hósdagur 21. desember 2006síða 29
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 247 - 21. desember 2006
Í september mánaða í síðsta ár lat ein nýggjur handil upp í Kollafirði. Judy Holm
stendur fyri nýggja handlinum í Kollafirði, sum heldur til í einum lítlum kjallara
norðuri í Sundum. Handilin fekk navnið, Tógvbiksin, og sum navnið eisini
leggur upp til, so selur handilin mest garn, og annars fæst Judy eisini við ting,
sum hava við tógv og binding at gera.
Ein morgun fingu vit okkum eitt prát við Judy um handilin, og hvussu gongdin
hevur verið hetta góða árið, hon hevur havt handil í Kollafirði.
- Fyrstu tíðina var ikki so lætt at fáa glið á søluna, men nú hevur handilin havt
opið í eitt ár, og nú følist týðiliga, at gongd byrjar at koma á søluna, sigur
Judy.
- Tógvbiksin er bert ein lítil kjallarhandil í Kollafirði, men ætlanin er at fáa hetta
at koyra ordiligt, og eg haldi, at gongdin hevur verið tann rætta hetta góða árið,
eg havi havt opið.
Judy Holm ljóðar glað á málinum yvir gongdina, og hennara framtíðarútlit fyri
handilin tykjast eisini vera sera góð.
- Ja, sum gongdin hevur verið, so er bara at blíva við at hanga í. Her koma fleiri
og fleiri fólk, so nú ætli eg mær bestemt ikki at gevast við virkseminum her í
Kollafirði, og vónandi verður gongdin enn betur komandi árið.
Tógvbiksin – ein kjallarahandil í Kollafirði
Sigur tú jól, so slepst ikki undan at siga kleynur, piparnøtur og sirupskøkur. Tað
er bæði sikkurt og vist, og líka greiður er stjórin í Grón, tá vit spyrja hann, hvat
merkir gerandisdagin í teirra bakaríi.
– Tað eru kleynur, piparnøtur og sirupskøkur, svarar hann stutt og greitt.
– Tað dámar fólki óføra væl og keypa tey nógv av hesum. Eisini jólabollarnir
ganga sum heitt breyð, sigur Regin Nielsen.
Annars heldur hann, at matvanarnir hjá fólki broytast nakað um jólini. Teirra
kundar eta í hvussu so er øðrvísi enn vant, heldur Regin Nielsen.
– Og fólk keypa óvanliga nógv. Skulu vit meta út um longdina av jólunum eftir tí
sum fólki keypir, so vara tey minst í 14 dagar, hóast vit bara hava stong í nakrar
heilt fáar dagar, flennir Regin Nielsen.
Í mun til baksturin er tað at siga, at har økist sølan ikki so øgiligt í sjálvum
desembermánaði. Og tó, teir báðar dagarnar fyri jólaaftan tíggjufaldast sølan.
Tá mugu tey í Grón dríva á at baka alt frá piparnøtum og sirupskøkum til
franskbreyð og rugbreyð.
Kleynur, piparnøtur og sirupskøkur
29
- Hesir nýggju og orginalu Crocs-skógvarnir verða rivnir burtur. Bara í morgun
hava vit selt 40 pør, sigur Beinta við Sandá Lassen, sum eigur handilin Ergo &
Hjálpartól, vanliga nevndur Ergo.
Crocs-skógvarnir kunnu brúkast av øllum, bæði børnum og vaksnum, úti og
inni, á sjúkrahúsi og á bilverkstaðnum. Hetta er orsøkin til, at teir eru vorðnir so
væl umtóktir av øllum.
Nógvar fyritøkur hava eisini brúkt høvið at geva hesar skógvarnar sum jólagávu
til starvsfólkini, og tað er m.a. orsøkin til tey væl omanfyri 2500 pørini sum eru
seld síðani á ólavsøku.
- Mánadagin fingu vit 400 pør, og í dag 200 aftrat. Fólk spyrja alla tíðina eftir
teimum, og vit hava úr at gera við at nøkta eftirspurningin, sigur Beinta.
Umframt vitjanirnar í handlinum í J. C. Svabosgøtu í Havn, hava nógv fólk brúkt
møguleikan at bíleggja skógvarnar og annað umvegis alnetið.
Av tí at skógvarnir eru so væl umtóktir eru nógvir óorginalir skógvar av sama
slagi á marknaðinum. Men skalt tú hava rættar Crocs-skógvar, eigur bæði
navnið og búmerkið – ein krokodilla – at verða á.
Selt 2500 skógvapør síðani á ólavsøku
Tá Jógvan Weihe fyri 15 árum síðani byrjaði sum sjálvstøðugur vinnurekandi, var hetta spírin til eina
fyritøku, sum í dag telist millum tær stóru, tá tosast skal um útgerð til aktiva frítíð.
Fiskireiðskapur var kanska tað, sum stóð ovast á breddanum fyrstu árini, men spakuliga hevur fyritøkan
ment, so sølan í dag fevnir um ein breiðan hóp av frítíðarútgerð - bæði til hobbygartnaran og trolbassan.
Í dag húsast fyritøkan í rúmligum hølum í Stiðjagøtu, har tey fluttu á sumri 2004.
- Hesi hølini gera tað sjálvandi munandi høgligari at virka. Fyri viðskiftafólkini hjá okkum er tað eitt stórt
pluss, at talan nú er um góð parkeringsviðurskifti. Skulu vit suffa eitt sindur, so er tað, at býráðið ikki tykist
raðfesta hetta økið eins høgt, sum teir gera við fleiri onnur øki. Men vit hava so fingið lyfti um, at vegurin
og økið annars verður hampað nú til várs, sigur Ólavur Weihe, sum saman við pápanum, Jógvan, stjórnar
fyritøkuni. Hartil starvast yngri bróður Ólav, Gunnar Oluf, eisini á fyritøkuni, har mamma teirra, Hildibjørg,
eisini er virkin.
So talan er í nógvar mátar enn um familjufyritøku, men nú tey kunnu halda 15 ára stovningardag, er
hendan vaksin heilt nógv, skal so leggjast afturat.
Weihe-menninir hava alt til frítíðina