Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-21, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. desember 2006síða 13

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 247 - 21. desember 2006 13 Nýggja bústaðar­mekl­ ara­ felagið, Skyn, ætlar at økja um gjøgnumskygnið og trúvirðið á ognar­ marknaðinum. – Ting­ini kunnu altíð gerast betri enn í dag, sigur stjórin í Skyn, sum eftirlýsir reglur á bústaðarmeklara­ marknaðinum VINNA Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Í tíðindaskrivinum, Føroya Banki sendi miðlunum í gjár, stendur at lesa, at málið hjá Skyn verður við hollari fakligari vitan at økja um gjøgnumskygnið og trúvirðið á ognarmarknaðinum. Hetta kann skiljast soleiðis, at Føroya Banki metir at trúvirði á ognarmarknaðinum í løtuni ikki er serliga høgt. Men tað er ikki støðan, sigur stjórin í nýggja bústaðar­ meklarafelagnum. – Nei, tað er avgjørt ikki tann boðskapur, vit ynskja at senda. Tað vit við hasum vilja siga er, at øll viðurskifti kunnu bøtast. Vit meta, at tingini altíð kunnu gerast betri enn tey eru í dag, sigur Torgun Davidsen, sum ynskir at sláa fast, at tað ikki er meint sum atfinningar mót­vegis núverandi bústaðar­ meklarum. Ongar reglur – Vit hava í eini tíð arbeitt við hesum, men vit ætlaðu ikki at koma út við hesum fyrr enn í februar. Nú bleiv tað so eitt sindur øðrvísi, sigur Torgun Davidsen. Hon greiðir frá, at enn er ikki alt komið endaliga upp á pláss, men tað arbeiða av øllum alvi fyri at fáa øll viður­ skifti avklárað fyri jól. Torgun Davidsen sigur, at Skyn verður eitt øðrvísi konsept enn vit higartil hava sæð í Føroyum. Men hon vil ikki koma nærri inn á, júst hvat hetta inniber. – Tað er altíð eitt val, hvussu tú gert tingini, og vit merkja, at í dag eru ongar reglur at ganga eftir á hesum marknaðinum, sigur Torgun Davidsen. Hetta kann skilj­ ast sum ábendingar um, at nýggja felagið helst fer at virka undir øðrvísi skipaðum reglum, enn vit annars hava sæð í Føroyum. Betri loysn við samstarvi Í blaði okkara í gjár greiddu vit frá, at Føroya Banki hevði roynt at keypt Sethúsasøluna, men at hesi høvdu takkað nei til tilboðið frá bankanum. Tí stovnaði bankin sítt egna bústaðarmeklarafelag. – Tey tóku ikki av tilboðn­ um, vit komu við og tað halda vit vera keðiligt, tí tað hevði sjálvandi verið besta loysnin fyri boðar partar. Men tað er teirra val og tað fáa vit ikki gjørt so nógv við. Vit vildu inn á marknaðin, og so máttu vit byrja fullkomiliga sjálvi, sigur Torgun Davidsen. Við øðrum orðum merkir tað, at tá tað ikki eydnaðist bankanum at keypa Set­húsa­ søluna og møguliga gera hana upp aftur sterkari, stovn­ aði bankin sítt egna bústaðar­ meklarafelag, sum í síðsta enda kann vera við at taka beinini undan fyrrverandi samstarvsfelaga teirra. Ein veruleiki, sum bæði bankin og Sethúsasølan mugu góð­ taka. Trúvirðið á marknaðinum skal vaksa 900 dagar Í singapore Jústinus leivsson eidesgaard orlagið Hellurnar gevur triðja árið á rað út bók. Hesa ferð eitur bókin „900 dagar í Singapore“ og fevnir um teir 900 dagarnir, høvundurin Jústinus Leivsson Eidesgaard starvaðist í Singapore frá august 1996 og fram til januar 1999. Hetta tíðarskeið vóru hjúnini Poula og Jústinus Eides­ gaard savningarstaðurin hjá teimum mongu føroyingunum, sum vitjaðu Singapore, serliga sjómenn, men eisini vanlig ferðandi. Fleiri litmyndir prýða bókina millum annað við skipavitjanum og føroyingum í Singapore. Bókin er skrivað í tveimum høvuðsløgum og einum triðja, sum av og á kemur til sjóndar. Beinagrindin eru útisetabrøvini, sum høvundurin skrivaði heim til lands­ menninar, og sum vóru lisin upp í útvarpinum. Hesi vóru sera væl móttikin heima. Hetta er fyrsta lagið, næsta lagið er søgan um Singapore fram til loysing í 1965. Tað er grundarlagið fyri, at landið, sum er minni enn Føroyar og telur yvir 3 milliónir íbúgvar, er heimsins fjórríkasta land, og hevur lyft seg út triðja heiminum og inn í fyrsta eftir einum ættarliði. Triðja lagið eru eygleiðingarnar, høvundurin gjørdi, nú hann vitjaði aftur í fyrst í hesum árinum. Bókin vísir eisini føroyingum, at smáar tjóðir kunnu røkka ovastu rók. Forlagið Hellurnar v/Jústinus Leivsson Eidesgaard F www.foroyaprent.fo Ovaragøta 1, 188 Hoyvík, Tel. 322800 ella 223143 justinus@post.olivant.fo, www.hellurnar.com Av samgongu­ flokkunum, var Sambands­flokkurin tann ídnasti at samtykkja grein 266 b. Kortini hevur Alfred Olsen ikki meldað seg úr Sambandsflokkinum, men bert samgonguni politikkur Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fimm sambandstingfólk, fýra javnaðartingmenn og ein fólkaflokstingmaður atkvøddu fyri at broyta grein 266b í revsilógini – greinin, sum fekk ískoytið »seksuell orientering«. Lisbeth L. Petersen, Kaj Leo Johannesen, Johan Dahl, Olav Enomoto og Edmund Joensen atkvøddu fyri broytingini. Alfred Olsen og Marjus Dam vóru teir einastu sambansmenninir, sum ikki vóru fyri. Kortini hevur Alfred Olsen ikki meldað seg úr Sambandsflokkinum, men bert úr samgonguni – enn í øllum førum. Sambandsflokkurin átti sostatt helmingin av atkvøðunum í samgonuni, sum vóru fyri uppskotinum, sum tey bæði tjóðveldistingfólkinni, Finnur Helmsdal og Annita á Fríðriksmørk løgdu fram. Sambands­ flokkurin mest positivur fyri grein 266b