Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-22, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. desember 2006síða 7

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Konsert Orð&mynd: Snorri Brend Hetta var ein roynd at sjóða saman eitt vælswingandi gospelkór og eitt gott, ga- malt hornorkestur til eina eind í eini forvitnisligari jólakonsert. Undir hegnisligari leiðslu av Eiriki Skála fingu áhoyrararnir eitt ótrúliga gott upplivilsi av sangi, tón- leiki og soloframførslum í sangi og spæli á sera høgum støði. Konsertin prógvaði til fulnar, at tað ber væl til at sjóða tveir slíkar bólkar saman her á landi. Eftir konsertina vóru fólk á einum máli um, at slíkar konsertir eigur ein at sleppa oftari til. Tað swingaði í Vesturkirkjuni Eingin orsøk er at gleða seg til kava á jólum. Veðrið um jólahøgtíðina verður merkt at vindi, avfalli – og lýðku. Veður Snorri Brend Kavi: - Nær kemur kavin? Soleiðis spyrja mong børn foreldur síni í hesum døgum. Børnini samantvinna jól- ini við kava, hóast langt er ímillum at vit veruliga hava kavajól. Jólini 2006 verður so eingin kavi, um ein skal trúgva forsøgnini sum danska veðurstovan hevur gjørt. Sambært hesi verður veðrið rættiliga eins allar høgtíðsdagarnar – vestan, 13 metrar um sekundið og hitin um fimm stig. Meiri avfall Aðrastaðni í blaðnum ver- ður greitt frá, hvussu veðrið verður teir komandi fimm dagarnar. Felags fyri allar dagarnar er vestanvindur, ælaveður og hiti, sum fer at liggja um átta stig. Hetta er samstundis ein staðfesting av tí veðrinum, sum verið hevur henda seinasta mánaðin í ár, eins væl og í fjør. Higartil í desember má naði er rættiliga nógv avfall komið niður, men kortini nakað væl minni enn fyri einum ári síðani. Í desember mánað í ár eru komnir 50 mm. niður, meðan 124 mm. komu niður allan desember má- nað í fjør. Má sær ráða Hyggja vit eftir hitalagnum, so hevur desember mánað- ur verið væl lýggjari enn í fjør. Miðalhitin í desember 2005 var 5,7 stig, meðan miðalhitin higartil í ár er 6,1 stig. Hinvegin hevur miðalhitin seinastu 40 árini verið 3,7 stig. At enda kunnu vit taka sóltímarnir við í yvirlitið. Sólin hevur ikki verið nógv at sæð, og tað prógvar eisini yvirlitið hjá donsku veðurstovuni. Í desember mánaði í fjør skein sólin einans í fýra tímar, meðan hon higartil í desember hevur verið at sæð í – samfullar! – tríggjar tímar. Hetta er ikki nógv at reypa av, serliga tá hugsað verður um at miðaltalið fyri sóltímarnir tey seinastu 40 árini eru sjey sóltímar. Sama ger. Øllum verður kortini ynskt eini gleðilig jól. So má veðrið sær annars ráða! Regnjól heldur enn hvít jól Tað var ikki eitt pláss eftir í Vesturkirkjuni, tá United Voices og GHM høvdu jólakonsert saman í gjárkvøldið. Teir omanfyri 80 luttakarnir í United Voices og GHM fingu Vesturkirkjuna at kóka. Slíkt má endurtakast Nógvur vindur var í Gásadali í gjáramorgunin. Hetta er somuleiðis ein mynd av tí veðrinum sum verið hevur í seinastuni Mynd: Jens Kr. Vang Nr. 247 - 22. desember 2006