hósdagur 21. desember 2006síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 247 - 21. desember 2006
Alfred Olsen hevur
tikið seg úr sam
gonguni, sum eina
beinleiðis avleiðing
av, at uppskotið um
grein 266 b varð sam
tykt, og hevur hann
sent fylgjandi skriv út
POLITIKUR
Eftir at hava umhugsað
støðu mína til verandi sam
gongu, ið eg var við til at
skipa, gjølla, havi eg tikið
ta avgerð, at eg ikki longur
eri at rokna sum partur av
sitandi landsstýrissamgongu.
Eg vil ikki gera kompromi
við mína samvitsku, og havi
tí tikið hesa avgerð, sum
eina beinleiðis avleiðing av
løgtingssamtyktini um broyt
ingar í §266 b í revsilógini.
Sjálvt ríkislógartilmælið
varð lagt fram av limum í
andstøðuni, men tað vóru
atkvøður frá samgonguni
sum gjørdu, at broytingin í
§ 266 b varð samtykt.
Eg havi áður sagt frá, at
samtykta broytingin í § 266
b, eftir mínum tykki, førir
tað føroyska samfelagið inn
á eina endaleysa skaðiliga
glíðibreyt, og at hetta bert
er fyrsta stigið til eina
avkristnan av Føroyum.
Fylgir stevnuskránni
Eg vil ikki vera við at sam
tykkja lógir, ið ganga ímóti
boðum og ásetingum í tí
kristnu siðalæruni, men
vil virka fyri at verja tað
føroyska samfelagið móti
allari avkristnan og til
hetta arbeiðið havi eg full
an dekning í stevnuskrá
floksins, sum í § 1 sigur,
at Sambandsflokkurin vil
á øllum økjum reka ein
framtakshugaðan politikk
á kristiligum mentanar
grundarlagi.
Sum sambandstingmaður
vil eg vera trúgvur móti tí
føroyska samfelagnum, sum
byggir á tann kristna grund
vøllin, og trúgvur móti
stevnuskrá floksins.
Glíðibreytin
Samtyktin at broyta § 266 b
kemur at føra tað føroyska
samfelagið inn á eina
vandakós, har tey næstu
stigini verða skrásett paralag,
adoptión, eftirgjørdan gitna
o.s.fr. Hesum taki eg ikki
undir við, og eg vil ikki vera
partur av eini samgongu, ið
stuðlar hesi skeivu gongd.
Samgongan kundi, um
hon vildi, felt uppskotið
frá tveimum andstøðu
tinglimum, um at skoyta
orðini “seksuelle orient
ering” uppí §266 b í revsi
lógini, tí av teimum 17
tinglimunum, ið samtyktu
uppskotið, vóru teir 10 úr
samgonguflokkunum.
At taka undir við slíkum
uppskotum, er ikki tað, sum
flokkurin ið eg umboði, Sam
bandsflokkurin, hevur staðið
fyri, men sjálvur fari eg at
halda fast við ta kristnu kós,
sum flokkurin hevur havt
síðani hann var stovnaður
fyri 100 árum síðani.
Eg havi tí tikið avgerð um,
sum beinleiðis avleiðing av
løgtingssamtyktini um broyt
ingar í §266 b í revsilógini,
at eg ikki longur eri at rokna
sum ein partur av landsstýris
samgonguni.
Alfred Olsen
løgtingsmaður
Alfred tikið seg úr samgonguni
Løgmaður heldur at
avgerðin sum Alfred
Olsen hevur tikið,
er heilt ótrúliga
langt úti. Hann sigur
at Alfred sendur
rokningina skeivan
veg, og um hann skal
revsa nakran, so átti
hann heldur at revsa
sínar egnu partamenn
POLITIKUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Jóannes Eidesgaard, løg
maður, heldur lítið um
avgerðina, sum Alfred Olsen
hevur tikið, um at taka seg
úr samgonguni.
– Eg haldi tað er heilt ótrú
liga langt úti, at hann ger tað
til eitt samgongumál. Við
hesum kastar hann onkurs
vegna ábyrgdina á sam
gonguna og spurningurin
er, um tað er rætt av honum,
sigur løgmaður. Hann vísir
á, at í samgonguni vóru
tíggju atkvøður fyri upp
skotinum. Fimm frá Sam
bandsflokkinum, fýra frá
Javnaðarflokkinum og einari
frá Fólkaflokkinum.
– Hetta hevur ongantíð
verið eitt samgongumál,
og Alfred gloymir, at fimm
atkvøddu fyri uppskotinum
í Sambandsflokkinum. Eg
haldi ikki, at hann sendir
rokningina til rætta við
komandi.
– Skal Alfred revsa nakr
an, so átti hann heldur at
revsa sínar egnu, heldur løg
maður fyri.
– Men rímilig vís, hann
skal jú eisini yvirliva næsta
val eisini, sigur løgmaður,
Jóannes Eidesgaard.
Nógv hevur verið tosað
um samgongustev og breiðu
semjuna, og spurningurin er
nú, um hetta hevur oyðilagt
stevið?
– Tað gagnar so ikki stev
inum, men vit mugu royna
at halda út og seta fokus á
onnur mál, sum hóast alt eru,
tí tað er ikki bara 266 b til,
heldur Jóannes Eidesgaard,
løgmaður.
Heilt ótrúliga
langt úti av Alfred
– Eg vil ikki vera við at
samtykkja lógir, ið ganga
ímóti boðum og ásetingum
í tí kristnu siðalæruni, sigur
Alfred Olsen
Mynd: Jens Kristian Vang
– Skal Alfred
revsa nakran, so
átti hann heldur
at revsa sínar
egnu, heldur løg
maður fyri
Mynd: Jens Kristian
Vang