Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-21, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. desember 2006síða 33

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

[ Nr. 247 - 21. desember 2006 ] Á aðalfundi í Argja Bóltfelag í fyrrakvøldið varð nýggj starvsnevnd vald, og AB hevur nú fingið nýggjan formann fyri Tórálv Stenberg, sum andaðist í heyst Nýggjur formaður í AB er Eyðun Dalsgarð. Hann fer at leiða starvsnevndina í AB, har hinir limirnir eru: Sigmar Jacobsen, kassameistari, Johild Dulavík, skrivari, Jóhan M. Stenberg, nevndarlimur, og Andras Drangastein, nevndarlimur. - Nevndin hevur nokk at taka til, tí tað nærkast móti næsta kappingarárinum, og um ikki so leinga tíð byrja venjingarnar aftur, verður sagt á heimasíðuni hjá AB. Fyrrverandi B68-spælarin skal nú spæla fyri FC Hjørring, sum spælir í donsku 2. deild. Bold.dk skrivar, at partarnir eru blivnir samdir um at samstarva Hollendski miðvallarin Ralph van Dooren spældi í ár fyri B68, men tað er nú greitt, at hann fer ikki at umboða toftamenn næsta kappingarár. Ralph van Dooren hevur vant við FC Hjørring, og partarnir eru nú samdir um ein avtalu fyri, sum skal undirskrivast í næstum. Hetta skrivar danska heimasiðan bold.dk. Danska heimasíðan skrivar, hollendski spælarin er ein harður hundur, tí hann fekk 12 gul kort og tvey reyð kort í 16 dystum í Føroyum. Ralph van Dooren funnið nýtt felag í Danmark Mynd: www.b68.fo AB fingið nýggjan formann StÍF hevur tryggja sær pláss í hálvfinalunum í Coca Cola-kappingini hjá monnum við einum tryggum heimasigri á Kyndli MANSHONDBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Hóast úrtøkan í lands- kappingini hevur verið misjøvn, so eru StÍF og Kyndil mest vinnandi liðini í føroysku steypakappingini síðstu árini, og tí var lagt upp til ein spennandi dyst í fjórðingsfinaluni í Coca Cola-kappingini í gjárkvøldið. Góð strandaverja Tey, sum vóru komin inná Skála at síggja ein spenn- andi dyst, blivu sanniliga skuffað. Eftir eina heldur trilvandi byrjan, har bæði liðini tóktust hava stórar trupulleikar við at finna málið, tók StÍF veruliga yvir eftir knappar 10 minuttir. Ferð aftan á ferð fingu teir bóltin í kyndilsmálið, meðan kyndilsleikararnir høvdu stórar trupulleikar við offensivu og ágangandi verjuni hjá StÍF. Tá teir so endiliga megnaðu at lata verjuna upp, so fingu teir ikki bóltin fram við einum vælleikandi Marian í málinum. Um miðjan hálvleikinum hevði Kyndil bert fingið 2 mál, meðan StÍF hevði skorað 8 ferðir. Sum hálvleikurin leið kom Kyndil eitt sindur betur við í dystin, men StÍF megnaði kortini at økja um leiðsluna síðstu løtuna. Hans Áki ímóti StÍF Í seinna hálvleiki var on- gantíð nakar ivi um úrslitið. Kyndil megnaði ikki at hótta StÍF á nakran hátt, og munurin bleiv heldur ongantíð minni enn tey níggju málini, sum vóru á muni í hálvleikinum. Strandingar tóktust taka sær eitt sindur meir av løttum í seinna hálvleiki, og hetta gav Kyndli ein møguleika at spæla eitt sindur við, men hóast hetta, so vóru tað heldur strandingar, sum høvdu møguleikar at vinna enn meir. Einasti leikarin hjá Kyndli, sum royndi at trýsta strandingar, var Hans Áki Dal Christiansen, sum fekk heili 15 mál í dystinum. Endaliga úrslitið gjør- dist 32-23 til StÍF, og sig- urin til strandingar var fult uppiborin. Serliga verjan og málverjin skaraðu fram úr henda dystin, og Kyndil tóktist hava stórar trupul- leikar í álopspartinum, har Hans Áki var einasti leikarin, sum royndi at taka ábyrgd. Strandingar hava góð úrslit at vísa á í steypakappingini seinastu árini, og nú hava teir enn einaferð fingið eina góða byrjan uppá steypa- kappingina. Kvinnurnar hjá Kyndli megnaðu at leika seg víðari til hálvfinaluna í Coca Cola-kappingini, tá tær vunnu tepran sigur á StÍF KVINNUHONDBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Síðsti dysturin í Coca Cola- kappingini hjá kvinnum var á skránni í gjárkvøldi, tá StÍF tók ímóti Kyndli. Júst hesi bæði liðini hava ligið og kappast um seinasta plássið í enda- spælinum hjá kvinnum, og í síðsta umfarinum av grundspælinum eydnaðist Kyndli at tryggja sær hetta plássið, tá tær møttu júst StÍF. Nú skuldi hesi bæði liðini stríðast um seinasta plássið í hálvfinalunum í steypakappingini. Fyrstu løtuna av dystinum var Kyndil heldur oman á. Tær høvdu eina lítla leiðslu fyrsta korterið av fyrra hálvleiki, men munurin var ongantíð serliga stórur. Síðstu 15 minuttirnar av hálvleikinum tók StÍf tó dik á seg, og tá liðini fóru til hálvleiks førdi StÍF 13-11. Avgerðin fall í síðsta minutti Í seinna hálvleiki helt StÍf seg eisini framman fyri Kyndil fyrstu løtuna, men um miðjan hálvleikin fekk Kyndil tær aftur. Eftir hetta skiftust liðini um at skora restina av dystinum, og munurin á liðunum var næstan ongantíð meir enn tað eina málið. Onkuntíð førdi StÍF og onkuntíð før- di Kyndil. Síðstu løtuna megnaði Kyndil tó at leggja seg á odda við tveimum málum, men bert tveir minuttir seinni hevði StÍF aftur javnað, og nú stóð aftur á jøvnum við bert 1 minutti eftir at leika. Henda síðsta minuttin dugdi Kyndil at halda høvdið kalt. Við málum frá Brynhild Klein og Bjørg Syderbø avgjørdu tær dystin, og sostatt hava tær tryggja sær luttøku millum síðstu fýra liðini í steypakappingini. Knúsandi sigur til StÍF StÍF-Kyndil 32-23 (18-9): StÍF-Kyndil 32-23 (18-9) Málskjúttar: StÍF: Jakob Jónson 8, Finnur Hansson 6, Leivur Justinusen 5, Bárður Danielsen 4, Regin Didriksen 3, Andre Danielsen 3, Bent Durhuus 2, Rógvi Danielsen 1 (1) Kyndil: Hans Áki Dal Christiansen 15 (3), Hans Arni B. Thomsen 3, Hanus Johansen 2, Rókur Akralíð 2, Hjalti M. Jacobsen 1 Brotskøst: StÍF 2, Kyndil 3 Útvísingar: StÍF 3, Kyndil 2 Dómarar: Andreas F. Hansen & Eyðun Samuelsen FAKTA Kyndil í hálvfinaluna StÍF-Kyndil 24-26 (13-11) Málskjúttar: StÍF: Ninna K. Johansen 8 (2), Bára B. Danielsen 5, Poula D. Olsen 4, Anna B. Danielsen 3, Sólfríð Christiansen 2, Ata Gregersen 2 Kyndil: Jórun Ludvig 6, Brynhild Klein 6, Lina Andriulyte 5 (1), Bjørg Syderbø 4, Barbara Egilstrøð 2, Ronja M. Mikkelsen 2, Ragnhild á Plógv 1 Brotskøst: StÍF 3, Kyndil 3 Útvísingar: StÍF 3, Kyndil 1 FAKTA StÍF-Kyndil 24-26 (13-11) Talan gjørdist ongan tíð um nakra spennandi uppgerð, tá StÍF leikandi lætt vann seg í fjórðingsfinaluna í steypakappingini Mynd: Álvur Haraldsen 33