hósdagur 21. desember 2006síða 43
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Trøllapætur
fór
hugaligur
frá húsum at keypa ta sein
astu gávuna. Uttanfyri trølla
smáttuna stóð omman og
veitraði til hansara. Hon vildi
heldur verða heima og stákast
nú bert tríggir dagar vóru eftir
til jólaaftan.
Tað hevði regnað illa sein
astu dagarnar so hagin var
vátur. Men Trøllapætur var í
góðum gummiskóm og kendi
hvønn bøkk og hvønn stein.
Við bøgarðin sá hann oman
á vakra jólatræið, sum lýsti
upp í miðbýnum við øllum
sínum perum. Nógvir bilar
koyrdu eftir myrku vegunum
og á handilsgøtuni hevði
Trøllapætur ongantíð áður
sæð so nógv fólk. Ja, nú stund
aði til jóla og fólk og trøll vóru
í rættuligum jólahýri. Nærum
øll steðgaðu á og heilsaðu upp
á Trøllapætur. Hinumegin veg
in skrykti eitt barn í mammu
sína, sum hevði fullan føvning
av gávum og matvørum, og
vildi sleppa til Trøllapætur.
Trøllapætur hugdi væl eftir
bilunum og kvikaði sær yvir
um vegin til drongin og mamm
una, sum í øllum meldrinum
royndi at finna bilin aftur.
Trøllapætur hevði ikki ætl
anir um at keypa so nógv
sum hendan konan við øllum
pakkunum. Nei, hann skuldi
inn í handilsbúðina “Reyða
nøsin” at finna eitt smáting
til Trøllabillu.
– Oy oy oy, sum her luktar
væl .
Trøllapætur kendi angandi
løgin av børkublómum, hvonn
urt og harpeisi. Í handlinum
stóðu alskins krukkur og
gløs við myrru, smyrsli og
rabarbukrem.
– Góðan dagin, Trøllapætur
Ein blíð og smílandi ung
dama tók væl ímóti Trølla
pæturi og spurdi hvat hon
kundi hjálpa honum við.
– Eg vil fegin keypa onkran
fína hársápu, sum ein trølla
genta skal hava.
Trøllapætur rodnaði eitt sind
ur, men blíða handilsgentan
var von við eitt sindur av
hvørjum. Serliga undan jólan,
tá ið nógv fólk vitja handilin,
eisini smæðin trøll.
– Ja, vit hava nógv sløg av
hársápu, Trøllapætur. So hvat
skal tað verða?!
– Her er sjampo til turt hár,
hetta er til feittugt langt hár, so
hava vit eisini til hár við flusi.
Hesin dunkurin er til bleikt og
litað hár. Ella skal tað vera
til slitið hár? Hevur hon tunt
ella tjúkt hár? Vit hava eisini
balsam til bleytt og glansandi
hár...
Trøllapætur var í villaeiði av
øllum møguleikunum. Hann
hugdi at hillunum og síðani at
handilsgentuna.
– Hava tit onki sjampo til
skitið hár. Ella okkurt sum luktar
av frískum vetrarblómum?
– Vit finna eina snøgga fitta
krukku við bestu hársápuni,
sum vit hava. So verður hárið
reint og fær ein deiligan
anga.
Handilsgentan pakkaði ta
reyðu væl angandi hársápuna
inn og bant eina vakra sloyfu
um gávuna og Trøllapætur
takkaði fyri seg.
Ikki er altíð so lætt at vera
trøll og eftirlíkna fínum fólki.
Men ivaleyst fór Trøllabilla at
gerast glað fyri gávuna.
Omman stóð í durunum,
tá ið Trøllapætur glaður og
móður kom aftur til trølla
smáttuna. Innkomin var hann
skjótur at lata lúku 21 í jóla
kalendaranum upp. Og glómur
vóru í trøllaeygum, tá ið
myndin av vakra jólatrænum
kom til sjóndar.
Trøllapætur fer til handils