hósdagur 21. desember 2006síða 44
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 247 - 21. desember 2006
44
Sum so nógva aðrastaðni hava tey úr at gera á termo- og glasvirkinum
Atlanticpaine í Kollafirði.
Høvuðsframleiðslan hjá virkinum er termoglas til vindeygu og úthurðar,
men tey gera eisini glas til innhurðar og skilaveggir. Harumframt ger
virkið spegl í øllum støddum og sniðum eftir máti og skabelón. Skalt tú
hava eina mynd í ramma, kann Atlanticpaine eisini klára ta uppgávuna,
og skal myndin standa á einari glashyll, er tað eisini ein uppgáva, sum
Atlanticpaine kann loysa.
Virkið á havnarlagnum í Kollafirði arbeiðir eisini við plexiglasi. Tað fæst
úr tveimum upp í tíggju millimetra tjúkd og kann fáast í øllum skapi, tí
virkið hevur eina maskinu, sum kann boyggja plexiglas. Árni Svartafoss,
stjóri, sigur, at tá ódnirnar herjaðu javnan fyri nøkrum árum síðani, valdu
mong at fáa sær 10 millimetra plexiglas uttan á rútarnar ístaðin fyri plátur.
Fyrimunurin er, at tað sæst ígjøgnum plexiglas, og harafturat er tað sterkt.
Teir størstu kundarnir hjá Atlanticpaine eru virkini kring landið, sum gera
vindeygu, men fólk kunnu eisini fáa virkið í Kollafirði at skifta termorútar
fyri seg. Tá verður mát tikið á staðnum, síðani verða rútarnir gjørdir á
virkinum, og virkið sendir so fólk at skifta rútarnar.
Fyrr í ár fekk Atlanticpaine nýggjan eigara, tá Heðin Zachariassen í
Streymnesi keypti virkið. Átta fólk arbeiða á virkinum.
Full ferð á Atlanticpaine
Norðuri í Sundum 33 | 410 Kollafjørður | tlf. 421273
fart. 211473 | judiholm@post.olivant.fo
Tógvbiksin
Vit hava alt tað
nýggjasta frá Sandnes!
Upplatingartíðir um jólini:
17.- 21. des: 15.00-20.00
22.- 23. des: stongt
27.- 29. des: 15.00-19.00
30. des: stongt
Vinn ein ferðaseðil
- hvønn dag á Atlantic.fo
www.sansir.fo
Ósabakkavegur · 410 Kollafjørður · tlf 42 14 05
Nógv góð gávuhugskot!