Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-21, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. desember 2006síða 45

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 247 - 21. desember 2006 Markoni røkkur um alt Radio- og sjónvarpshandilin Markoni í Sverrisgøtu 9 í Havn byrjaði í 2001, og síðani oktober í 2004 hevur Jóannes Brøðraberg átt hann. Hann arbeiðir sjálvur í handlinum, og fyri trimum mánaðum síðani fekk hann ein lærling afturat sær. Navnið Markoni er gamalt navn í Føroyum, tí tann gamli útvarpssendarin var av tí slagnum, men tað, sum fæst í handlinum í Sverrisgøtu, er alt av nýggjasta slagi. Handilin er ein sokallað Panasonic-støð, og høvuðsdenturin verður eisini lagdur á ymisk tól av tí merkinum so sum sjónvørp, stereoskipanir til heimið og til bilin. Í dag keypa fólk næstan bara sjónvarp við flatskermi, og í Markoni kunnu fólk t. d. fáa eitt nútímans Panasonic sjónvarp við 32 tumma flatskermi fyri 6.895 krónur. Tað er eisini HD ready. Men Markoni hevur eisini sjónvørp av øðrum sløgum, og tí ber til at fáa eitt 21 tumma sjónvarp við flatskermi fyri 3.895 krónur. Jóannes Brøðraberg sigur, at teir hava selt fleiri sjónvørp og stereoskipanir nú upp undir jól. Men Markoni hevur ikki bara tað, sum vísir myndir ella gevur ljóð. Handilin hevur eisini øll vanlig elektrisk húsarhaldstól so sum hondmiksarar, mikroovnar og annað. Tíverri er ikki pláss fyri hvítvørum í handlinum, men skalt tú hava eina vaskimaskinu ella ein komfýr, kann handilin útvega tað. Hóast Markoni er í sjálvum hjartanum í høvuðsstaðnum, hevur handilin kundar um alt landið. Ársmappan 2006 við øllum ársins frímerkjum fæst á posthúsum kring landið Prísur: 265,50 kr. Brá Klædnahandil 460 Norðskáli Tel 42 27 27 Vit hava klæðini til alla familjuna Kvik Køkssentrið Hoyvíksvegur 65 100 Tórshavn Tlf. 31 24 80 Far. 51 24 80 Køkar & baðirúmsmøblar ...eisini gávulutir Kikari 8x21 kr. 165,- Stiðjagøta 10 • Telefon 35 38 97 • Fax: 35 38 98 jogvan-weihe@jogvan-weihe.fo • www.weihe.fo www.husamekling.fo HÚSAMEKLING Keyp og søla av fastari ogn Vaglið • FO-100 Tórshavn • Tel 31 93 21 • Fax 31 93 31 Nýggj dupulthús í Hvalvík til sølu GPS Plottarar, ekkólodd o.a. Prísir o.a. eru at finna á www.vikmar.fo til stuttleika- & útrórarbátin. Tel. 35 21 82 Email info@vikmar.fo Kunningarstovan telefon 30 24 25 Jól í MiðbýnuM Hósdag syngur Cantabilé runt um í býnum frá kl. 18 Knarkar spæla jólatónleik í Tinghúsgarðinum kl. 19.30 Handlarnir hava opið til kl. 20 Fríggjadagin koma Angela og Hannibal í jólasmátturnar kl. 10.30 Frelsunarherurin spælir jólatónar kl. 18 Tórshavnar Kamarkór syngur runt um í miðbýnum kl. 19 Handlarnir hava opið til kl. 21, tó Handilskjarnin til kl. 20. Jólamenn vitja jólasmátturnar hvønn seinnapart, og í handlunum í miðbýnum Fleiri tiltøk eru á www.kunning.fo og www.torshavn.fo Piparnøturnar fært tú hjá okkum Tlf 312161 gron@gron.fo www.gron.fo 45