Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-21, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. desember 2006síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 247 - 21. desember 2006 tíðindi Føroyskur politikkur hevur søguliga verið lýstur við tveium ásum: vinstra/høgra og loysing/samband. Men seinastu tíðina hevur nógv verið tosað um, at vit nú byrja at síggja enn ein “etiskan” ás í føroyska politiska landslagnum, ið meiri byggir á moralskar spurningar enn á konkret valdsforhold og ræðisrætt á máls­ økjum Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur Ein “etiskur ásí” er í ávís­ an mun við at taka skap í føroyskum politikki. Moralur fyllir alsamt meiri í politiska landslagnum, og her er í seinastuni komið til skarpskeringar millum “moralkonservativ” og “moralprogressiv”, m.a. í víðagitna málinum um §266b. Tó er tað serliga tann konservativi (serliga religiøst­konservativi) bógvurin, ið hevur trinið inn á politiska landslagið, meðan tað saknast eitt ”pro­ gressivt” alternativ. Í Danmørk finst ein slík­ ur etiskur ási, har Dansk Folkeparti tekur at kalla somu fremmandra­ og fram­ burðs­ivasomu støðu sum Miðflokkurin í Føroyum (tó er DF nationalt­kon­ servativur, meðan MF er religiøst­konservativur), meðan Radikale Venstre hevur átikið sær leiklutin sum ”progressivi” flokkur­ in, ið sær globaliseringina sum eina avbjóðing, ikki sum eina hóttan. Fyrr enn vit kunnu tosa um ein etiskan ella moralskan ás, er tó neyðugt við eini profilering av progressiva bógnum eisini – til dømis við einum liberalum ella libertarianskum flokki, ið stendur sum mótsetningur til Miðflokkin. Sum nú er royna nakrir av flokku­ num partvíst at leggja seg eftir progressiva veljara­ skaranum. Tí er tað ein møguleiki fyri, at moralski ásin verður kvaldur í føð­ ingini og at vit í Føroyum í staðin fara at síggja núverandi tvíásaskipan seg­ menterast í konservativar og progressivar fraktiónir. Moralpolitikkur – lættkeyptur politikkur Føroyingar hava tað gott. Flestu materiellu málini eru rokkin. Fá í samfelagnum líða neyð, og tí er ikki lætt at formulera politikkir fyri sosialar betringar – nak­ að, ið annars hevur verið vørumerkið hjá serliga Javnaðarflokkinum og Tjóð­ veldisflokkinum. Heldur verða tað meiri ideolog­ isk­moralsk mál, ið trína fram, eisini tí at hesi eru betri at fáast við í almenn­ inginum (m.a. í kringvørpu­ num), tí til ber at taka moralskt­ekstremar støður, ið ein ikki nýtist at prógva sannleikavirðið av, men sum hinvegin kunnu virka sum sterk symbolir – sum litfagrir fjaðrar, ið gera politikararnar attraktivar hjá veljarunum. Um argumentatiónin hin­ vegin tekur støði í statist­ iskum kategorium (m.a. lønarlagi, útflutningsvirði o.s.fr.), tá ber ikki líka væl til at manipulera við sannroyndunum, tí tann klóki búskapar­ ella sam­ felagsfrøðingurin altíð kann afturvísa pástandirnar. Moralurin er hinvegin sum voks: tað ber altíð til at skúgva sær, tá argument­ ini koma frá mótpartinum. Tí er tað lætt hjá meiri populistiskt­opportunist­ iskum politikarum (í øllum flokkum) at úttala seg um moralskar spurningar, tí fólk minnast hesi úttalilsi uttan neyvt at minnast júst hvat varð sagt. Politikkur sum leskibitar Tað er tó ikki rætt at halda, at økta nýtslan av moralskari argumentatión merkir, at tað eru komin fleiri “moralsk mál” inn í politiska kjakið. Hinvegin eru tað alsamt fleiri einkultsakir, ið trína inn í kjakið, soleiðis at mál, ið áður vórðu viðgjørd í síni heild nú verða viðgjørd sum moralskir trupulleikar. Nútíðarpolitikkurin er vorðin meiri individ­orien­ teraður, meðan hann í gomlum døgum var meiri stættar­orienteraður. M.a. bygdi Javnaðarflokkurin á eitt stættarstríð, eins og hinir flokkarnir hvør sær bygdu á stórar sosialar bólk­ ingar, ið tó varieraðu frá landsparti til landspart. Nú royna flokkarnir hinvegin at gera seg kendar upp á positivar einkultsakir, ja nærum ”cases”, ið geva veljaranum ”leskibitar” av yvirskipaða politikkinum hjá flokkunum. Politiska arbeiðið snýr seg harvið nógv um at tulka einkultsakir niður í hugsjónarligu rammuna hjá flokkinum. T.d. kempar formaður Javnaðarfloksins, Jóannes Eidesgaard, fyri at fasthalda eina nøkulunda tulkingarrammu kring ein flokk, ið annars tykist sprella í allar ættir. Nýggjasta, vánaliga velj­ arakanningin – og trupul­ leikarnir við Gerhard Logn­ berg, Sylverius Jacobsen og Sverra Midjord – benda á, at løgmaður er við at missa tamarhaldið á sínum flokki. At løgmaður harumframt hevur proklamerað, at stættastríðið er av, setur samstundis spurningin um hvat Javnaðarflokkurin yvir­ høvur hevur at bjóða í dag. Einkultmál seta dagsskránna Spurningar, ið áður vóru statisktisk­rationellir, fara í framtíðini at gerast alsamt meiri moralskir. Man hoyrir ikki serliga nógv um yvir­ skipaðu bygnaðarbroytingar­ nar, men man hoyrir sera nógv um vanlagnur hjá einstaklingum (Lítli Petur o.l.), t.v.s. um moralskar spurningar, ið kunnu sigast at avskepla ta statistiskt­ rationellu planleggingina hjá stóru landsstovnunum sum Landssjúkrahúsinum og Almannastovuni. Flokkarnir verða meiri ávirkiligir yvirfyri skjótum niðurstøðum og løttum politiskum poengum. Í farnu viku nýtti lands­ stýrismaðurin í vinnumál­ um, Bjarni Djurholm, m. a. høvið til at seta Landsverk upp á pláss, soleiðis at Kaldbaksfjarðarvegurin ikki varð stongdur. Ein avgerð, ið ivaleyst gevur honum nøkur góð skoðs­ mál, nú hann annars er í vanda at enda sum Ársins Neyðrakett, men vit eiga ikki gloyma, at landsstýrismaðurin sam­ stundis setur tørvin hjá Landsverki til viks. Bjarni Djurholm hevur appellerað til onkran bráðfeingis moral um tað óforsvarliga við at koyra á Oyggjavegnum á vetri, men um hetta er ein røtt avgerð, tá tað verður eftirkannað við statistiskt­ rationellum brillum, er so ein annar spurningur. Kjaklig veking Tað er ikki nakað nýtt at kjakast um moral. Tað nýggja er heldur, at moral­ urin er vorðin partur av formliga kjakinum. Vanlig fólk kjakast næstan bara um moralskar spurningar – tey hava ongantíð lært at kjakast statistiskt­rationelt. Sjálvt kjakið um fiski­ vinnu, ið annars um nakað snýr seg um búskap, er moralskt, soleiðis at ”fiski­ maðurin” verður tikin fram um aðrar verkabólkar í samfelagnum. Tað eru næstan bara serfrøðingar, ið tríva í statistisk­ratio­ nell argumentir, og hesi statistiskt­rationellu argu­ mentir verða sera ofta møtt við moralskum mótargu­ mentum. Áhaldandi kjakið mill­ um fiskimenn og fiskiser­ frøðingar er eitt gott dømi, har fiskifrøðingar tosa út frá statistiskt­rationellum kanningum, meðan fiski­ menn nýta moralsk hugtøk sum “rættvísi” og “ikki pissað í saltan sjógv”. Tað tykist sum moralsku argu­ mentini hava lyndi at yvir­ trumfa statistiskt­rationellu argumentini. Tað tykist tó, sum yngri fólk kjakast meiri í almenninginum enn eldri fólk. Meðan eldri fólk taka kjakið kring køksborðið, í kjallaranum ella undir neystavegginum (í fólksliga almenninginum), fara yngru fólkini meir út í formliga almenningin, m.a. í fjøl­ miðlarnar ella á kjaktorg sum kjak.fo. Tað tykist sum føroyingar í løtuni uppliva eina kjakliga veking. Ikki er tað altíð so vakurt at skoða, men tað er neyðugt fyri menningina av einari føroyskari kjakmentan og harvið av Føroyum sum fólkaræði. Moralsk vitamin­ innspræning Tað er eyðsæð, at eitt meiri moralskt kjak ger, at vit kunnu missa statistiska kompleksitetin burtur, ið “serfrøðingarnir” kunnu borga fyri. Moralska kjakið setur trupulleikarnar upp sum prinsippir, og hetta førir við sær, at argumentini verða sera antin/ella, heldur enn bæði/og sum statistiski rationaliteturin vil siga. Hetta ger sjálvandi, at vit við moralskari argumentatión missa margfeldnið í málu­ num burtur, og hetta kann í ringasta føri elva til mink­ andi tolsemi millum máls­ partarnar. Men hetta er ikki bara ringt. Líka ringt er, um politiska skipanin verður so “teknokratisk”, at hon ikki longur er til at skilja hjá vanliga borgaranum. Tí má moralurin sigast at verða ein vitamininnspræning til fólkaræðið. Tað verður meiri litfagurt, meiri ”entusi­ astiskt”, og tað er gott. Ikki fundamentalisma Neyðugt er við entusiasmu í kjakinum, fyri at tað ikki skal torna upp. Men hinvegin er neyðugt at gera sær greitt, at økta nýtslan av moralskum argumentum eisini hevur við sær, at kjakið til tíðir verður eisini meiri ”hysteriskt” ella svart/hvítt. Her er besta dømið ivaleyst harða kjakið um §266b, ið veruliga hevur fingið fólk at seta tingini upp sum um vit antin vóru nær við eitt moralskt syndafall ella nær við ein fundamentalistiskan talibánstát. Aðal­etikkurin í Føroyum er uttan iva kristindómurin. Politikkur í Føroyum skal helst ikki stríða við kristin­ dómin. Tískil skulu øll ivamál ”testast” ella ”filtr­ ast” við einari kristnari tulk­ ing. Um eitt politiskt upp­ skot kann sigast at stríða móti kristindóminum, er sera ringt at fáa tað ígjøg­ num. Tað er freistandi at byrja at tosa um fundamentalismu, tá vit uppliva eina útbreiðslu av moralpolitikkinum. Hetta er tó at fara ov langt, men hóast tað ikki ber til at tosa um fundamentalismu, fyrr enn “moralsku meskarnir” eru vorðnir so smáir, at lítið og einki sleppur ígjøgnum, so má staðfestast, at moral­ politikkur snýr seg um at seta mørk fyri hvussu fólk í samfelagnum kunnu liva. Hetta merkir, at um “moralskir strammarar” fáa alt ov nógv vald, so er vandin avgjørt til stað­ ar fyri at samfelagið veru­ liga byrjar at gerast funda­ mentalistiskt. Nýhugsan av verandi ásunum Væntandi fer loysing/sam­ band ásin framhaldandi at vera tann sterkasti ásin i Føroyum. Hann fer tó helst at verða segmenteraður í ávikavíst konservativ og progressiv segmentir. T.d. hómast eitt kjak um hvørt einar sjálvstøðugar Føroyar skulu vera eitt modernað ella traditionelt samfelag. Og á sama hátt kann sambandsargumentið flyta seg burtur frá eini verju av blokkstuðlinum mótvegis einum argumenti um at ríkisfelagsskapurin tryggjar Føroyar móti ávikavíst ”fundamentalismu” øðru megin og ”ultra­liberal­ ismu” hinumegin. Hinvegin er nakað, ið bendir á, at Sambands­ flokkurin og Tjóðveldis­ flokkurin hava meiri til felags sum progressivir flokkar á “etiska ásinum” enn teir eru ymiskir “á ríkis­ rættarliga ásinum”, meðan konservativu flokkarnir – Fólkaflokkurin og Mið­ flokkurin – hinvegin mynda traditionella bógvin á “etiska ásinum”. Javnaðarflokkurin er hin­ vegin vorðin eitt slag av miðflokki, ið nærum liggur á miðjuni á øllum trimum ásunum. Javnaðarflokkurin stendur harvið til at yvir­ taka søguliga leiklutin hjá Sjálvstýrisflokkinum sum “kitt”, tá samgongur skulu skipast. Klassiski høgra­vinstra ásin tykist at vera taparin í hesum spælinum. Ella rætt­ ari: tað kemur ein nýggjur høgra­vinstra ási, ið ikki einans byggir á statist­ iskt­rationella regulering/ deregulering (javnað mót­ vegis frígeving av búskapi­ num) men eisini á moralska regulering/deregulering (moralska kontroll mótvegis persónligum frælsi). Mótvegis moralskum flokkum Sum nú er eru ymisku politikararnir frísettir í moralskum spurningum, og kunnu tískil atkvøða eftir teirra persónligu sannføring. Men í framtíðini kundi tað saktans hent, at moralskir spurningar gerast so týð­ andi fyri samleikan hjá flokkunum, at flokkarnir fara at taka felags støðu í slíkum spurningum. Í løtuni er flokkabygnað­ urin ikki gearaður til hetta, men um eini 2­3 val kann hugsast, at løgtingssaman­ setingin hevur gjøgnum­ gingið eina fullkomiliga bygnaðarliga umbroyting. Um verandi flokkarnir hinvegin ikki megna at gera moralsku spurningarnar til avgerandi partar av floks­ samleikanum, so kann hugsast, at t.d. ein liberalur ella libertarianskur flokkur stingur seg upp – ein flokkur, ið fyrst og fremst arbeiðir fyri at útbreiða boð­ skapin um persónligt frælsi fyri øll. Føroyskur politikkur – moralpolitikkur