hósdagur 21. desember 2006síða 31
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
tíðindi
Nr. 247 - 21. desember 2006
- Rørandi
barnabókaklassikarin
hjá E.B. White
”Charlotte´s Web”
sum ein góður filmur
Ummæli
Kim Simonsen
Ein tosandi grísur, ið gerst
vinur við ein eiturkopp
ljóðar kanska sum ein
keðilig søga, men so er
ikki í filminum ”Charlottes
tryllespind” (Charlotte´s
Web), ið er ein ótrúliga
lærurík
og
rørandi
barnasøga um lívsins stóru
spurningar, um deyðan og
ikki minst meiningin við
lívinum.
Eingin søga hevur sum
hendan fingið børn kring
heimin at felt tár yvir
vinarlagið millum ein lítlan
grís og ein eiturkopp, ið at
enda doyr.
Søgan byrjar eina nátt um
várið, tá ein súgv fær grísar.
Ein av hesum grísum er so
lítil, at hann ikki kemur at
yvirliva. Bóndin vil avlíva
grísin, men endin er at
gentan Fía fær hann at ansa
eftir.
Hann fær navnið Wilbur
og gerðst besti vinurin hjá
Fíu. Hon er so góð við
hann at hon tekur hann við
í skúla, men tað gongur
ikki, so Wilbur má vera
hjá hinum djórunum. Har
eru gæs, seyður, ein hestur
og ikki minst freka rottan,
men har er eitt serligt djór,
ið er klóki eiturkoppurin
Charlotta.
Lívsklóki
eiturkoppurin
Charlotta er kanska hitt
minsta djórið, men hon er
hin klókasta og besta av
teimum øllum. Charlotte
veit, at Wilbur nokk verður
etin, tá hann er nóg feitur,
og at grísar enda sum
jólamatur. Hetta vil hon
ikki siga Wilburi, tí hann er
ein so glaður og vinaligur
grísur.
Charlotta vil hjálpa honum,
hon ger eina lokkanót, ið
stavar ”some pig” omanyvir
hurðina á stallinum. Fía er
glað, tí við eitt fara fólk
at ferðast til garðin. So
skjótt hendan lokkanótin
blæsir burtur, so er hesin
spinnilvevur
burtur
og
áhugin fyri grísinum fánar.
Charlotta fer undir at fáa
hini, serliga ófantaligu
rottuna Gravesen, til at finna
fleiri orð. Skjótt koma orð
sum ”terrific” – óført, at
standa á eiturkoppanetinum,
men fólk gloyma skjót eina
eiturkoppanót og Charlotta
biður Wilbur um at læra seg
kynstir, so hann kann vinna
onkra virðisløn. Skjótt
stendur orðið ”radiant”
(glæsiligt) í spinninum
omanfyri portrið.
Charlotta veit eisini, at hon
má læra Wilbur um livið,
at heldur ikki hon kemur at
liva æviga.
Søgan um eiturkoppin
Charlottu
Hetta
er
ein
klassisk
barnabók. Hin kendasta
og
mest
elskaða
hjá
høvundanum E. B. White
(1899–1985), ið skrivaði
bókina Charlotte’s Web,
men eisini Stuart Litle.
E. B. White skrivaði eisini
bøkur, sum The Trumpet of
the Swan og The Elements
of Style. Fyri sínar bøkur
vann hann stóran heiður,
the Gold Medal for Essays
and
Criticism
of
the
American Academy
of
Arts and Letters, the Laura
Ingalls
Wilder
Award,
the National Medal for
Literature, the Presidential
Medal of Freedom. Í 1973
varð hann valdur inn í the
American Academy of Arts
and Letters.
Bókin Charlotte´s Web
er ein hin mest elskaða
barnabókin, ið er skriva í
20 øld. Hon er ein ótrúlig
lítil perla, ið roynir at
svara øllum teim stóru
tilveruspurningunum,
ið
floyma fram í lívinum hjá
øllum børnum, longu tá tey
eru trý til fýra ára gomul.
Spurningar sum vit øll
koma at hugsa um restina
av lívinum.
Í 1973 kom teknifilmurin,
sum enn í dag er ein
klassikari.
”Charlottes
tryllespind”
er ein løgin filmur, tí
meginparturin av honum
er ikki animeraður, t.d. er
grísurin Wilbur spældur av
47 ymiskum smágrísum.
Tað mest syrgeliga við
hesum
filminum,
sum
verður vístur í Havnar
Bio her á jólum, er at vit
hava, enn einaferð, fingið
eina av hesum ræðuligu
donsku útgávunum, heldur
enn at hoyra geniala Steve
Buscemi,
óføra
John
Cleese og kend fólk sum
Robert Redford og Juliu
Roberts, skulu vit hoyra
Preben
Christensen,
Gordon Kennedy og aðrar
einkisigandi
danskar
sjónleikarar.
Filmurin er tó heilt góður
og er veruliga verdur at
síggja. Hetta er hin besti
jólafilmurin fyri børnini.
5 stjørnur av 6
Charlotte’s Web
Leikandi:
Fía
D a k o t a
Fanning ( donsk rødd:
Katrine Krogshede)
Charlotta
Stine Stengade
Wilbur
O l i v e r
Berg
Gravesen
Preben Kristensen
Krákan Einar
Gordon Kennedy
Krákan Bent
Peter Aude
Frumframførdur í Havnar
Bio (donsk útgáva), frá 26.
desember klokkan 15.30.
Ein syrgin barnasøga