Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-21, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. desember 2006síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 247 - 21. desember 2006 Jarðarferðin hjá Hjarnar Johannesen verður úr Vestmanna kirkju fríggjadagin kl. 13. Tey, ið vilja minnast Hjarnar, kunnu lata eina peningagávu til Berin - Sjálvhjálpabólkar fyri børn ið hava mist; konta í Føroya Banka. Jóhan Martin Johannesen andaðist á Eysturoyar Røktar- og ellisheimi mánadagin 18. desember, 81 ára gamal. Kistan fer av Røktarheiminum í Runavík í dag kl. 18. Jarðarferðin verður úr Fríðrikskirkjuni hósdagin kl. 13. Sungið verður úr sálmabókini. Tey, ið vilja minnast Jóhan Martin, kunna lata eina gávu til Tofta Ítróttafelag; konta í peningastovnunum. Frede Benjaminsen á Nesi andaðist mánadagin 18. desember, 71 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Fríðrikskirkjuni klokkan 13 fríggjadagin. Tey, ið vilja minnast Frede kunnu lata Fríðrikskirkjuni eina gávu. Andlát og jarðarferðir Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND magnus gunnarsson maggi@sosialurin.fo tlf 341800 fax 341801 Dagurin 22. desember. Japetus. Ókent halgimenni, men kanska hevur hann navn eftir Jafeti, soni Nóa. Sólstøður, stytsti dagur. Hesi hava í vetur gingið til skipskokk á Klaksvíkar Sjómansskúla: Jóhan Joensen, Bjarni Søesnsen, Jonly Johannesen, Josefina Jacobsen, Leif á Stongunum, Anny Johannesen, Hallur Jacobsen, Jens Dam og Erik Kjeld Virðislønir fyri gott avrik fingu: Josefina Jacobsen (frá Norðoya Sparikassa), Jóhan Joensen (frá Norðoya Sparikassa), og Bjarni Sørensen (frá Klaksvíkar Sjómansskúla). Klaksvíkar Sjómansskúli: Skipskokkar fingið prógv Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at kæra systir okkara Ása Olsen fødd Meitilberg, úr Havn, búsitandi í Keypmannahavn andaðist á Kong Frederiks den IV hjem tann 17. desember, 74 ára gomul. Fyri tey avvarðandi Elby og Winny Tøkk Hjartaliga takki eg øllum tykkum, sum mintust til mín á 70 ára føðingardegnum, við ynskjum um eini gleðilig jól og eitt av Harranum vælsignað nýggjár. Heilsan Johan Eli Lisberg Tøkk Øllum tykkum, ið mintust meg á 80 ára degnum, takki eg hjartaliga. Samstundis ynski eg ætt, vinum og kenningum eini gleðilig jól og eitt av Harranum vælsignað nýggjár. Kærar heilsanir Kathrina Lognberg Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at elskaði sonur og beiggi okkara Hjarnar Johannesen Vestmanna andaðist mánadagin 18. desember , 4 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Vestmanna kirkju fríggjadagin kl. 13.00. Familjunnar vegna Kirstin, Sofus, Rókur og Ronja Tey, ið ynskja at minnast Hjarnar, kunnu lata eina peningagávu til Berin: Sjálvhjálparbólkar fyri børn, ið hava mist. Konta í Føroya Banka. Tøkk Hjartaliga takki eg øllum tykkum, sum gleddu meg á 80 ára degnum 23. august. Takk, øll tit, sum komu inn á gólvið føðingardagin. Tøkk til tykkum, sum ringdu bæði innan- og uttanlands. Eisini takki eg øllum tykkum mongu, sum komu í pensionistahúsið at hátíðarhalda dagin saman við okkum. Ein serstøk heilsan til Torbjørn, Steindor, Harald og Bjartur: takk fyri tykkara vakra sang og spæl. Stóra tøkk til tykkum í familjuni, sum gjørdu, at alt eydnaðist so væl. Harrin signi tykkum øll. Gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár. Jógvan (Egga) Rasmussen, Strendur Tøkk Hjartaliga takki eg øllum tykkum, sum á ymsan hátt gjørdu 90 ára føðingardg mín tann 16. desember so hugnaligan, og ynski annars familju og kenningum eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár. Nancy Vesturbú