hósdagur 21. desember 2006síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 247 - 21. desember 2006
15
Hósdagin 14.
desember 2006 var
almenn móttøka
í kantinuni hjá
Postverki Føroya
á Óðinshædd í
sambandi við at trý
av starvsfólkunum,
Ingibjørg Jacobsen,
Inga Ellingsgaard og
Sverri Viderø fóru frá
fyri aldur
Móttøka
Myndir: Jens Kristian Vang
Stjórin í Postverkinum,
Sofus Clementsen, beyð
vegna partafelagið Postverk
Føroya øllum teimum mongu
fólkunum, sum stukku inn á
gólvið hendan dagin, at vera
vælkomin at heiðra Ingi
bjørg, Ingu og Sverra, nú
tey gevast eftir ein langan
arbeiðsdag á stovninum.
Ingibjørg Jacobsen
Ingibjørg Jacobsen byrjaði
á posthúsinum í miðbýnum
í Havn 15. september 1956,
tá postverkið var danskt.
Frá 1956 til postverkið
varð yvirtikið í 1976,
arbeiddi Ingibjørg sum
kontórassistentur og sat við
kassan á posthúsinum í mið
býnum, og síðan yvittøkuna
hevur hon arbeitt mest við
bókhaldi og roknskapi.
Tað eru ikki nógv fólk,
sum uppliva at kunna
hátíðarhalda sín 50 ára
starvsdag, men Ingibjørg
er eitt av teimum fáu. Tá
hon hevði 50 ára starvsdag,
tann 15. september í ár,
fekk hon silvurmedalju frá
Drotningini fyri langa og
trúgva tænastu.
Virkandi stjórin tá, Knud
Wacher, sum handaði Ingi
bjørg medaljuni, helt í hes
um sambandi røðu, har tað
týðuliga kom til sjóndar, at
Ingibjørg er sera dugnalig og
nógv avhildin.
Inga Ellinsgaard
Inga Ellinsgaard byrjaði
tann 1. september 1962 á
„Indleveringsposthus 1“ í
Holbergsgade í Keypmanna
havn.
Eftir at hava verið á Post
& Telegrafskúlanum fekk
hon starv á Postgarðinum í
Købmagergade, har hon var
til 1970, tá hon fór í barn
burðarfarloyvi. Í 1972 fekk
hon starv á posthúsinum í
Værløse, har hon var, til hon
1. mars 1977 fekk starv hjá
Postverki Føroya, sum varð
yvirtikið árið fyri.
Meðan Inga arbeiddi hjá
danska postverkinum, fekk
hon sær útbúgving sum yvir
kontórassistentur.
Nógvu fyrstu árini í Føroy
um var hon høgra hond hjá
postmeistaranum, síðan fekk
hon tað álitisstarv at standa
fyri lønarútgjaldingini og at
avrokna millumlanda post
flutning.
”Har hevur verið nógv at
halda skil á, og ikki kann
sigast annað enn at tú hevur
gjørt títt arbeiði sera væl”,
segði Sofus m.a í síni røðu
til Ingu.
Sverri Viderø
Sverri Viderø byrjaði sum
postboð á posthúsinum í
miðbýnum í 1965, so hann
hevur næstan 42 ár á baki,
nú hann gevst.
Seinastu nógvu árini hevur
hann arbeitt sum deildar
leiðari og havt ábyrgdina av
øllum post- og fraktflutningi
og av flutningstólunum hjá
postverkinum.
Sverri hevur dugað væl at
verið leiðari fyri síni fólk,
hann hevur verið framman
fyri sína tíð við modernaðum
(motivernadi) leiðslustíli.
Sofus kom inn á ábyrgd
arøkið hjá Sverra og nevndi
bilarnar, sum Sverri hevur
havt ábyrgdina av, at teir altíð
eru í perfektum standi, altíð
reinir og penir. Næmingar á
Handilsskúlanum valdu eitt
árið bilarnar hjá Postverk
inum sum bestu branding.
Sofus segði at enda
”Felags fyri tykkum øll
hevur verið trúfesti móti
sínum arbeiðsplássi, og
hava ikki verið bangin fyri
at taka fatt. Tit hava á hvør
tykkara hátt, ávirkað ta heilt
serligu mentanina, ið er her
á staðnum – ein mentan ið
ivaleyst fer at halda fram í
fleiri ár afturat”.
Undir móttøkuni segði
Mortan Rasmussen, fyrrver
andi marknaðarleiðari hjá
Postverkinum, nøkur orð,
og tey trý fráfarnadi starvs
fólkini høvdu eisini orðið og
takkaðu fyri tíðina.
mg.
Postverk Føroya, móttøka:
Trúfesti móti sínum arbeiðsplássi
Hesi trý eru nú givin hjá Postverkinum eftir ein
langan arbeiðsdag, f.v.: Inga Ellingsgaard, Sverri
Viderø og Ingibjørg Jacobsen
Sofus Clementsen stjóri í
P/F Postverki Føroya takkar
teimum trimum
Roymer Lamhauge, deildarleiðari, og Mortan Rasmussen,
fyrrverandi marknaðarleiðari hjá Postverkinum
Nógv fólk
møttu til
móttøkuna,
bæði familja
vinir, kenn
ingar og
starvsfelagar
Sofus Clementsen handar Ingu Ellingsgaard eina
heilsan frá í Postverkinum
Annfinnur Reynheim, starvsfólk hjá Postverkinum, og Jan
Danielsen, nevndarformaður í P/F Postverk Føroya
nøvn