Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-21, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. desember 2006síða 32

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 247 - 21. desember 2006 ÍTRÓTTUR SAMBAND jákup mørk jakup@sosialurin.fo tlf 341800 » at laku úrslitini hjá A-landsliðnum seinastu tíðina hanga saman við, at vit í løtuni hava ov fáar landsliðsspælarar uttanlands« Bogi Mortensen, VB 32 Manchester City hevur skrivað sáttmála við Adrian Cieslewicz úr VB. Premier League felagið hevur nú tveir føroyingar í yngru røðunum Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Robbie Fowler, Andy Cole, Nicolas Anelka og Darius Vassel hava at kalla uttan eydnu roynt at hvest álopið hjá Manchester City seinnu árini. Men møguliga verður talan í framtíðini um eina føroyska loysn, tá mál skulu skjótast fyri bláa Manchester-felagið. Í nøkur ár hevur Christian Restorff Mouritsen havt sáttmála við Premier Lea- gue felagið, og nú stendur greitt, at enn ein føroyingur kemur í ungdómshópin. Læringur í tvey ár Um vikuskiftið skrivaði Manchester City nevnliga undir sáttmála við Adrian Cieslewicz úr VB, og hesin bindur spælaran at felagnum komandi tvey árini. Í fyrsta umfari er talan um sonevndan lærlinga- sáttmála. Adrian er júst vorðin 16 ára gamal, og sambært ensku reglunum, so er ikki loyvi at gera veruligan yrkissáttmála, fyrr enn spælari er fyltur 17 ár. Tað er NAFA við Jákup í Stórustovu, sum hevur fingið sáttmálan mil- lum Adrian, og Jákup í Stórustovu váttar eisini tíðindini um, at spælarin er seldur til enskan fótbólt. Formaðurin í Judosambandi Føroya er valdur í álitissess hjá evropisku judosamgonguni Judo tíðindaskriv Á aðalfundinum hjá Europeean Judo Union, EJU, næstseinasta viku- skiftið varð formaður Judosambandsins Sofus Johannesen valdur grann- skoðari í EJU. Saman við báðum starvsfeløgum sínum úr ávikavist Ísrael og Niðurlondum skal Sofus nú hava eftirlit við fíggjarrenslinum hjá evropeiska judosamband- inum. Finland skeyt upp at velja Sofus og styðjaðu øll norðanlond, umframt rumenski forsetin í EJU, uppstillingina. Við so góðum stillarum varð breið semja um at velja føroyska umboðið. - Tað er soleiðis at Norðanlond leggja stóran dent á at hava ein norðurlendskan grann- skoðara, tí vit meta okkara rættsfatan vera av stórum týdningi í altjóða ítróttarsamgongum, sigur Sofus Johannesen. - Norðurlendsku umboðini hava miðvíst uppbygt eitt gott samstarv við leiðsluna í EJU, og hetta hevur m.a. havt við sær, at vit nú hava ein norðurlending, sum ein av ítróttastjórunum í EJU umframt grannskoðarastarv mítt. Judosamband Føroya, sum í ár hevur 25 ár á baki, hevur verið altjóða viðurkent síðani 1983 og gjørdist limur í bæði EJU og altjóða judosambandinum IJF í 1986. Royna at menna ungdómin Hóast fótbólturin í Vági ikki hevur havt tað so lætt í fremstu røð seinnu árini, so skerst ikki burtur, at ungdómsarbeiðið hevur verið framúr. Nú Adrian Cieslewicz fer av landinum, er hann soleiðis triði spælarin, sum VB sendir uttan- lands seinastu tvey árini. Undan honum eru eldri bróðurin, Lukazs (Brøndby) og Símun Samulesen (Keflavík) farnir av landinum at royna seg. - Tað eru vit sjálvandi errin av, og úr VB ynskja vit teimum sjálvandi alt tað besta. - Og sjálvt um tað er við einum ávísum sorgblídni, at vit senda spælarar avstað, áðrenn teir hava gjørt um seg á Formula-liðnum, so er eingin ivi um, at hetta er tað besta fyri menningina av spælarunum, sigur Bogi Mortensen, nevndarlimur í VB. - Og eg haldi eisini, at føroyskur fótbóltur hevur tørv á hesum. Tað er sjálvandi trupult at prógva, men mín fatan er púra greitt, at laku úrslitini hjá A- landsliðnum seinastu tíðina hanga saman við, at vit í løtuni hava ov fáar landsliðsspælarar uttanlands. Og hóast sorgblídni um at siga farvæl, so fegnast Bogi sjálvandi um, at felagið hevur ment somikið góðar spælarar. Og so kann nevnast, at enn ein ungur vágbingur hevur roynt seg uttanlands seinastu tíðina. Tað er Heini Vatnsdal, sum hevur vant við Manchester City og Werder Bre- men, men enn er so ikki greitt, hvørt meira spyrst úr hesum. -mørk Sofus í altjóða álitisstarv Komandi og farandi grannskoðarar hjá Europeiska Judosambandinum. Frá vinstru: Zerakh Nativ, Ísrael, Sofus Johannesen, Føroyar, nývaldur, Jan Pieter Schilderinck, Holland, og Kaj Lindberg úr Finlandi, sum legði frá sær á fundinum í Serbia. Føroysk álopsduo í Manchester Næsti føroyingurin skal nú til Manchester City, har tey tykjast hava ætlanir um ein føroyska álopsduo í framtíðini