Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-21, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. desember 2006síða 30

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 247 - 21. desember 2006 tíðindi Konsert altjóða mannarættindadagin Konsert Myndir Frans Galan Sunnudagin 10. desember var altjóða manna­rætt­inda­ dagur. Amnesty Inter­natio­ nal, Føroya deild skipaði í hesum sambandi fyri fjøl­ broyttari konsert á Tjóðpalli Føroya. Høvuðsnavnið á kon­sert­ ini var Maria Guttesen, sum eisini hevði samskipað konsertina fyri Amnesty. Maria hevði boðið hópin av dugnaligum gestum at syngja og spæla saman við sær á Tjóðpallinum: James Olsen, Malan Thomsen, Unn Paturson, Sigrið Ras­ mussen, Tór Verland Johansen, Andreas Restoff, Brandur Jacobsen og Gunnar Guttesen. Talan var um eina sera fjølbroytta, men heilstoypta konsert har Maria og gestirnir framførdu løg av teimum ymisku útgávunum hjá Mariu gjøgnum tíðirnar – alt frá vøgguvísum til jólaløg. Umframt at tulka hvør sítt lag hjá Mariu sungu Malan Thomsen, Unn Paturson og Sigrið Rasmussen kór til fleiri av løgunum. Síðsta lagið áðrenn steðgin var jólalagið “Jól í Føroyum” av fløguni Drós, sum veruliga fekk lív í áhoyrararnar! Her var lagt upp til jólahugna og Am­ nesty bjóðaði sera hósk­ andi piparnøtur og kara­ mellur í steðginum. Maria byrjaði seinnu helvt av konsertini frið­ arliga við eini tulking av John Lennon lagnum “Im­ag­ine” av fløguni við sama heiti. Einkjan eftir John Lennon, Yoko Ono, hevur latið Amnesty Inter­ national rættindini til alla fløguna og Amnesty hevur í hesum sambandi gjørt átakið “Make Some Noise”, har kendir tónleikarar tulka løg av fløguni. Endamálið við “Make Some Noise” er at tvinna saman tónleik og átøk við tí fyri eyga at skapa frælsi, rættvísi og javnað fyri øll menniskju. Átakið hevur egna heima­ síðu www.amnesty.org/ noise, har til ber at lesa meira. Aftaná “Imagine” gjørd­ ist tónleikurin lívligari, so hvørt sum fleiri ljóðføri komu við. Eisini var ein duett á skránni við Mariu og James Olsen. Eftir eina umleið tveir tímar langa konsert endaði Maria av við vakra lagnum “The last night”, ið er av fløguni við sama heiti hjá fyrrverandi bólkinum hjá Mariu “Divided minds”. Lógvabrestirnir í næstan fullsetta salinum bóru boð um, at fólk høvdu notið hesa løtuna á Tjóðpalli­ num, har mannarættindi og góður tónleikur vóru tvinnað saman.