samband. Nú er føroyskur politikkur 3 dimensionellur. Nú hava vit eisini verðsligt og kristið - Kanska verður tað til ein sang, sum eitur “Føroyskur politikkur, nú í 3D”, sigur Niels Arge Galán oddamaður í rokkbólkinum 200, sum fríggjakvøldið í komandi viku spælir á Nýggj­árskonsertini. Í fjør millum jól og nýggjár meldaði 200 hvalvíksprest Mogens Thilsted Christensen fyri háðan av samkyndum. Løgreglan avvísti málið, tí hon ikki metti úttalilsini hjá presti verða brot á nakra lóg. Nú hevur Løgtingið skoytt kynsliga sannføring upp í 266B, so støðan hevði møguliga verið ein onnur. Hvalvíksprestur sigur eisini sjálvur, at hann ikki hevði skrivað nógv umrødda lesarabrævið, hevði kynslig sannføring verið í 266B. Niels Arge Galán metir avgerðina hjá Føroya Løgtingi vera eitt sera týdningarmikið stig frameftir fyri Føroyar. – Støðan við 266B í Før­oyum er akkurát sum Muhammed kreppan, sum Danmark kom í. Í kreppuni um tekningarnar av Mu­hammed í Jyllandsposten, vóru tað fundamentalistiskir muslimar, sum mótmæltu, í Føroyum eru tað funda­mental­ istisk kristin. Teir fátøku muslimarnir reageraðu við at brenna ambassadur niður, í Føroyum reagera tey við at taka seg úr flokkum og savna undirskriftir inn, sigur Niels Arge Galán og heldur fram: – Man segði, at orsøkin til, at alt gekk so galið í Muhammed kreppuni, var at hesi fólkini manglaðu reformatiónina – Hetta tað sama í Føroyum, her manglar ein politisk reformatión. Hann heldur, at málið um 266B hevur verið drúgt og sera spennandi at fylgt við íog sjálvt um, tað sær út sum um málið ikki heilt er liðugt enn, so hevur hetta verið sera týdningarmikið, heldur hann. Spurdur um politiska rokið í løtuni fer at ávirka framførsluna á Nýggj­árs­ konsertini, sigur Niels: – Eg fari at brúka illa kjaft um tað, men vit fara neyvan at hava nakað nýtt lag, tí vit hava ikki verið saman í sangskrivara mode, síðan vit gjørdu Graceland. Niels greiður frá, at Nýggj­árskonsertin hevur eina serliga støðu fyri teir. Tí 200 hevur ongantíð spælt Nýggjárskonsert áður. – Hetta var tann heilt stóra konsertin, tá vit vóru lítlir. Tá vit spældu í Mold royndu vit ofta at spyrja um vit kundu spæla har, men tað sluppu vit ongantíð. So tað verður eitt sindur stuttligt at royna tað, sigur Niels Arge Galán. Umframt 200 spæla The Dreams, The Story Ends, Sic og DJ Switch á konsertini, ið verður í Høllini á Hálsi fríggjakvøldið 29. desember. Tað er Kyndil, ið skipar fyri Nýggjárskonsertini og Føroya Tele er høvuðsstuðul. Atgongumerki fáast í Telebúðum kring landið. 266b kjakið er akkurát sum Muhammed kreppan Smaksroynd av føroyskum 70 ára rokki Av virðing fyri Rocky Silvester Stallone er aktuellur í nýggjasta og sætta Rocky filminum, við sigandi heitinum Rocky VI. Hetta verður tann síðsti av slagnum sigur Stallone við svenska Afton Bladet. Orsøkin til at Stallone vildi gera henda filmin er tann, at Rocky V var somikið vánaligur, at hann av virðing fyri Rocky Balboa mátti geva honum ein ordiligan enda, sigur Stallone við blaðið. Rocky filmsrøðin er helst kendastu filmarnir, ið Stallone hevur gjørt, og teir fyrstu filmarnir í røðini verða mettir sum sannar filmperlur. Rani Christiansen er trummari í Eager2pleasE (mynd: Faulkner) Í ár verður fyrstu ferð, at Niels Arge Galán spælir á eini nýggjárskonsert mynd: nud